mánadagur 12. august 2013síða 62
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 33 l 12. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
30
Sjómannadagar Klaksvík
Leo Poulsen
Jan Højgaard hevur verið fastur fúsur
á Sjómannadegnum í Klaksvík, heilt
frá tí at dagurin á fyrsta sinni varð
hildin.
- Hetta er eitt ógvuliga gott stig,
sum er tikið, við hópinum av ymsum
áhugaverdum tiltøkum, sigur Jan Høj
gaard.
Sjálvur er hann ikki í iva um, hvat
honum sjálvum dámar best við Sjó
mannadegnum.
- Tað er egnikappingin. Hana eri eg
altíð til. Eg havi jú engt sjálvur heilt
frá barnsbeini av, og til eg fór í land
fyri nøkrum árum síðani, so tað hevur
sjálvsagt mín serliga áhuga, sigur Jan
Højgaard.
Hann vildi ynskt, at fólk tóku dagin
meira til sín.
- Eg vildi ynskt, at fólk gjørdu sær
meira ómak at vita meira um okkara
høvuðsvinnu. Serliga galið haldi eg
tað er í Havn, har fólk vita alt ov lítið
um høvuðsvinnuna. Íslendingar eru
nógv meira tilvitaðir um íslendsku
fiskivinnuna, enn føroyingar eru sum
heild, sigur Jan Højgaard.
Hann er ógvuliga fegin um, at Sjó
mannadagurin er komin í Føroyum.
- Fyrireikararnir eiga nógv rós uppi
borið fyri tað stóra arbeiði, teir leggja í
dagin, tí tað skal ein rúgva til at stápla
øll hesi tiltøkini upp á beinini, sigur
Jan Højgaard.
Hann vísir á, at alt arbeiði verður
gjørt sjálvboðið.
- Eg haldi als ikki, at tað hevði bor
ið til at gjørt ein slíkan dag í Havn, tað
hevði slettis ikki latið seg gjørt, sigur
Jan Højgaard.
Føroyski siðaarvurin
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag
fegnast um mongu tiltøkini, ið eru á
Sjómannadegnum.
- Tað ræður um at varpa ljós á sjó
lívið, tí vit vita, at eitt arbeiðspláss á
sjónum, skapar tíggju arbeiðspláss á
landi, og tí eiga vit at leggja doyin á
at útvega fleiri arbeiðspláss á sjónum,
sigur Jan Højgaard.
Tí harmast hann um, at vitanin er
so lítil millum fólk um høvuðsvinnu
okkara.
- Fólk eru so standhaftig og vilja
ikki koma til fornuft, slær Jan Høj
gaard fast.
Hinvegin er hann ógvuliga fegin
um, at so nógv verður gjørt fyri børn.
- Sjómannadagurin er eitt gott til
tak fyri børn eisini, og har eru kør við
krabbum og fiski, sum tey kunnu hug
na sær við, sigur Jan Højgaard.
Hann heldur eisini, at mynstrið í
føroysku fiskivinnuni er broytt.
- Fyrr var tað meira róligt á há
sumri, men seinastu árini hevur verið
eitt stórt fiskarí eftir makreli, og har
ræður sjálvandi um at fáa sum mest
burtur úr, sigur Jan Højgaard.
Hann heldur, at Sjómannadagurin
í stóran mun byggir á føroyska sið
venju.
- Alt arbeiðið er gjørt sjálvboðið,
og tað er nakað, ið merkir føroyska
siðvenju. Eisini hetta, at skera upp ein
grindahval, er føroysk mentan, men
samstundis er føroyski siðaarvurin so
viðhvæmur, at vit eiga at gera alt fyri
at varðveita hann, sigur Jan Højgaard.
Hann verður aftur í ár, eins og
undanfarin ár, fastur fúsur á Sjó
mannadegnum.
Ein øgiliga góður dagur
- Eg havi verið við øll árini, og verið eisini við í ár. Hetta er ein ógvuliga góður dagur, og fyrireikararnir eiga
stórt rós uppiborið fyri at skipa fyri degnum, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag
Leo Poulsen
Eik Banki er gamal og góður stuðul
hjá Føroya Sjómannadegi.
- Her er talan um høvuðsvinnu
okkara, og sum annar av stóru banku
num meta vit tað hava stóran týdning
at hjálpa til tað vit kunnu til eitt slíkt
tiltak, sigur Súni Schwartz Jacobsen,
stjóri í Eik.
Hann heldur, at daguin hevur
stóran týdning fyri føroyska fiski
mannin, men eisini fyri fólk yvirhøvur.
- Hetta er eitt kærkomið høvi hjá
føroyskum sjómonnum at hittast til
gaman og álvara, og sjómannadagurin
er eftir hondini vorðin so stórur, at
hann rættiliga sæst aftur í gerandis
degnum, sigur Súni Schwartz Jacob
sen.
Hann skilir, at slík tiltøk eru trupul
at stápla upp á beinini.
- Tað er fyri okkum ikki bert ein
spurningur um at stuðla einum tiltaki,
tí hetta er eisini ein íløga fyri bankan
at verða við í, sigur Súni Schwartz
Jacobsen.
Hann sigur, at nógv gevandi tiltøk
verða við á Sjómannadegnum, og
nevnir serliga tiltakið hóskvøldið.
- Tá verður fyrilestur hjá Hans
Ellefsen, phd, um samráðingarnar
um uppsjóarfiskin, har eisini lands
styrismaðurin í fiskivinnumálum og
løgmaður luttaka, og tað tykir mær
er rættiliga áhugavert, sigur Súni
Schwartz Jacobsen.
Hann heldur, at tað hendir nakað í
Klaksvík um sumrarnar.
- Har er jú Norðoyastevna, og nú í
august eru so bæði Summarfestivalur
og Sjómannadagur, so sigast má, at
talan er um eitt virkið fólk, sigur Súni
Schwartz Jacobsen.
Hann fór av landinum fríggjadagin í
farnu viku, men verður aftur hósdagin
í hesari vikuni.
- Eg var burturstaddur Sjómanna
dagin í fjør, men annars havi eg verið
við til teir allar, og eg ætli mær eisini
at vera við til dagin í ár, sigur Súni
Schwartz Jacobsen.
Hann heldur, at dagurin er eitt
gott høvi at varpa ljós á høvuðsvinnu
okkara.
- Og tað er eisini í tráð við hugsan
ina, at dagurin verður hildin í Klaksvík,
ið verður nevndur fiskivinnuhøvuðs
staður Føroya, sigur Súni Schwartz
Jacobsen, stjóri í Eik Banka.
Vilja fegin stuðla høvuðsvinnuni
Eik Banki hevur verið høvuðsstuðul hjá Sjómannadegnum í longri tíð, og Súni Schwartz
Jacobsen, stjóri, sigur, at tey halda tiltakið hava stóran týdning, og tí fegnir stuðla