Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-12, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 33 l 12. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 14 vikustólurin Positivur, mál­ rættaður og tolin Lýs teg sjálvan við trimum orðum: Positivur, málrættaður og tolin Hvat merki er bilur tín? WW Golf, stationcar Hvat merki er telefon tín? Iphone 4s Hvør er tín besta summarfrítíðaruppliving? Havi júst verið á einari fantastiskari ferð í Bulgaria, summar sól og avslapping. Men tann mest minningarríkað, man verða fyri nøkrum árum síðani - nýggju vinmen í Sunny Beach. Hvat orð ella hvønan setning nýtir tú oftast? “jaja” Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Hyggi eftir heildini, men persónligheitin er tað, ið hevur mest at siga. Hvat ger teg í góðum lag? Tá sólin skínur, øll fólk kring ein blíva í betri lag tá, og allur dagurin verður lættari at koma ígjøgnum. Hvat stressar teg? Haldi ikki at tað er nakað sum stressar meg stórvegis Hvør er tín yndisrættur? Pizza Hvat gleðir teg? At tað gongur væl við hondbóltinum! Hvar arbeiðir tú? Næmingur í Eik Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu ella øki? Tað hevur altíð ligið væl fyri hjá mær at arbeitt við tølum, so helt tað verða upplagt at velja tað leiðina. Hevur tú nakað húsdjór? Nei Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt? At eg fekk arbeiði í Eik eftir at lærutíðin er liðug Hvør er stuttligasta uppliving tín í starvinum? Var við til at skipa fyri jólafrokostinum í fjør, tað var sera stuttligt og avbjóðandi at skipa fyri eini veitslu fyri so nógvum fólkum, og so var tað eisini sera stuttligt at síggja hvussu væl alt eydnaðist, tá gildið var hildið. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Lurtið eftir ógvuliga fjølbroyttum tónleiki, men yndis bólkarnir eru Muse og Radiohead. Hvat er besta uppfinningin og hví? Smartphone’in, tí her hevur man allar hentleikar í lummanum, og tað ger dagin tað nemmari. Hvat er besta íløgan, tú hevur gjørt? Tað má so verða mín Iphone Hvat er títt besta heimaráð? Lurtað eftir kvinnuni í húsinum ;) Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina millión? Goldið skuld, og farið suðureftir við familjuni Hvat hevði tú gjørt, um tú vann tíggju milliónir? Goldið skuld, keypt nýggjan flottan bil, ferðast við familjuni, og nokk gjørt nakrar íløgur við tí í eftir var. Hvat er best við Føroyum og hví? Tað er, at man hevur alt man hevur brúk fyri tætt at sær, familju, vinir, arbeiði og alt, tað gevur ein tryggleika og ger dagligdagin væl lættari. Hvar ert tú um 10 ár? Vónandi enn í Føroyum, møguliga við størri familju, størri húsi og vónandi eisini við einari góðari útbúgving! Navn: Ári Egason Dam Besta heimaráð er at lurta eftir kvinnuni í húsinum