Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam – Vit hava gjørt tillagingar, har tað hevur verið møguligt. Skal restin av oyggjaleiðunum privatiserast, so krevur tað lógarbroytingar, men har eru vit ikki nú, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnu­ málum. Í farnu viku varpaði Sosial­urin ljós á, at oyggja­ leið­irnar kosta 100 milliónir krónur árliga. Hetta eru tøl, sum eru tikin beint úr árs­ roknskapinum frá í fjør. Suður­oyarleiðin kostar 60 milliónir krónur árliga og stjórin á Smyril Line, Rúni Vang Poulsen, var av­gjørt ikki avvísandi fyri hug­skot­ inum um, at Smyril Line kundi átaka sær til dømis Suður­oyar­siglingina, sum Strand­ferðslan røkir í dag. – Um vit fingu fyri­ spurn­ing um at bjóða uppá eina ella fleiri leiðir hjá Strand­ferðsluni, so vildu vit sjálvsagt viðgjørt hetta positivt, og gjørt tað neyð­ uga greiningar­arbeiðið, ið skal til fyri at finna út av, hvat krevst at røkja hesa leiðir, og ikki minst til hvønn prís, vit høvdu klárað at bjóða hetta til. Í hesum sam­bandi skal nevnast, at vit sannlíkt høvdu funnið synergiier millum okkara ver­andi virksemi og hetta møgu­liga nýggja virksemi, tí skipa­rakstur, ferðafólka- og farma­flutningur er jú okkara kjarnu­virksemi. Hvat merkir tað? – Eg meini bara, at vit longu nú hava eina umsiting og skipa­drift, so okkara ver­ andi virksemi liggur rætt­ iliga tætt upp at hesum, segði Rúni Vang Poulsen við Sosial­in fríggjadagin. Liggur ikki í kortunum Men sambært landsstýris­ mann­inum, so kemur tað ikki upp á tal enn at einskilja fleiri rutur hjá Strandferðsluni sum støðan er nú. – Tað er ikki nakað, vit hava gjørt okkum nakrar tankar um. Strandferðslan og Smyril Line hava í dag eitt ávíst samstarv og tað kann sjálvandi vaksa, men tað liggur ikki í kortunum at privatisera fleiri rutur, sigur Johan Dal. rolant@sosialurin.fo tíðindi Einskilja ikki fleiri farleiðir STRANDFERÐSLAN Landsstýrismaðurin við vinnumálum, Johan Dahl, ætlar ikki at einskilja fleiri leiðir hjá Strandferðsluni, hóast tað í farnu viku kom fram, at Suðuroyarleiðin freistar Smyril Line Johan Dahl Mynd: Álvur Haraldsen