mánadagur 12. august 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur ítróttartoymi
www.ab.fo: Sjúrður Olsen:
Nú er at halda bæði beinini væl plantaði á jørðini. Góða gongdin í
seinastuni hevur lopið hvøkk á mangan, men ikki okkum. Vit vistu áðrenn
kappingina,
www.hb.fo:
Fyrsti ósigurin á heimavølli varð veruleiki tá Víkingur vitjaði í Gundadali.
Gestirnir vóru nærlagdari í einum linnligum og til tíðir óáhugaverdum
taktiskum spæli ið vitjandi venjarin vann.
www.vikingur.fo:
Gundadalur tikin! Eftir, at vit vunnu fyrsta útidystin yviri í Finnlandi, hevur
gingið sum eftir ánni. Gamaní tapti vit úti í Rumenia, men heima eru
útisigrar komnir til høldar móti bæði KÍ og NSÍ!
www.eb-streymur.fo:
-Vit eru har, vit eiga at vera, tí EB/Streymur er steypakappingarliðið yvir
øllum, segði ein áskoðari eftir dystin mikukvøldið, og tað hevur hann nokk
rætt í.
www.07vestur.fo:
Fyri okkara viðkomandi fær sera tungt at síggja góða spæli fyrstu løtuna
ikki geva úrtøku, og so at gestirnir knappliga vóru á odda við fyrsta
álopinum. Vit taptu 4-1, og niðurstøðan má vera, at vit ikki fingu úrtøku úr
okkara mongu møguleikum, mótvegis B36, sum skoraðu 3 uppá sínar 4 í
fyrra hálvleiki.
www.nsi.fo:
Ungi 16 ára gamli ungdómsleikarin Meinhard Egilsson Olsen úr NSÍ fer í
komandi viku aftur at royndarvenja við FCK í Keypmannahavn.
Meinhard var í april í ár og royndarvandi í FCK og hetta gekk so mikið
væl at FCK aftur hevur bjóðað honum at koma at royndarvenja, við tí
fyri eygað at taka avgerð um tað er grundarlag fyri gera ein møguligan
lærlingasáttmála millum NSÍ og FCK
www.svimjing.com:
Gøla undur uppsigling: Ein ófrættakend søga ferðast nú á fleiri
svimjimiðlum, at har møguliga var eitt sirkulerandi rák í kappingarhylinum í
Palau Sant Jordi, sum avlagaði kappingina serliga millum sprintarar.
www.nordlysid.fo:
Úti í yvirtíðini bleiv KÍ toppskjúttin enn einaferð hetjan í Klaksvík. KÍ fekk
við hesum sítt fyrsta stig í longri tíð og enntá á Summar Festivalinum. KÍ
avrikini seinastu tíðina hava bent á, at betri úrslit vóru í væntu.
Heimasíðurnar skriva:
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
Pætur Eyð.
Jensen
T
að er so skjótt at venja seg við at vinna.
Tað gera vit føroyingar eisini. Tað eru
enntá fólk, sum blivu vónbrotin av, at Pál
»bara« bleiv nummar sjey í heiminum, og at
Gunnar Nielsen ikki stóð mál hjá Manchester City.
Í báðum førum er talan um sonn brøgd, at menn eru
við í kappingini. Pál Joensen er also nummar sjey í
heiminum, meðan Gunnar Nielsen spældi í tá besta
felagnum í Onglandi.
Orsøkin til hetta glepsið er, at U21 landsliðið í vikuni
fær vitjan av Írlandi. Føroyska U21 landsliðið hevur
í fleiri førum framt fleiri góð avrik og fingið úrslit,
sum eru væl betri enn tað vit eru von við í altjóða
fótbólti.
Hvør minnist ikki 1-0 sigur á Russlandi, sum helst er
best kenda úrslitið hjá U21 landsliðnum. Í hvørjari
undankapping hava U21 landsliðið bramt okkurt
slag av bragdi. Hendan undankappingin er ongin
undantøka. Vit hava longu spælt 2-2 móti eini
sterkari fótbóltstjóð sum Rumenia, har vit samanlagt
vóru minst líka góðir sum gestirnir.
Nú kemur Írland á vitjan og tað er skjótt, at vónirnar
ikki samsvara við veruligu styrkina á føroyska U21
landsliðnum. Tí er týdningarmikið, at viðhaldsfólk
hjá føroyska U21 landsliðnum ikki venja seg við
góðu úrslitini, men halda fram við at stuðla ungu
monnunum, ið eru framtíðin hjá føroyskum fótbólti.
Tí er mín vón, at tað mikukvøldið sita nógv fólk
á Svangaskarði og rópa og stuðla føroyska U21
landsliðnum.
Vit hava eisini sæð bæði U17 landsliðið og U15
landsliðið fingið góð úrslit í kappingum uttanlands,
so vónandi heldur góða gongdin hjá U21 landsliðnum
fram.
Men minst nú til, at vit ikki mugu gloyma hvørjar
fortreytir við hava í føroyskum ítrótti. Tí er tað flott
hvørja ferð føroysk ítróttarfólk standa seg væl í
altjóða kappingum.
So gloymi ikki at stuðla røsku ítróttarfólknum!
Ikki taka
tað fyri
givið
Ítróttar klumman
Tróndur Arge
Helgi Dam Ziska er Føroya
besti telvari nakrantíð. Og
í dag hevur hann av álvara
skrivað føroyska talvsøgu.
Tað gjørdi hann í talvkapping
í letlendska høvuðsstaðnum
Riga, tá ið hann í næstsíðsta
umfarinum tryggjaði sær
fyrsta GM normin. Eingin
føroyingur hevur nakrantíð
áður
vunnið
ein
stór
meistaranorm.
Eftir átta umfør hevur
Helgi Dam Ziska vunnið 5,5
stig. Hann hevur vunnið trý
talv og í fimm førum hevur
tað verið javnt. Í seks førum
hevur
mótstøðan
verið
stórmeistarar. Síðsta talvið
verður í morgin. Tá er aftur
ein stórmeistari á skránni.
Uttan mun til hvussu tað
gongur í morgin, so hevur
Helgi Dam Ziska tryggjað
sær fyrsta GM normin.
Fyri at gerast GM er neyð
ugt av vinna tríggjar GM
normar.
Helgi Dam Ziska, sum
lesur í Skotlandi, fegnast yvir
avrikið í Riga. Hann sigur, at
næstu ferð, hann fer at hava
møguleikan at stríðast fyri
GM normi, verður í kapping
í Íslandi í oktober.
Í dag hevur Helgi skrivað
føroyska talvsøgu, og vit
fegnast yvir stóra bragdið!
sosialurin@sosialurin.fo
Tað hevur ikki verið serligt fokus á tí, men í hesi vikuni hevur
føroyskur telvari arbeitt nógv og miðvíst fyri at røkka upp um fyrstu
gáttina á leiðini at gerast stórmeistari, og í dag eydnaðist tað
Helgi hevur vunnið GM norm
Vinnara sms'ið í Triða Hálvleiki:
■ Páll Klettskarð var neyvan
tann einasti sum javnadi á
Summarfestivalinum
(KÍ - ÍF)
Besta sms'ið, vinnur eitt atgongumerki
til landsdystin ímillum Føroyar og
Eysturríki 15. oktober 2013
Landsliðsvika: Bæði føroyska A-landsliðið
og U21 landsliðið skulu spæla í vikuni.
A-landsliðið spælir venjingardyst móti Íslandi
í Reykjavík, meðan U21 landsliðið spælir
undankappingardyst móti Írlandi á Toftum.