Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-12, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 33 l 12. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 12 vikustjórin Vilja verða nærri kundanum Leygardagin 17. august letur Vodafone nýggjan handil upp í Saltangará. Orsøkin er, at felagið vil verða nærri kundanum, sigur handilsleiðarin hjá Vodafone, Rudi Hammer Leo Poulsen Handilin letur upp í nýggjum hølum við síðuna av Eik Banka. Nema hevur verið umboð fyri Voda­fone í Runavík, men vit vilja fegin verða nærri kundanum fyri at veita eina betri tænastu, og tí hava vit gjørt av at lata okkara egna handil upp í Saltangará, sigur Rudi Hammer. Vodafone hevur handlar framman undan í SMS í Havn og í Klaksvík. – Vit selja fyrst og fremst far­tele­ fonir og so hald, men vit taka eisini inn telefonir til umvælingar. Kunnu vit ikki umvæla tær á staðnum, verða tær sendar til Danmarkar, har vit hava eina avtalu við eitt serviceverkstað, sum so umvælir telefonirnar fyri okkum, sigur Rudi Hammer. Fólk ganga tó ikki telefonleys, meðan teirra telefon er til um­væl­ ingar. – Vit lata sjálvandi fólk fáa eina telefon frá okkum, meðan teirra er til umvælingar, og tað tekur vanliga millum eina og fýra vikur, sigur Rudi Hammer. Men tey veita eisini aðrar tænastur í Vodafonehandlunum. – Um tú skal stovna eitt hald, ella broyta eitt hald, so gera vit tað, og um tú ynskir at fáa ein rudara settan upp, ber eisini til at koma í handlarnar, sigur Rudi Hammer. Tað verður Jákup Jensen, ið verður dagligur leiðari í handlinum í Saltangará. – Tað verður hann, sum fer at arbeiða fulla tíð, og so eitt hálv­tíðar­ starv aftrat í handlinum í Saltangará, sigur Rudi Hammer. Skiftir ímillum Vodafonehandlarnir hava eina breiða viftu av fartelefonum í útboði. – Vit hava øll tey mest kendu og best umtóktu merkini, so sum iPhone, Samsung og Nokia, og so hava vit eisini fingið kinesiska merkið, Huawei, sum er ein sera framkomin fartelefon, sigur Rudi Hammer. Og serliga hetta nýggja merkið er hon glað fyri. – Eg havi fingið mær eina telefon av hesum merkinum, og eg eri ógvuliga glað fyri hana. Talan er um eina stóra smartphone, sum hevur fingið sera góð ummæli og 93 stig út av hundrað í test, sigur Rudi Hammer. Tá tey velja at lata handil upp í Saltangará, er tað fyri at koma nærri kundanum. – Kundar okkara í økinum mugu antin fara til Havnar ella til Klaksvíkar fyri at koma samband við okkum, og tað er ikki nøktandi fyri kundan, sigur Rudi Hammer, sum seinastu tíðina hevur brúkt meginpartin av sínari tíð inni í Saltangará. Hon passar annars tíðina har, sum mest er brúk fyri tí. – Nú tíðin er komin til at lata upp í Saltangará, verða eisini nøkur sera góð tilboð leygardagin, har vit selja nakrar telefonir fyri næstan ongar pengar, sigur Rudi Hammer. Men eisini onnur tilboð verða leygardagin. – Vit fara at hava serlig tilboð upp á Samsung og iPhones hendan dagin. Eisini vera spennandi køtilboð. Angela og Hannibald koma eisini at undirhalda klokkan 13, og seinni fer Signar í Homrum at spæla, sigur Rudi Hammer. Hetta verður klokkan 10.00, og handilin verður opin til klokkan 16.00. – Talan er um spennandi tíðir, tí eg eri spildurnýggj í starvinum, hetta er triðja vikan, sigur Rudi Hammer, sum vit tosaðu við fríggjadagin. Fakta: Navn: Rudi Hammer Starv: Handilsleiðari hjá Vodafone Nú tíðin er komin til at lata upp í Saltangará, verða eisini nøkur sera góð tilboð leygar­dagin