mánadagur 12. august 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 33 l 12. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
4
vikutíðindi
Størsti sorgarleikurin í lívinum hjá Nils Malmros
er nú gjørdur til film: Hendingin, tá konan í eini
psykosu drap einkardóttur teirra í 1984
Í síðstu viku vitjaði danski filmsleik
stjórin, Nils Malmros, í Føroyum.
Ikki tí, tað hevur hann gjørt javnan
seinastu 19 árini, tá hann fór undir
fyrireikingarnar til Barbaru-filmin,
sum varð upptikin í 1996.
Nils Malmros er kendur fyri at gera
filmar, sum taka støði í hansara egnu
upplivingum. Einasta undantakið er
filmurin um Barbaru. Og í hesum
døgum er hann aftur aktuellur – tí
14. november verður nýggjasti filmur
hansara, »Sorg og glæde« frumvístur.
Hesaferð leggur hann fram fyri
almenningin døkkasta sorgarleikin í
lívi sínum – tað ringasta, sum tú kanst
ímynda tær – tá kona hansara fyri 29
árum síðani í eini psykosu drap níggju
mánaðir gomlu dóttur teirra.
Almenningurin hevur ikki vitað um
hesa hending, sum fór fram í heimi
teirra í Højgbjerg í Århus í februar í
1984. Málið var frammi í miðlunum
tá, men rætturin setti navnaforboð, so
nøvnini hjá familjuni vórðu ongantíð
nevnd í sambandi við hendingina.
Eftir sorgarleikin fekk konan,
Marianne Tromholt, ein viðgerðardóm
í hálvtannað ár. Hjúnini hava tó hildið
saman síðani:
– Tað eydnaðist okkum at finna
eydnuna og kærleikan aftur, og
Marianne, sum er lærari, kom aftur
til arbeiðis sum lærari og kundi liva
eitt vanligt lív, segði Nils Malmros við
Sosialin næstsíðsta vikuskifti.
Nils Malmros hevur so mangan
tikið til úr bókini hjá Jørgen-Frantz
um Barbaru, at:
»Kærleikin er sum login, ið brennur
klárast, tá angistin sum gjóstur heldur
lív í honum...« – og tað er kanska tí, at
hann hevur havt slíkan forkærleika fyri
skaldsøguni, ið sum sagt hevur fingið
hann at gjørt einasta filmin, sum ikki
er tikin úr egnum brósti.
Tá søgan handan nýggja filmin
kom fram í síðsta mánaði, gjørdu
donsku miðlarnir sera nógv burturúr.
Men Nils Malmros heldur tó ikki, at
teir eru farnir út um mark.
– Miðlarnir hava veruliga víst
okkum hógv og verið okkum vinarligar,
bæði nú og í 1984, sigur Nils Malmros,
sum tó heldur, at tað hevur verið í
so ógvusligt at verið kioskbaskari á
forsíðunum í Danmark í tríggjar dagar
á rað.
– Men tá eg nú havi valt at gera
film um hesa hendingina og harvið
almannakunngera sorgarleik okkara,
so havi eg jú boðið bæði fjølmiðlunum
og øllum øðrum at tosa um evnið og
at spyrja okkum nærri um hendingina.
Tað má eg so taka við, og tað geri eg
fegin, sigur Nils Malmros.
Nils Malros hevur enn ikki greitt
nærri frá innihaldinum í nýggja
filminum, uttan tað, at hann snýr
seg um hendan sorgarleikin. Men
pínan hevur fylt nógv í filmunum
hjá Nils Malmros, so nú fáa vit uttan
iva søguna aftan fyri hesa pínu, – ta
ultimativu pínuna, sum tað má vera
at missa sína egnu dóttir undir so
vanlukkuligum umstøðum.
– Tað er rætt, sigur Nils Malmros,
sum tó leggur tó dent á, at fyri tað um
hann tekur støði í sær sjálvum í hinum
filmunum, so er talan tó um fiktión,
meðan tað í nýggja filminum eru egnu
upplivingarnar í sorgarleikinum, hann
vil vísa.
Nils Malros uttan fyri Nýggjustovu – barnaheimið hjá høvuðspersóninum í skaldsøguni hjá
Jørgen-Frantz Jacobsen, sum hann gjørdi til film í 1997. Søguligi persónurin aftan fyri Barbaru,
var sorinskrivaradóttirin Beinta, ella Bente Christine Broberg, sum varð fødd í Nýggjustovu í 1667
Mynd: Álvur Haraldsen
Ger film um
tá konan drap
dóttrina
Fakta um filmarnar
hjá Nils Malmros:
1. En mærkelig kærlighed 1968
2. Lars Ole, 5. c 1973
3. Drenge 1977
4. Kundskabens træ 1981
5. Skønheden og udyret 1983
6. Århus by night 1989
7. Kærlighedens smerte 1992
8. Barbara í 1997
9. At kende sandheden 2002
10. Kærestesorger í 2009
11. Sorg og glæde 2013
Nýggi filmurn hjá Nils Malmros,
Sorg og glæde, verður frumsýndur
14. november.
Høvuðsleiklutirnar sum tey
bæði, Nils Malmros og konan
Marianne Tromholt, hava sjón
leikararnir Helle Fagralid og Jacob
Cedergren. Og Nils Malmros vænt
ar sær nógv av teimum.
– Tey spæla sínar leikutir
meistarliga væl, og eg eri vísur í,
at Helle Fagralid fær eitt rættiligt
gjøgnumbrot við hesum filmi, sigur
Nils Malmros.
Hella Fagralid hevur føroyskar
røtur.
Omma Helle Fagralid var Josta
Fagralíð, sum var ættað úr Leirvík,
men vaks upp hjá Berhard og
Honnu Fagralíð í Klaksvík. Josta
hevði Lillå sum eftirnavn, men tá
ið Benhard og Hanna fingu sær
Fagralíð sum eftirnavn, tók hon
eisini eftirnavnið til sín. Josta varð
gift í Helsingør og fekk tvær døtur.
Onnur teirra er mamma Helle
Fagralid.
Fagralid og Cedergren
í høvuðsleiklutum
Høvuðsleiklutirnar
hava sjónleikararnir
Helle Fagralid og
Jacob Cedergren