mánadagur 12. august 2013síða 52
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 33 l 12. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
20
Regatta & Ovastevna
Vikutema
Vit hjálpa bara til so hissini
Róðrarfelgið í Hósvík hevur verið óført at skipa fyri, og vit í kommununi
hava ikki gjørt annað enn tað, tey hava spurt um. Restina hava tey klárað
sjálvi, sigur Heðin Zachariassen borgarstjóri i Sunda kommunu
Leo Poulsen
Tað er ikki tað stóra, ið Sunda kom
muna ger upp undir regattaina hjá
Hósvíkar Róðrarfelag, men okkurt er
kortini.
– Tey hava biðið um bátabrúgvar,
og har fara vit at flyta tær, vit hava
liggjandi í Hvalvík yvir til Hósvíkar,
sigur Heðin Zachariassen.
Men tað eru eisini lutir, ið hann
heldur eru kommunalar uppgávur.
– Slíkt, sum at veita streym til
bátarnar meti eg er ein kommunal
uppgáva, so har hava vit traðkað til og
lagt streym til, sigur Heði Zacharias
sen.
Men burtursæð frá hesum, er tað
ikki tað stóra, kommunan sum so
ger.
– Vit rudda sjálvandi, og lata eisini
regattaina draga upp á arbeiðsfólkið
hjá kommununi, men vit ansa væl
eftir, at regattain ikki endar sum ein
kommunal uppgáva. Men fólkið hjá
róðrarfelagnum hava verið fantastisk
sjálvi at tikið sær av so at siga øllum,
sigur Heðin Zachariassen.
Hann heldur, at talan er um eitt
sera gott tiltak, sum var eindømi, tá
fyrsta regattain varð fyriskipað.
– Tað eru nógv fólk at síggja
fríggjakvøldið, og nú eru eisini hús
vognar byrjaðir at koma. Men tað er
framvegis bátarnir, sum tað snýr seg
um fyrst og fremst, sigur Heðin
Zachariassen.
Øll taka lut
Regattain savnast sum kunnugt á Eiði
fríggjakvøldið, áðrenn lagt verður til
brots suður gjøgnum Sundalagið.
– Vit skulu eisini minnast til, at tað
finst einki betri og tryggari pláss at
halda eina regatta, enn júst í Sunda
lagnum, bæði hvat veðri og vindi og
streymi viðvíkur, sigur Heðin Zacha
riassen.
Hann heldur eisini, at fólk yvirhøvur
eru við upp á tað.
– Fólk syrgja fyri, at tað er reint og
ruddiligt, og serliga, at bøurin er sligin,
so pláss verður at seta upp tjaldini,
sigur Heðin Zacharissen.
Umstøðurnar eru eisini góðar í
Hósvík til at fyriskipa einari regatta.
– Onkuntíð hevur tjald verið sett
upp á havnarlagnum, men annars
haldi eg sjálvur, at bygdarhúsið er eitt
frálíkt hús at hýsa regattafólkinum.
Og tað er eisini ógvuliga trygt, tí tú
kanst ganga undir høvuðsvegnum
gjøgnum ein tunnil fyri at koma niðan
í bygdarhúsið, sigur Heðin Zacharias
sen.
Burtursæð frá fyrsta árinum er
regattain endað í Nólsoy eftir miðdag
leygardag.
– Eg haldi, at fólkið dámar væl at
regattain endar á ovastevnu, og so
fara bátarnir hvør til sítt um mið
dagsleitið sunnudag, sigur Heðin
Zachariassen.
Bílig
regatta
Eitt, sum hevur
eyðkent regatt
aina, sum Hós
víkar Róðrarfelag
skipar fyri, er
luttøkugjaldið, ið
einans er 150
krónur fyri hvønn
Leo Poulsen
Tað skal eingin fara á heysin av
at taka lut á Regatta 2013,
sum Hósvíkar Róðrarfelag skip
ar fyri á 13. sinni.
Kostnaðurin er bert 150
krónur fyri hvønn, og tá fær tú
eina T-shirt, umframt atgongd
til døgurðan í bygdarhúsinum
fríggjakvøldið og morgunmat
leygarmorgunin.
Dansurin fríggjakvøldið við
Hans Jacob Hjelm og vinmonn
um er tó ikki við í luttøku
gjaldinum, men kostar fram
vegis bert 150 krónur.
Seinnu árini hevur verið
traditión fyri, at kappróðrarbátar
eisini taka lut í regattaini, og
soleiðis verður væntandi eisini í
ár. Og fyri kappróðrafólkið verða
serligir prísir galdandi.
– Vit hava valt at geva
teimum ein avsláttur soleiðis,
at kappróðrafólkið bert rindar
100 krónur, men fáa somu
ágóðar sum onnur, sigur Sarita
G. Joensen, forkvinna í Hósvíkar
Róðrarfelag.
Sama er galdandi fyri limir i
Hósvíkar Róðrarfelag.
– Teir sleppa esini við at
rinda 100 krónur, og so annars
taka lut í tiltøkunum, sigur
Sarita G. Joensen.
Hon sigur, at kampingvognar
somuleiðis eru vælkomnir, ein
asta treyt er, at teir eisini rinda
sama luttøkugjald, sum hini.
Tilmelding fer fram við at
ringja á 580317/722503 ella
við at senda ein teldupost á
hosvik79@gmail.com
Seinasta freist at melda til
er mikukvøldið 14. august.
Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu