mánadagur 12. august 2013síða 60
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 33 l 12. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
28
Sjómannadagar Klaksvík
Leo Poulsen
Hetta er níggjunda árið, at skipað
verður fyri Føroya Sjómannadegi,
og hann hevur longu vaksið seg so
stóran, at neyðugt hevur verið at
spjeitt hann út yvir eina heila viku upp
á tað nærmasta.
Tiltøkini á Sjómannadegnum eru
eisini økt í tali, og aftur í ár verður
okkurt nýtt at síggja.
Ein tyrla hjá Atlantsflog verð
ur sýnd fram á økinum framman
fyri brandstøðina niðri á havnarlag
num, og har ber til hjá fólki at síggja,
hvussu ein tyrla sær út innan.
Tyrlan verður eisini við í stóru
bjargingarroyndini, sum skipað verður
fyri leygardagin saman við bjargingar
feløgum og teimum báðum bjarging
arbátunum, Lív Rescue og Ziska.
- Vit hava í ár eisini roynt at
savna allar teir stóru útróðrarbátar
nar saman og fáa teir til Klaksvíkar
til Sjómannadagin, sigur Eyðstein
Poulsen, ið saman við Karl Birgiri
Isaksen og John William Joensen hava
staðið á odda fyri Føroya Sjómanna
degi frá byrjan av.
Okkurt annað nýtt verður eisini at
síggja á Sjómannadegnum.
- Ætlanin er at spenna eitt smá
bátatrol upp á keiini, so fólk kunnu
síggja, hvussu eitt slíkt trol virkar,
sigur Eyðstein Poulsen.
Eitt annað forkunnugt og aftur
vendandi, er uppskering av einum
grindahvali.
- Tað verður eisini á skránni í ár, og
tað verður Dorethe Block, sum fer at
greiða frá, meðan upp verður skorið,
sigur Eyðstein Poulsen.
Og so verður eisini møguligt at
smakka ymiskar matvørur úr sjónum.
- Tað verður kendi kokkurin, Leif
Sørensen, sum saman við øðrum fara
at skipa fyri matroyndum úr havinum,
og so skulu teir eisini velja Føroya
besta skipskokk. Men eg má viðganga,
at eg veit ikki, hvørji kriteriir, teir fara
at leggja seg eftir, sigur Eyðstein
Sørensen.
Nógv fyri børnini
Vatnkríggj verður aftur í ár.
- Tað hevur víst seg, at vatnkríggið
er ógvuliga væl umtókt og vit rokna
við, at Brimil aftur verður ein partur
av tí í ár. Og vatnkríggið ger øll gar
vill eisini tey tilkomnu, sigur Eyðstein
Poulsen.
Annars gleðir hann seg persónliga
til tiltakið, sum verður í Ósáskúlanum
hóskvøldið.
- Har fer Hans Ellefsen at greiða
frá einari ph. ritgerð, hann hevur gjørt,
sum út í æsir greiðir frá makrelsam
ráðingunum millum strandalondini.
Og eisini fer Bjørn Kunoy frá um
sitingini at geva sítt íkast, áðrenn
pallborðsfundur verður, sigur Eyðstein
Poulsen.
Heldur ikki børnini verða gloymd á
Sjómannadegnum.
- Eik Banki fer at skipa fyri ein
um basari, har møguleiki verður hjá
børnum at leita eftir gulli. Hetta
verður alt gjørt soleiðis, at tað er
ókeypis hjá børnunum at verða við,
sigur Eyðstein Poulsen.
Somuleiðis verða kør sett upp við
krabbum og ymsum fiskasløgum.
- So tað verður nóg mikið
hjá børnunum at taka sær til á
Sjómannadegnum, sigur Eyðstein
Poulsen.
Ein onnur broyting verður á sjó
mannadegnum í ár.
- Vit fara at hava tveir pallar í
staðin fyri bert tann eina, sum vanligt
er. Orsøkin er, at Angela og Hannibald
skulu framføra, og fyri at geva pláss
fyri tí, hava vit valt at hava ein stóra
pall og ein lítlapall, sigur Eyðstein
Poulsen.
Leif Sørensen og Føroya
besti skipskokkur
Føroya Sjómannadagur økist í vavi, og byrjar longu týsdagin, og endar ikki fyrr enn sunnudagin. Fleiri nýggj
tiltøk eru við hesaferð, millum annað fer Leif Sørensen at borðreiða við smakkroyndum úr havinum