Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-12, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2013síða 50

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 33 l 12. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 18 Regatta & Ovastevna Vikutema Nógv eru tey somu andlitini Hetta er 13. ferðin, at Hósvíkar Róðrarfelag skipar fyri regattasigling av Eiði til Hósvíkar, og hóast tað gjøgnumgangandi eru tey somu andlitini ár eftir ár, síggjast eisini nyggj og ung regattafólk ímillum, sigur Sarita G. Joensen, forkvinna í Hósvíkar Róðrarelag Leo Poulsen Tað er ofta ein vøkur sjón at síggja regattabátarnar stevna gjøgnum Sundarlagið, og tann sjónin verður eisini at síggja í ár. Hetta er 13. ferðin, at Hósvíkar Róðrarfelag skipar fyri regatta av Eiði til Hósvíkar fríggjakvøld, og víðari til Ovastevnu í Nólsoy leygardag seinna­ part. – Regattain í ár líkist teimum undan­farnu. Tey fyrstu árini vóru tað mest lokalir bátar, ið vóru við, men seinnu árini eru bátar komnir frá nær og fjar, sigur Sarita G. Joensen. Seinastu árini hevur talið á bátunum, ið taka lut á regattaini, ligið beint undir 100, og tað verður roknað við, at talið fer at liggja har á leið eisini í ár. – Tað ræður so nógv um veðrið. Fólk halda seg aftur, um veðrið ikki er so lagaligt, men tað er jú nakað, vit einki fáa gjørt við, sigur Sarita G. Joensen. Skikkar veðrið sær, vænta tey um­ leið sama luttakaratal, sum udan­farin ár. Sum vant savnast bátarnir á Eiði fríggjadag seinnapart. - Lagt verður so frá landi klokkan 17 og siglt suður gjøgnum Sundalagið. Tað ganga vanliga einir tríggir tímar, til allir bátarnir eru komnir til Hósvíkar, og so verður farið niðan í bygdarhúsið at eta døgurða, sigur Sarita G. Joensen. Hetta er galdandi fyri tey, ið hava bílagt døgurða, og tað verður gjørt, tá luttøkugjaldið til regattaina verður keypt. – Fólk fáa tá eina blusu, sum samstundis er atgongumerki til re­ gatt­aina, døgurðan og morgunmatin leygarmorgun, sigur Sarita G. Joen­ sen. Rás2 sendir Eftir døgurðan fríggjakvøldið, sum vanliga varir einar tveir tímar til­ samans, ber so til at gera seg kláran til dansin. – Dansurin byrjar á miðnátt, og í ár eru tað Hans Jakku Hjelm og vinmenn, sum fara at spæla, sigur Sarita G. Joensen. Til dansin eru tað ikki bert regattafólkini, ið svinga um, men eisini vanliga bygdarfólkið dansar við. - Tað hevur gingið rættiliga væl at fingið sponsorar til regattaina í ár. Vit hava fingið tilsamans 11 sponsorar, harímillum eisini sponsorar til Rás2, sum fer at senda frá regattaini, sigur Sarita G. Joensen. Hon heldur, at Rás2 við sínum sendingum varpar ljós á regattaina og skapar ein góðan stemning. – Vit føla, at tað hevur stóran týdning at Rás2 sendir frá regattaini, tí tað kann eisini verða við til at lokka fólk at koma á regatta, sigur Sarita G. Joensen. Hon heldur annars, at fólk hava tikið regattaina til sín. – Vit kenna, at fólk eru glað fyri regattaina, og kommunan hevur eisini verið ófør at gera keiøkið klárt við streymi og flótibrúgvum, sigur Sarita G. Joensen. Trygdin er sett í hásæti Fyrr vóru tað lokalar kreftir, ið tóku sær av trygdini, men seinnu árini hevur Lív Rescue og Eiðis Bjargingarfelag staðið fyri trygdini, sum vit seta ógvuliga høgt, sigur Sarita G. Joensen. Tey hugsa um regattaina so at siga alt árið, og í ár byrjaðu tey tíðliga at leggja til rættis. – Eg haldi, at vit byrjaðu longu í mars/apríl at leggja so smátt til rættis. So er bara at vóna, at veðrið fer at skikka sær, sigur Sarita G. Joensen, forkvinna í Hósvíkar Róðrar­ felag. Gera mat til 700 fólk Marita í Brekku­ num er ein av kokkunum á regattaini, og tey matgera á hvørjum ári til upp til 700 fólk Leo Poulsen Døgurðin fríggjakvøld hevur øll árini verið fastur táttur á re­ gattasiglingini. - Vit gera fast eina matskrá til døgurðan fríggjakvøld. Tað er ein grýturættur, sum vit fáa marineraðan frá Krás, og so lata vit rísa og flutes afturvið, sigur Marita í Brekkunum, sum hevur verið fastur kokkur seinastu árini. Hon heldur, at regatta­fólki­ num dáma væl at koma í bygdarhúsið til ein bita. – Serliga ungu fólkini dáma væl at koma í bygdarhúsið. Vit dekka upp til umleið hálvt­ annaðhundrað niðri undir, og tað passar rættiliga væl, tí fólk koma í bólkum, alt eftir, nær tey koma til Hósvíkar, sigur Marita í Brekkunum. Tað plagar tískil at vera fult hús í bygdarhúsinum. – Tað eru tó summi, sum heldur vilja grilla sína egnu matskrá umborð á bátunum, serliga tá talan er um størri bátar, sum hava møguleika at grilla, sigur Marita í Brekku­ num. Tær eru fast tíggjar, sum taka sær av døgurðanum, men viðhvørt bæði fýra og fimm. – Vit byrja umleið klokkan 13 at gera matin til, og tá vit hava verið við so leingi, vita vit nágreiniliga, hvat vit skulu gera. Tá gongur alt jú skjótari, enn um talan var um nýggj fólk hvørja­ ferð, sigur Marita í Brekkunum. Hon heldur tó, at tað ger einki, um nýggj fólk taka við. – Summi ár hava vit ungar gentur, ið vilja læra, men fyri okkum eldru er talan um eitt afturvendandi tiltak, tá komið er nakað inn í august, sigur Marita í Brekkunum. Hetta er kortini nakað, tær tíma væl, og umstøðurnar eru eisini góðar í bygdarhúsinum. - Vit hava bæði gassgrýtu og gasskomfýr, so køkurin er góður. Og eg haldi, at bygdarfólkini eru góð við húsið, sigur Marita í Brekkunum, sum aftur í ár verður ein av kokkunum til regattaina. Sarita G. Joensen, forkvinna í Hósvíkar Róðrarfelag