hósdagur 8. august 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 90 · 9. august 2013
2
VIKUSKIFTI
Eg kenni eina konu, sum er so góð og mild, so
hjálpsom og hjartagóð, so blíð og fyrikomandi,
so gávumild, glað og rokut. So ósjálvsøkin,
lítillátin, tolin og altíð við tí góða orðinum. Og so
er hon eisini bæði vøkur og hábærslig á at líta.
Hesi lýsingarorð eru bara nøkur av teimum,
sum koma mær til hugs, tá eg skal lýsa hesa
80 ára gomlu konu. Hon er mamma, omma
og langomma. Hon er systir og svigarinna. Og
øll elska hana. Hon hevur nógvar góðar vinir
og kenningar, sum gleða seg at fáa vitjan
av henni. Hennara positiva lyndi lýsir upp
gerandisdagin, og skemtiliga sinnið fær fólk at
flenna í skellilátri, tá hon fortelur frá stuttligum
hendingum. Soleiðis er vermamma mín. Og
tað er heilt vist, at eg geri ikki ov nógv av.
Eg hugsi viðhvørt, um tú gevur tí nóg væl
gætur, tá tú í lívinum møtir menniskjum,
sum eru sum vitar. Tú leggur leiðina móti
teimum, kanska uttan at hugsa um tað.
Verður drigin at hitanum frá ljósinum. Og
so kanst tú vera so heppin at fáa eina so
fitta vermammu at fylgjast við í lívinum.
Liviumstøðurnar broytast alla tíðina. Og sum
eitt slitið orð sigur, so broytast vit eisini. Men
eg hugsi, at vit til allar tíðir fara at hava gleði
av sjáldsomum fólkum, sum skara framúr á
ymsan hátt. Fólkum, sum geva okkum tónleik,
list og skaldskap at gleðast um. Og ikki at
gloyma fólk, sum eru um okkum og geva so
nógv, uttan at vita tað sjálv. Ofta taka vit alt
fyri givið. Lurta eftir sanginum í útvarpinum,
sum er hann ein sjálvfylgja. Skuldu kanska
oftari keypt eina fløgu. Og somuleiðis vit,
sum ikki eru serliga umhugsin, skuldu kanska
gjørt okkurt fyri tey góðu menniskju, vit hava
rundan um okkum, tó at tað onkursvegna
tykist, sum teimum ongantíð »tørvar« nakað.
Hvussu tú kanst takka slíkum fólkum?
Tú kanst sjálvandi gera tað við orðum, men
tey kosta tær ongan ómak. Eri komin til ta
niðurstøðu bara at góðtaka, at vit eru so ymisk
og gleðast um og vera takksom fyri nærveruna
av sjáldsomu og gávaðu menniskjunum.
Tey gávaðu
Reytt kort til dómaran
Armenski dómarin, sum dømdi dystin millum Inter Turku og Víking í Finnlandi, hevur fingið lívlangt
leikbann. Dómarin Andranik Arsenyan og annar hjálpardómarin Hovhannes Avagyan royndu at ávirka
úrslitið av dystinum, tí báðir høvdu sett pengar uppá, at bæði liðini skuldu skjóta mál í dystinum. Tá tað
framvegis var málleyst eftir 78. minuttir, fekk fyrst Víkingur og síðani Inter Turku hvør sítt brotsspark.
Hanus Jacobsen megnaði at umseta til mál, men tað megnaðu finnarnir ikki. Talan var um rættiliga
tunn brotsspørk, og mestsum beinanvegin eftir dystin gjørdu veddingarfyritøkur vart við, at spælt var
uppá, at bæði lið fóru at skora.
Endurtøka av
steypafinaluni
Tað verður ein endurtøka av steypafinaluni
í fjør, sum verður spæld leygardagin 24.
august. Mikukvøldið megnaðu bæði EB/
Streymur og Víkingur at spæla seg í finaluna.
EB/Streymur við at basa KÍ og Víkingur við at
spæla javnleik móti NSÍ.
Sigarføring
hjá Livar
Livar Nysted hevur sett enn eitt
heimsmet, tá tað eydnaðist honum
og tveimum øðrum at rógva teir
6500 kilometrarnar úr Avstralia
til Mauritius upp á 57 dagar og
15 tímar. Komin í land í Grande
Baie varð tað markerað við bæði
champagnu og sigar.
Spís
kamarið
ger klárt
Upptøkurnar til nýggju
partarnar av vælumtóktu
sjónvarpssendingini
Spískamarið eru byrjaðar.
Teir báðir Gutti Winther og
Pætur Marjunarson Dahl
ferðast kring landið, vitja
spennandi støð og gera
forkunnugan mat. Í vikuni
vóru teir í Tindhólmi
G! hevur
sett dato á
Meðan fyrireikingarnar til
Summarfestivalin koyrdu upp
á tað harðasta, boðaði G!
Festivalurin frá, tey hava sett dato
á, nær teirra festivalur verður í
2014. 17.-19. juli næsta ár verður
Gøtusandur aftur fullur av fólki, tí
tá verður G! Festivalurin hildin.
klumma
Simona
Weihe