mánadagur 12. august 2013síða 58
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 33 l 12. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
26
Sjómannadagar Klaksvík
Nú stendur Sjómannadagurin aftur
fyri framman, og eftir okkum bíða
nakrir sera hugagóðir og hugnaligir
dagar í Klaksvík. Sjómannadagurin er
ikki bert ein einstakur dagur, hóast
leygardagurin er tann stóri dagurin.
Fyrireikararnir hava á sera hepnan
hátt megnað at fingið spennandi og
gevandi tiltøk á skrá fleiri dagar í
vikuni, og tað fegnast vit um.
Tað er upplagt, at ein tjóð sum
tann føroyska hevur Sjómannadag, og
einki er meira upplagt, enn at hesin
dagurin verður hildin í Klaksvík, sum
er fiskivinnuhøvuðsstaður í Føroyum.
Fyrr í ár hildu vit Fish Fair stevnuna
her í býnum, og nú verður eisini farið
á Stengurnar, á sjógvin og aðrastaðni
fyri nøra um áhugan fyri okkara
høvuðsvinnu og geva fólki innlit í tað,
sum fer fram í vinnuni.
Klaksvík,
sum
er
vetur
fyri
Sjómannadagin, hevur verið við í
fremstu røð í føroyskari fiskvinnu í
nógv ár. Fiskivinnusøgan her í økinum
er meiri enn hundrað ára gomul. Tað
vóru einstaklingar og feløg, sum sóu
møguleikarnar og løgdu nógv fyri, tá
ið bátar og skip vórðu fingin til vega,
so tað skuldi bera til at royna bæði
á nærleiðum og fjarleiðum. Á sjónum
hevur menningin verið stútt og
støðug, og samanspælið hevur verið
gott og nátúrligt við virkini á landi,
sum hava virkað veiðuna, og við virkir,
sum hava havt við veitingar til skipini
og fiskavirkini at gera.
Klaksvík hevur eisini livað við og
av fiskivinnu, og fiskvinna á sjógvi
og landi var grundarlagið, tá ið
fólkatalið í økinumfaldaðist fleiri
ferðir fyrra partin av tjúgundu øld.
Hóast krøvini eru nógv broytt, og
tað nú ikki er neyðugt við so stórum
manningum, sum tað plagdi at vera,
so er týdningurin av fiskivinnuni
og øllum tí, sum er knýtt at henni,
framvegis ógvuliga stórur í Klaksvík
og
Norðoyggjum
annars.
Skip
og virki fylgja við í tøknfrøðiligu
avbjóðingunum og nýggju krøvunum
innan eitt nú umhvørvi. Útbúgvingar
eru mentar, nýggjar fyritøkur innan
sjóvinnu síggja støðugt dagsins
ljós, og gomul tænastuvirki hava
endurnýggjað
seg,
so
tey
eru
kappingarfør, bæði innanlands og
uttanlands.
Sjómannadagurin setir á hugaligan
og hepnan hátt sjóneykuna á sjógvin,
fiskivinnuni, og tað, sum hevur tilknýti
til hana. Stuttligt er at síggja, børn
og vaksin í vatnkríggi, fylgja øðrvísi
kappingum millum sjómenn og onnur,
fylgja kjaki og fyrilestrum, síggja
fiskar í kørum og annars verða við til
ein dag, sum minnir okkum á, hvat tað
er, vit í stóran mun liva av sum fólk
og tjóð.
Eg vil takka fyrireikarunum fyri
gott arbeiði og áhaldni øll hesi árini,
og eg vil bjóða øllum hjartaliga væl
komin á Føroya Sjómannadag 2013.
Jógvan Skorheim
borgarstjóri í Klaksvíkar
kommunu
Vælkomin á
Sjómannadagin
Sjómannadagar