hósdagur 8. august 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. august 2013 · Nr. 90
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Millum
mest
ivasomu
røddirnar
ímóti
privata
tunnilsleistinum hjá Kára
P. Højgaard hava verið sam
gongutinglimirnir
Bjarni
Djurholm og Bárður Nielsen.
Herfyri
smíðaðu
teir
báðir í felag eitt alternativt
lógaruppskot. Hóast talan
var um eitt liðugt lógarupp
skot, so er tað framvegis
ikki lagt fyri løgtingið. Tað
skal viðgerast í samgonguni
fyrst, ljóðaði frágreiðingin
frá Bjarna Djurholm og Bárði
Nielsen.
Tunnilsuppskotið
hjá
landsstýrimanninum
í
innlendismálum er farið í
Rættarnevndina
hjá
løg
tinginum, og har verður
tað væntandi liggjandi til í
næstu viku. Í meðan roynir
samgongan at finna síni
tunnilsbein at standa á.
Smíða
Tað er greitt, at í løtuni er
ikki meiriluti fyri tunnils
uppskotinum hjá Kára P. Høj
gaard. Men politisku vind
arnir kunnu venda skjótt,
og úr samgonguni verður
eisini dyrgt eftir stuðli frá
andstøðutinglimum, har ein
komandi
Sandoyartunnil
verður brúktur sum agn.
Men eisini inni í sam
gonguni
verður
arbeitt
hart fyri at máa burtur av
stuðlinum til Kára P. Høj
gaard. Ídnastir í so máta eru
Bjarni Djurholm og Bárður
Nielsen.
Í hvassorðaðum brævi til
allar samgongulimir grund
geva Bjarni Djurholm og
Bárður Nielsen fyri sínum
sjónarmiðum.
Samgongu
limirnir vísa á eina røð
av viðurskiftum í privata
tunnilsleistinum hjá Kára
P. Højgaard, sum eftir teirra
tykki ikki eru í lagi. Yvir
skipað meta Bjarni Djur
holm og Bárður Nielsen, at
landsstýrið bindir seg til
eina rúgvu, meðan privata
tunnilsfelagið lítlar og ongar
bindingar hevur. Eisini vísa
teir á, at tað er beinleiðis
skeivt at siga, at uppskotið
hjá
landsstýrismanninum
er trygdin fyri at Eysturoy
artunnilin verður gjørdur. Tí
lógaruppskotið gevur bara
burtur konsessiónina til pri
vata felagið, sum í fimm ár
kann gera hvat teimum lyst
ir, meðan landið einki kann
gera.
Órógvandi
Í brævinum til samgongu
limirnar vísa Bjarni Djur
holm og Bárður Nielsen á,
at eitt tað mest órógvandi
í lógaruppskotinum er, at
landsstýrið bindur seg til
ikki at broyta normar fyri
tunnlar.
- Ger landsstýrið tað, so
skal landsstyrið enntá rinda
loyvishavanum
endur
gjald. Tað má metast at vera
óhoyrt at frítaka privat
an loyvishava fyri allar
broytingar í galdandi byggi
normum, og sum vituliga
fara at verða samtyktir fram
yvir, skriva teir báðir í brævi
num.
Eisini
finnast
Bárður
Nielsen og Bjarni Djurholm
hvassliga at lógarsmíðnum.
- Tað er púra skeivt at
samtykkja nýggjar skatta
reglur í einum uppskot um
ein undirsjóvartunnil. Tað
er í skattalógini broytingar
skulu gerast, og skulu tær tá
galda fyri øll feløg.
Kommunusamskipan
Føroya og kommunurnar
við Skálafjørðin hava mót
mælt,
at
lógaruppskotið
hjá
landsstýrismanninum
heimilar honum at taka
byggimyndugleika
frá
kommununum. Samgongu
tingmenninir eru samdir:
- Tað er burturvið at taka
kommunurnar av ræði, bara
fyri at røkka eini semju við
ein útlendskan investor, siga
Bjarni Djurholm og Bárður
Nielsen.
Loyniligt
Samgongutinglimirnir finn
ast eisini hvassliga á, at alt
skal vera loyniligt.
- Til samanberingar hevði
tað
verið
óhugsandi,
at
danskur ministari fekk heim
ild at undirskriva eina avtalu
um einkarætt til brúnna um
Oyrasund, sum Fólkatingið
ikki kendi innihaldið av, siga
Bjarni Djurholm og Bárð
ur Nielsen í skrivi til sam
gongulimirnar.
Samgongulimirnir fílast
eisini á kostnaðin og kravið
um avkast í privatu avtaluni:
- Tað er eingin vissa fyri
og eftirlit við, at CIP ikki
fer at leggja sína príslegu
so ovarlaga sum gjørligt.
Ætlanin er sostatt at lóggeva
yvirnormalan vinning niður
í eitt útlendskt felag, siga
Bjarni Djurholm og Bárður
Nielsen.
