Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-12, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 33 l 12. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 10 vikutíðindi Summar Festivalurin fekk flúgv­ andi byrjan Summar Festivalurin fekk eina framúr góða byrjan, tá ið heimskendi popp­sangarin Mika hevði sín fram­ førslu á Vágsbøi hóskvøldið. Áhoyrara­fjøldin, sum var tann størsta, ið hevur verið eitt hóskvøld á Summar Festivali, upplivdi Mika í toppformi. Framførslan var topp­ tunað, bólkurin spældi sum ein dreymur, og Mika sang fram­úr­ skarandi væl. Konsertin var ein tann besta, ið nakrantíð hevur verið á Summ­ar Festivalinum. Summar Festivalurin heldur fram fríggja­dagin við framførslum frá føroysk­um og útlendskum bólkum. Høvuðs­navn verður ”Legends- Voices of Rock”. Amerikansku rock­ sang­ara­rnir Joe Lynn Turner, Bill Champ­lin, Robin Beck og Bobby Kim­ball fara at syngja hitt hjá mill­ um annað Rainbow, Chicago og Toto. Eisini ber til at uppliva framførslur við føroyskum bólkum sum Boys In A Band, Flammu, Hans Andrias, Evi, Quarter To Three og Tinganest.