Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Rógvi Thomsen Tíðargrein síða 24 Leið meg út á villar víddir... Tøkni Síða 12 Peng­ar­ nar verd Tað eru ófrættakend tíðindi, ið vit hava frá Tórshavnar Kommunu í dag, at tíggjunda hvørt dag­stovn­a­ pláss stendur tómt. Fara vit aftur til aldaskiftið, so vóru um 300 børn fødd í høv­uðs­ stað­num um árið, meðan talið nú er dal­að niður á 240-260 børn um ár­ið. Tað eru ikki meira enn um fýra mánaðir síðani, at stór heildarætlan um fólkaflyting og fólkavøkstur varð løgd fram. Endamálið við hesi heildarætlan var at vísa á átøk, sum kundu vera við til at gera Føroyar til eitt meira lokkandi stað at búseta seg. – Tað er í stóran mun unga ætt­ ar­liði­ð, serliga kvinnur, sum tróta í Føroyum., stendur í innganginum í heildarætlanini, og tí eru átøkini skrivað við hesum í huga. Men tað hevur ikki verið nógv at hoyrt um hesa heildarætlan í politisku skipanini. Hvørki lokalt, ella á landsplani. Øll tann politiska skipanin hevur seinastu vikurnar ikki hugsað ella tosað um annað enn tunnilsætlanir fyri milliardir. Ítøkiligi trupulleikin er, at ikki bara útjaðarin, men eisini høv­uðs­ stað­ur­in og harvið alt samfelagið er í mink­ing. Hvørki Skálafjarðatunnil ella Sand­oy­ar­tunn­ilin loysa hendan trupulleikan. Her eru viðurskifti, sum bæði Tórshavnar kommuna og landsmyndugleikar eiga at taka í nógv størri álvara. Vit hava sæð gongdina í fleiri ár, at fólk flyta úr útjaðaranum til størru plássini. Hetta er ein gongd, sum eisini er kend í øðrum londum. Men tá fólk í so stóran mun flyta úr land­inum fyri ikki at koma aftur, tá er trup­ulleikin nógv størri. Sambært hagtølum verður sagt, at 150 føroyingar hvørt ár, sum hava nomið sær útbúgving uttanlands, ikki flyta heimaftur. Hetta eru fólk, sum eru liðug við sína útbúgving, men sum hava valt ikki at flyta heim­aftur. Óbrúktu ansingarplássini í Tórs­ havn­ar kommunu eru í dag 157 í tali. Bera vit tað talið saman við talið á føroyingum, sum ikki flyta heimaftur hvørt ár, so er tað væl skiljandi, at barnatalið er í stórari minking. Og tað at barnatalið minkar er ein trupulleiki, ið átti at verið tikin í nógv størri álvara, enn til dømis at stytta farleiðina av Skálafjørðinum til Havnar. Verða munagóð politisk tiltøk ikki sett í verk sum skjótast, so endar alt galið, og so kunnu tunlar vera tunlar... Nú eru fólk farin at heysa og lora bæði upp og niður. Onk­ur hevur skrivað, at á eini ferð í Nólsoy vóru tey so heppin at síggja tyrluna hjá At­lantsflogi lora ein mann niður á oynna og so upp aftur í tyrluna. Í eini kunn­gerð um vernd av djór­um undir flutningi stend­ur m.a. at lesa: Tað er for­boð­ið at heysa seyð upp og nið­ur, hangandi við sam­ an­bund­num beinum. Og næsti setn­ingur er: Undir upp- ella nið­ur­heysan av seyði skal hann vera lagdur í ein sela, hvílandi á bringu og búki. Orðingar í kunngerðum skuldu helst verið í lagi máls­liga. Tað er málið í hesi kunn­gerð ikki, tí tað ber bara til at heysa nakað upp og lora nakað niður. Tí ber ikki til at siga “Undir upp- ella niðurheysan av seyði”. Tað rætta er: “tá ið seyð­ur verður heysaður upp ella loraður niður”. Og somu­ leiðis verða fólk heysað upp í og lorað niður úr tyrlum. Orðabókin sigur um lora, at tað er at “lata niður í bandi, lina”. Og um at heysa stend­ur: “draga upp, hevja”. So vit kunnu t.d. heysa flagg upp í flaggstong. Eitt ískoyti til orðing í und­an­nevndu kunngerð: Tað stend­ur um selan, ið seyð­urin verður lagdur í: “Sel­in skal vera útgjørdur við ein­ari stýrilínu”. Her er rætta orðið “eftirstjóri” og ikki “stýr­i­lína”; orðið verður fram­borið “eftirsjóri”, og tað er band at halda eftir ella stýra við, tá ið eitthvørt verð­ur stjórað, t.d. millum bát og land. Heysa og lora Politikarar taka als ikki fólkaminkingina í álvara... Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum Uppliv Neymar í stórdysti Drigið verður hósdagin 22. august spania Super Cup Barcelona v Atletico Madrid Mikukvøldið 28. august Send sms-boð við tekstinum: sos til 1940 Hvørt sms kostar 20 kr (+ vanligan takst) børn fram um tunlar