Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-12, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2013síða 68

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 33 l 12. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 36 Sjómannadagar Klaksvík Móttøka fyri Livari Nysted Ocean Rowing Society váttar, at Livar Nysted er fyrsti persónur ið hevur róð tvey ymisk høv sama árið. Yvir Atlants­ havið frá Gran Canaria til Barbados í januar og februar í ár, og nú Indiska Havið sama árið. Á sjómannadegnum leygar­dagin 17. august verður stór móttøka fyri Livar Nysted Livar Nysted eigur nú trý met. Á heimasíðuni hjá ORS stendur ímorgun: Congratulations on setting a new speed record for rowing the Indian Ocean and becoming the first team of three to row any ocean and Livar Nysted – on becoming the first person to row two oceans in one year!!! Livar Nysted er ikki ein hvør tí hann eigur nú trý heimsmet: 1. Tann skjótasta túrin yvir Indiska havið. 2. Eru teir fyrstu sum hava róð um eitt hav í báti við trimum monnum. 3. Livar Nysted er fyrsti persónur í heiminum sum hevur róð um tvey høv í sama árið. Stór móttøka á Føroya Sjómannadegi Leygardagin 17. august verður stór móttøka á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík, og sambært fyrireikarunum verður hetta nærri lýst mánadagin. Umframt móttøkuna verður Livar Nysted at hitta á Sjómannadegnum í hølunum hjá ANTARES, sum er felag hjá føroysku útisiglarunum. Sambært Livari verður ymiskt for­vitnisligt at síggja hjá fólki tí millum annað hevur hann tikið nakað av tí, sum teir tríggir livdu av teir 57 dagar­ar vit róðu um Indiska havið. Millum annað ótu teir 2000 Mars og Twix. Umfatandi og rúgvusmikil skrá Sjómannadagurin er vaksin í vavi seinnu árini, og hesaferð røkkur dagurin út yvir eina heila viku. Men nógv forvitnisligt er á skránni Leo Poulsen Lagt verður til brots longu mána­ kvøldið, tá filmarnir, »Haggreiðing um­borð« og Fishery management«, sum Fiska­marknaður Føroya hevur latið gjørt, verða sýndir. Og so gongur tað slag í slag og týsdagin verður skráin almanna­kunn­ gjørd í Eik Banka. Í ár eru 100 ár liðin, síðani Skarðs­ báturin gekk burtur, og tað verður nógv gjørt burtur úr. Týskvøldið verð­ ur fyrilestur um bátsvanlukkurnar Tokkals­messudag 1913, og dagin eftir verður minnisvarði reistur á Skarði í Kunoy. Mikudagin verður somuleiðis móttøka í sambandi við bókaútgávuna »Stállínuskiini – ein nýggj byrjan 1956-1961«, sum Sigmar Bláberg hevur skrivað. Hósdagin verður eitt stórt tiltak i Ósáskúlanum, har kjakfundur verður um fiskivinnupolitikkin. Hans Ellefsen fer at greiða frá sínari phd ritgerð, sum viðgerð samráðingarnar millum strandalondini um sild og makrel, og síðani verður pallborðsfundur, har eitt nú Jacob Vestergaard og Kaj Leo Holm Johannesen luttaka. Fríggjadagin 16. august verður Sjó­manna­dagurin rættiliga skotin í gongd. Tá verður fiskikapping fyri børn, og klokkan 19 byrjar stóra vatn­ kríggið á vágni, har Brimil fer at taka lut. Dagurin endar við stórari útikonsert á Stangabrúnni. Drúgvur dagur Sjálvur Sjómannadagurin verður sum vant leygardagin, og lagt verður fyri við stóra morgunmatarborðinum klokk­an 10. Síðani koma føroysku træseglskipini at bryggju, og klokkan 10.45 bjóðar Jógvan Skorðheim vælkomin og síðani setur Jacob Vestergaard alment Sjó­ mannadagin. Úr drúgvu skránni kann nevnast, at eftir setanina skal flottasta og mest vælsmakkandi heimabakaða køkan finnast, og millum klokkan 13 og 17 verður møguleiki hjá fólki av smakka føroyska matvøru, framleidd úr rá­vørum úr sjónum. Tað verða Leif Sørensen og aðrir góðir kokkar, ið standa fyri. Í ár verða tveir pallar í staðin fyri tann eina, sum hevur verið vanligt, og á minna palli fer Klaksvíkar Sjón­ leikar­felag at framføra kvæði um kópa­konuna klokkan 13, 16 og 17, meðan Angela og Hannibal framføra klokkan 15. Á stóra palli verður byrjað klokkan 12 við at Føroya besti skipskokkur skal finnast, og kappingin verður um at steikja bestu fiskafrikadellurnar. Klokkan 13 verður FM í trolbøting, og klokkan 13.45 verður stór bjarg­ ingar­roynd við luttøku av tyruni, Norð­ oya Bjargingarfelag og Sløkkiliðnum. Klokkan 14.45 byrja so mongu kappingarnar á Sjómannadegnum, so sum Skipalistaquizzin, svimjikapping á vágni, FM í at vinda upp hespur í noða, kasta lodd, halda dregg, kasta fang­línu, FM í sjómanstaki, kelving og agnskering. Klokkan 19 verður so FM í egning, og tá hon er liðug, verður felagssangur við sjómansvísum í stóra tjaldinum. Dagurin endar við dansi í tjaldinum á bryggjuni. Sunnudagin verður so sjó­manna­ gudstænasta í Christianskirkjuni.