mánadagur 12. august 2013síða 48
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 33 l 12. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
16
Regatta & Ovastevna
Vikutema
Hjartaliga vælkomin
til regatta á Eiði
Vit í Eiðis kommunu eru sera glað
fyri, at regatta siglingin aftur í ár fer
av bakkastokki á Eiði. Regattaðin er
blivin ein sannur veistludagur fyri
fólkið í Eiðis kommunu, og tískil er
einki at ivast í, at lokala fólkið gleðir
seg, at taka ímóti øllum bátaglaðu
gestunum henda dagin.
Franklin D. Roosevelt segði eina
ferð soleiðis: ”Fyri at koma aftur í
havn, so mást tú fyrst sigla, ikki bara
ankra, og ikki bara fylgja streyminum”.
Hetta er nakað sum allir føroyingar
kenna seg aftur í.
Vit hava lært, at okkum nýtist at
leggja frá landi, fyri at fáa nakað aftur
til havn.
Vit eru fiskivinnutjóð, so vit vita
hvat tað merkir at leggja frá landi,
men tað ið Roosevelt meinti við, var
helst ikki, at vit mugu fáa fiskaða
fongin aftur í havn at virka. Hann
tosaðu um at víðka sín sjónarring og
tora at velja sínar egnu leiðir bæði
sum tjóð og sum einstakligar.
Regattaðin byrjar á Eiði, síðani
verður silgt gjøgnum alt sundalagið
og endar síðani í Nólsoy.
Tá vikuskiftið er farið framvið, tá
fara vit øll aftur í egna havn. Eg vil
siga at regattaðin er ein møguleiki hjá
okkum at víðka okkara sjónarring,
møta nýggjum fólki, fáa góðar upp
livingar í klæðsekkin, sum vit síðani
kunnu taka á land í okkara heimbygd.
Men hvat er tað veruliga vit fáa
heimaftur við? Er tað bert ein sigli
túrur? Mín meining er at vit fáa nakað
heilt serstakt í klæðsekkin eitt tílíkt
vikuskifti. Afturat eini serstakari nátt
úruuppliving, fáa vit eitt samanhald
millum eina stóra fjøld av felags
landsmonnum. Vit syngja felagssangir
sum minna okkum á at vit noyðast
standa saman, sangir so vit ikki
gloyma at vit eru sterk, og sangir sum
gera at vit ikki gloyma hvørji vit eru.
Eisini læra vit børn okkara hvaðani tey
eru, forfedrar okkara hava í øldir
búleikast á havinum, og júst hesin
dagurin er eitt upplagt høvi hjá
familjum at minnast aftur á hesar
menn í bóru landið.
At enda vil eg ynskja øllum eina
góða regatta sigling, og vónandi
venda vit øll heimaftur við fullum
klæðsekki av góðum upplivingum.
Við bátakvøðu:
Jógvan í Skorini,
borgarstjóri í Eiðis kommunu.
Rás2 sendir
frá regattaini
Aftur í ár fer Rás2 at senda frá regattaini,
sum Hósvíkar Róðrarfelag skipar fyri
Leo Poulsen
Eins og undanfarnar regattair, fer
Rás2 eisini at senda frá degnum
í ár.
Tað verða teir báðir, Vilmund
Jacobsen og Heri Simonsen, ið fara
at stýra mikrofonunum,
Teir fara at fylgja regattaini av
Eiði suður gjøgnum Sundalagið, og
fara at gera fleiri prát. Allarhelst
fara vit eisini at ganga bát av báti
á veg suður gjøgnum Sundalagið,
sigur Vilmund Jacobsen.
Sent verður frá tíðindini eru av
fríggjadagin - umleið 17.15-17.20
- og fram til klokkan níggju.
Leygardagin verður so tørnað
til á Sjómannadegnum í Klaksvík,
har Rás2 sendir frá klokkan 11
fyrrapart og fram til klokkan 15.
Eisini har verður nógv forkunn
ugt á skránni, og tað verða eisini
teir báðir, Vilmund Jacobsen og
Heri Simonsen, ið fara at práta við
fólk á Sjómannadegnum.