Samgongutinglimirnir
siga seg bart út hava ilt
við at skilja, at Innlendis
málaráðið leggur navn til
eitt lógaruppskot, sum á
so nógvum økjum víkir frá
teimum treytum og manna
gongdum,
Jón Brian Hvidtfeldt
Samstundis
sum
Føroya
Arbeiðsgevarafelag
sigur
seg taka fult undir við, at
fast samband verður gjørt
millum suður Eysturoy og
høvuðsstaðarøkið, so hava
arbeiðsgevararnir
frem
stafingur á lofti. Tey ótt
ast snøgt sagt, at privata
tunnilsloysnin hjá lands
stýrismanninum verður ov
dýr fyri brúkaran.
- Føroya Arbeiðsgevara
felag ivast stórliga í, um
avtalan
við
Copenhagen
Infrastructure
Partners
(CIP) er rætta loysnin, og
mælir Løgtinginum til at
leggja á annan bógv. Í hesum
sambandi
hevur
felagið
noterað sær, at skilabetri
uppskot at síggja til, eru
komin frá bæði samgongu
limum og andstøðulimum.
Tað týdningarmesta er tó,
at Løgtingið velur eina av
teimum 6 loysnunum, sum
eru í uppskoti. Ringasta
loysnin er at eingin loysn
verður vald, so verkætlanin
ongantíð sær dagsins ljós ella
verður útsett í óavmarkaða
tíð, sigur felagið í almennari
fráboðan.
Samfelagsnytta
Í skrivinum vísir Arbeiðs
gevarafelagið á, at størsta
nyttan
fyri
vinnulív
og
borgarar fæst við at velja
eina loysn, har bummgjaldið
er so lágt sum til ber.
- Tað gevur ikki meining
at brúka eina milliard upp á
eina so gagnliga infrastruk
turíløgu, og so beinanvegin
hon er liðug, seta ein “propp”
í holið við einum óneyðuga
høgum bummgjaldi, sigur
Bergur Poulsen, formaður í
Arbeiðsgevarafelagnum.
Felagið vísir á, at hóast
smálutirnir
í
avtaluni
millum landið og CIP ikki
eru alment kendir, er tó so
mikið komið undan kavi, at
tað er greitt, at talan er um
eina munandi dýrari loysn
fyri brúkaran, enn um landið
til dømis nýtir sama leist,
sum er royndur við góðum
úrsliti um Vestmannasund
og Leirvíksfjørð.
- Eru tølini hjá Lands
verk eftirfarandi, fer vinnu
lívið hvørt ár at gjalda eina
tvey-siffraða
millióna
uipphædd eyka til CIP í
mun til, um talan var um
alment partafelag. Og eyka
kostnaðurin fyri privatfólk
verður tilsamans uppaftur
størri, sigur Bergur Poulsen
Finnast alternativ
Kári P. Højgaard, landsstýris
maður í innlendismálum,
hevur ferð eftir ferð ført
fram, at verður hansara
loysn ikki vald, so verður
eingin
Eysturoyartunnil
gjørdur. Hetta uppáhaldið
trýr
Arbeiðsgevarafelagið
snøgt sagt ikki.
- Tað er eingin orsøk til at
halda tað. Tað krevur bara,
at Løgtingið setir sær sum
mál at fremja málið, og tað
kann gerast uttan nakran
kostnað fyri landskassan,
sigur formaðurin í Arbeiðs
gevarafelagnum.
- Hetta er ikki ein spurn
ingur um tað privata ella
tað almenna byggir undir
sjóartunnilin mest effektivt.
Bæði undir almennum og
privatum ognarskapi, má tað
takast sum givið, at arbeiðið
at gera tunnilin verður boðið
út millum privatar entrepre
nørar at byggja. Tí er stóri
kostnaðarmunurin í hesum
føri fíggingin av tunlinum,
sum eftir øllum at døma er
munandi minni um sami
leistur verður valdur, sum við
verandi undirsjóartunlum,
enn um avtala verður gjørd
við CIP, sigur Bergur Poul
sen, formaður í Arbeiðs
gevarafelagnum.
Vánalig tunnilsloysn hjá Kára
Í opnum brævi til allar samgongutinglimir gera løgtingsmenninir Bjarni Djurholm og
Bárður Nielsen púra greitt, at tunnilsuppskotið hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni,
er eitt vánaligt og illa umhugsað uppskot, ið eigur at vera felt
Arbeiðsgevarar vraka uppskotið hjá Kára
– Veljið ta tunnilsloysn, sum gevur lægsta nýtslugjaldið. Tað er greiði boðskapurin frá Føroya
Arbeiðsgevarafelag, sum beinleiðis mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Kára
P. Højgaard um eina privata loysn upp á tunnilin millum Havnina og Skálafjørðin