mánadagur 12. august 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 33 l 12. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
6
vikutíðindi
Eingin ivi var um, at Mika var nógv
tað størsta pop-navnið á Summar
Festivalinum í ár. Hóast konsertin
hjá honum var longu hóskvøldið, so
var Vágsbøur stúgvandi fullur, tá
konsertin varð hildin, og fyri nakrar
fáar fjepparar gjørdist talan um eitt
kvøld, ið var nakað nógv meira enn tað
vanliga.
Føroya Tele og Norðoya Sparikassi
høvdu hvør í sínum lagi havt
kappingar, har til bar at vinna eina
løtu saman við ensku superstjørnuni.
Til samans vórðu fýra hepnir vinnarar
funnir, og vunnu hesi hvør síni tvey
VIP-pass, har tey eisini sluppu
backstage við Mika. Fyri onkran av
vinnarunum kom hetta eisini sera
óvart á. Viðkomandi var nevnliga við
pápanum til skips, men tá boðini um
vinningin komu fram, varð kósin sett
móti landi, so løtan við stjørnuni ikki
fór fyri skeyti.
Ofta verður tikið til, at kendu
stjørnurnar kunnu vera heldur arro
gantar, men hetta stemplið kann
ikki setast á Mika. Fryntligur og
fyrikomandi gav hann sær góðar
stundir at práta við børnini. Áðrenn
autografar vórðu skrivaðir, vildi hann
hava at vita, hvussu nøvnini hjá
fjepparunum vórðu stavsett, og eisini
royndi hann úttala nøvnini, hóast tað
sum vera man var misjavnt, hvussu
hetta hepnaðist.
Hvussu var og ikki, so gjørdist
talan um eina ógloymandi løtu hjá
fjepparunum, og eingin ivi er um, at
væl verður ansað eftir fartelefonum
og øðrum, sum varð nýtt, tá
autografar og ein innilig heilsan frá
Mika skuldu fáast til høldar.
Føroya Tele og Norðoya Sparikassi eru millum føstu sponsorarnar hjá Summar Festivalinum. Saman
skipaðu tey fyri tiltakið, har nakrir hepnir Mika-fjepparar sluppu at hitta ensku superstjørnuna
Poppaðu við Mika