Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. august 2013 · Nr. 90 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Fyrsta dagin fer Skáseting Før­oya at senda tey feløg, sum enn ikki hava latið rokn­skapin fyri 2012 inn, í Skfti­rætt­in til avtøku. Flestu partafeløg hava rokn­skap­ar­ár, sum fylg­ ir ál­ma­na­kka­árinum. Tey hava freist til 1. juli at lata inn rokn­skap­in inn fyri árið fyri. 1. august manglaðu 357 fe­løg at lata inn roknskapin, men síðstu dagarnar eru nakrir rokn­skapir aftur­at kom­n­ir inn til Skrá­set­ing­ ina. Enn mangla tó út við 300 partafeløg og smá­parta­ feløg at lata inn rokn­skap­in fyri 2012, og tað eru hesi, sum í nøstum verða send í Skiftirættin til tvingsil­s­av­ talu. Tað kann hava álvar­sam­ ar avleiðingar fyri eitt felag at vera sent í Skiftirættin. – Men ofta er talan um feløg, har virksemið er steðgað upp, staðfestir Krist­in Balle, løgfrøðingur á Skrá­seting Føroya. Er tað so, at eitt felag er sent í Skiftirættin, so kann felag­ið verða tikið uppaftur inn­an tríggjar mánaðir, um rokn­skapurin er latin og eitt gjald upp á 5.000 krónur er gold­ið. Men tað gongur bara eina­ferð, sigur Kristin Balle. – Eitt felag, sum einaferð sein­astu fimm árini hevur verið sent í Skiftirættin kann ikki takast uppaftur, sig­ur Kristin Balle. Tá feløgini eru komin í Skiftirættin, so verður út­ nevnd­ur eina likvidatur ella ku­rato, um felagið skal gjøg­num ein konkurs – og so verður felagið strikað. Tað er ein afturvendandi trupul­leiki, at feløg ikki lata rokn­skapin inn til tíðina. Skrá­set­ing Føroya hevur sein­astu árini stramma krøv­ini. – Ofta eru tað feløg, sum eru illa fyri, sum ikki lata rokn­skapin inn til tíðina. Og ofta eru tað feløg, sum longu eru givin upp, heldur Kristin Balle. Júst nær listin við feløg­ um verður sendur Skifti­ rætti­num, veit Kristin Balle ikki at siga. – Men tað verður ein av fyrstu døgum, tá vit hava gjørt endaligt upp. Fleiri feløg, sum ikki lata roknskapin inn til tíðina eru so illa fyri, at tey ikki ætla at halda fram. Fyrsta dagin sendir Skráseting Føroya feløgini, sum skulu avtakast, í Skiftirættin Eirikur Lindenskov Mánadagin klokkan 16 hitt­ ast nógvir eldri bil­mekan­ ik­ar­ar í Jónas Broncks­gøtu í Havn. Tal­an er um menn, sum hava starv­ast á verk­ stað­num hjá Vilhelm Niel­ sen, sum um­boð­aði eitt nú Opel, Vaux­hall og Bed­ford í Før­oy­um í mong ár. Tað er Sámal Bláhamar í Havn, sum hevur tikið stig til tiltakið. – Mánadagin 12. august eru liðin 50 ár síðani, at eg fór í læru hjá Vilhelm Nielsen, sigur Sámal Bláhamar. Hann greiðir frá, at tað var á ólavsøku, at hann kom í prát við John Vilhelm í Havn, sum eisini starvaðist hjá Vilhelm Nielsen. – Tá spurdi hann, um eg var klárur yvir, at tað eru júst 50 ár síðani, at vit fóru í læru hjá Vilhelm Nielsen, sigur Sámal Bláhamar. Út frá hesum kom hug­ skot­ið til veruleika at savna teir menninar, sum starv­ aðust har, tá gamli Vilhelm Niel­s­en livdi. Vilhelm Nielsen var ein av pionerunum innan fyri bil­starvs­grein­ina í Føroyum. Tað var hann, sum saman við svágrinum Wenzel Peter­sen, ið seldu tann fyrsta bilin í Føroyum, ein Ford T last­ vogn, tann 6. august í 1922. Partur av gamla verk­ staðinum hjá Vilhelm Nielsen stend­u­r enn, sum tá virkið gavst í Jónas Brocksgøtu seinna­partin í áttatiárunum, tá P/F Autoservice yvirtók Opel-umboðið. Ein partur av bygninginum, nýggjara verk­staðið, varð tikið niður, tá bygningurin hjá Smyril Line varð bygdur fyrst í ní­ti­ áru­num. – Vit hava spurt tann, sum leigar verkstaðið, um vit kunnu sleppa at læna tað hendan seinnapartin, og tað var gamaní, sigur Sámal Blá­ ham­ar. Har fara teir at hava kaffi og køkur og hugna um við gomlum myndum og onkrum gomlu Opel ella Bed­ford bili. – Eg fari at royna at finna mín gamla lærusáttmála, so eg kann hava hann við eisini, sig­ur Sámal Bláhamar. – Verkstaðið stendur enn so nøkulunda sum stað var fyri 50 árum síðani, eins og kaffi­stovan. Liturin er tann sami – og tað var ikki við sørt, at sorblídnið merktist, tá eg var inni har, sigur Sámal Bláhamar. Teir eru eisini í ferð við at savna saman gamlar mynd­ir, og Sámal Bláhamar ivast ikki í, at menninir fáa eina hugnaliga løtu, har teir kunnu minnast aftur á gaml­ ar dagar. Verkstaðið hjá P/F Vilhelm Nielsen & Søn, sum tað sá út í sjeytiárunum. Smáu myndirnar sýna upprunaliga verkstaðsbygningin og Vilhelm Nielsen Bilsmiðir hittast eftir fimmti ár Mánadagin verður hugnaløta í gamla verkstaðnum hjá Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu í Havn, har gamli bilmekanikarar hittast til hugnaløtu og at minnast gamlar dagar Út við 300 feløg á veg í Skiftirættin