mánadagur 12. august 2013síða 64
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 33 l 12. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
32
Sjómannadagar Klaksvík
KBI: Veitari til allar Føroyar
– Vit veita vøru og tænastu til allar Føroya, og tí hava vit eisini ein lastbil og ein stóran vøruvogn. Og vit hava
kundar um alt landið, í Suðuroy eins væl og í Klaksvík, sigur Rannvá Isaksen, dóttir til stjóran, Karl Birgir Isaksen
Leo Poulsen
KBI lat upp sama dag, sum skotið var
ígjøgnum Norðoyatunnilin.
– Tað tók sjálvandi eitt ár at gera
tunnilin lidnan, men handilin lat upp
sama dag, sum skotið varð ígjøgnum
í 2005, sigur Rannvá Isaksen, dóttir
Karl Birgir.
Hon hevur arbeitt í felagnum hjá
pápanum, men fer eftir summar
steðgin niður til Danmarkar at nema
sær størri vitan.
– Vit hava alt møguligt í handlinum.
Vit selja amboð, vaskiútgerð til vinn
una, hitapumpur og smyrjiolju frá
Castrol, sigur Rannvá Isaksen.
Castrol umboðið fingu tey næstan
beinanvegin, tey byrjaðu.
– Vaskievnið kallast Arrow og er
enskt og er ætlað vinnuni, fyritøkum
og stovnum, og umfatar eina breiða
viftu av ymiskum vaskievnum, sigur
Rannvá Isaksen.
Fyritøkan umboðar eisini SKF-
leigir.
– Og tað eru leigir í øllum støddum
heilt frá teimum allarsmæstu og upp
til heilt stór í 100.000 krónur flokk
inum, sigur Rannvá Isaksen.
Tey hava gass at selja.
– Har er talan um bæði vanligt gass
og so gass til sveisiútgerð, og annars
hava vit eina røð av kemikalium frá
enska Wilhelmsen, ið verða nýtt um
borð á skipum, sigur Rannvá Isaksen.
10 fólk í starvi
Tey hava kundar um allar Føroyar,
og tí er neyðugt hjá teimum at vera
mobil.
– Vit hava 10 fólk í starvi, og
tað er gerandisdagur hjá okkum
at koyra landið runt við vørum ella
tænastum. Vit hava ein lastbil og
ein stóran vørubil, at koyra vørur út
við, umframt seks vanligar bilar, sum
eru í hvørjum króki í landinum, sigur
Rannvá Isaksen.
Tey hava eisini ein maskinmann í
starvi.
– Hansara arbeiði er í stóran mun
at gera termograferingar umborð á
skipi. Tað merkir í stuttum, at hann
kannar motorin fyri lekar, eins og gjørt
verður við hús. Og so ger hann eisini
viberatiónsnoteringar av motorunum
fyri at tryggja, at teir eru væl botn
festir, sigur Rannvá Isaksen.
Tey hava eina rúgvu av amboðs
merkjum til sølu.
– Vit hava eini 20 ymisk umboð upp
á ymisk amboð, umframt hydraulikk
skipanir og turkipappír, sum verður
nýtt umborð á skipum og á virkjum,
sigur Rannvá Isaksen.
Seta æru í at veita
KBI byrjaði í tí stilla.
– Pápi byrjaði í kjallaranum, og
hevur hesi árini arbeitt fyritøkuna
upp. Tað var rættiliga skjótt, at vit
fingu umboð upp á eitt nú Castrol
og Arrow, og vit selja nógv av báðu
merkjum. Russar koma heldur til Før
oya at keypa Castrol smyrjiolju, sjálvt
um hon eisini er at fáa í Noreg, sigur
Rannvá Isaksen.
Teir hava eisini umboð upp á evnið
Wencon.
– Talan er um eitt bleytt evni, sum
kemur stak væl við, tá til dømis skip
fáa leka á eitt rør umborð, meðan tey
eru til fiskiskap. Evnið er bleytt, tá tað
verður smurt á staðið, har tað lekur,
og eftir stuttari tíð er tað vorðið hart,
og lekin steðgaður Harvið sleppur
skipið undan at leggja stilt, meðan
lekin verður umvældur, ella í ringasta
føri sleppur skipinum undan at fara til
lands, sigur Rannvá Isaksen.
Eisini hava tey hjá KBI sett eina
æru í at verða veitingartryggir.
– Hava vit ikki eina vøru á goymslu,
gera vit okkara ítarsta fyri at útvega
vøruna so skjott sum tilber. Vit hava
eisini veitt vørur og tænastur til skip
uttan fyri Føroyar, eitt nú í Noreg ella
heilt suðuri í Afrika, sigur Rannvá
Isaksen hjá KBI.
leo@sosialurin.fo
Sosialurin
Tekna teg sum haldara fyri einans
kr. 380,- um ársfjórðingin
haldaralepi
Boks 76, FO-110 Tórshavn
Ja takk!
Eg ynski at tekna meg sum haldara av nýggja Sosialinum,
og fái blaðið borið út tríggjar ferðir um vikuna
Navn:
Bústaður:
Telefon:
teldupost:
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64