Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 85 - 5. mai 2004 Nr. 85 - 5. mai 2004 17 – Tað er ov seint , tá ið oljan er farin at renna, at taka kjakið upp, hvørt vit skulu hava oljukekkar til fólkið, ella um peng- arnir skulu nýtast til nakað ávíst, ella um teir yvirhøvur skulu nýtast. Vit eru fram- vegis ikki komin til eina politiska semju um hasi tingini, og tað ræðir meg segði Anita á Fríðriksmørk, tingkvinna úr Tjóð- veldisflokkinum, tá uppskot til 2. útbjóð- ing til leiting eftir kolvetni varð til viðgerðar í tinginum. 2. ÚTBJÓÐING Jan Müller – Tíðin rundan um 1. út- bjóðingarumfar var bjart- skygd. Fíggjarligu-, vinnu- ligu- og sjálvbjargnis- út- litini vóru í hæddini. Git- ingar um oljuríkidømi og hugskot um, hvussu vit sum frægast handfóru hesar øgiligu pengar, sum kundu væntast at floyma inn yvir okkum, vóru javnan havdar á lofti. Og øll minnast vit prátið um búskapargrunn- in, oljukekkarnar osfr. segði Anita á Fríðriksmørk og vísti víðari á, at bjart- skygni var so stórt, at fólk eisini fóru at ræðast hetta ókenda økið, sum koma skuldi. Var hetta ein hóttan ímóti máli okkara og ment- an, fór hetta ikki at av- skepla sosialu umstøður- nar, fór hetta at avskepla búskapin, og hvat við húsa- prísinum osfr spurdi ting- kvinnan og vísti til, at topp- urin av bjartskygninum var ivaleyst, tá úrslitið hjá Amerada Hess varð kunn- gjørt - um, at teir í sam- bandi við boringar høvdu borið við nakað, sum líktist einum oljufundi í rakstrar- verdum nøgdum. Hóast øll møgulig fyrivarni, játtaði landsstýrismaðurin hesum. Nógv størri øki Tingkvinnan vísti á, at tá varð talan um eitt út- bjóðingarøki, sum var 4200 km2 til víddar, nú hinvegin er talan um eitt øki, sum er 19000 km2 til víddar ella útvið 5 ferðir so stórt. – Men hóast hetta stóra øki, kunnu vit ikki vænta, at áhugin frá oljufeløgum hesaferð verður eins stórur. Royndir frá 1. útbjóðingar- umfari vísa, hvussu torført tað er at leita á okkara leið- um og harafturat er dygdin á tí olju, sum liggur djúpt niðanfyri basaltfláirnar tung at fáast við, so tað skulu nógvar tunnur til, áðrenn tær kunnu forsvara tær milliardaupphæddir, tað kostar at fáa tær upp vísti hon á. Og tann ljósa síðan av vónunum um oljufund er so m.a. tað, at tær fáu boring- arnar sum hava verið, hava allar verið í Judd-basseng- inum, sum um hugt verður eftir kortinum er rættiliga avmarkað i vídd. Og or- søkin til, at man hevði so positivar vónir um júst tað økið, var sjálvandi tí, at tað var har, at man hevði so góð úrslit frá grannanum bretskumegin at byggja okkara vónir á. Clair og vit Nú latið verður upp fyri 2. útbjóðingarumfari er týdn- ingarmikið, at altjóða olju- feløgini fáa so stóran áhuga fyri føroyska landgrunn- inum sum møguligt. Anita á Fríðriksmørk vísti til tað, sum varð kom- ið fram á Oljutinginum, nevniliga "at fleiri øki á landgrunninum síggja áhugaverd út og er ikki ómøguligt at gera heilt stór fund, eitt nú fund, sum líkjast tí risastóra Clarifelt- inum vestan fyri Hetland". Hon helt hesar samanber- ingar við Clair økið vera áhugaverdar fyri umheim- in. Tí tað, sum í fyrstu at- løgu kann virka frástoyt- andi fyri útlendsku feløg- ini, eru vánaligu úrslitini frá 1. útbjóðingarumfari, sum gott og væl er komið í helvt, men ein slík saman- bering sum tann við Clair- økið kann so hinvegin virka attraktiv fyri somu feløg. – Tí hvussu er og ikki, so eru tey vánaligu úrslitini higartil frá einum rættiliga avmarkaðum umráði á før- oyska landgrunninum. Og eiga vit at ansa eftir, at vit ikki generalisera restina av feltinum út frá tí lítla øki, sum royndir eru gjørdar í. Tingkvinnan nam so eis- ini við stóra búskaparliga vøksturin um allan heimin, sum hevur økt um eftir- spurningin eftir kolvetni. - Tað hevur víst seg, at sam- svar er millum búskaparlig- an vøkstur í heiminum og vøksturin í eftirspurningin- um eftir orku. Og tað, sum ger, at vit framvegis eiga at verða virkin í oljuvinnuni júst nú, eru tær umkring- liggjandi umstøðurnar, sum eru galdandi fyri tíðina, og sum gera, at um vit ikki eru við nú, so kunnu vit liggja sjóvarfallið av okkum. Um- støður hugsað verður um eru t.d. oljuprísurin og olja sum orkukelda. Hvat oljuprísi viðvíkur, so er prísurin á oljuni rætti- liga høgur fyri tíðina, og hevur verið tað leingi. Hóast hann kann verða rættiliga skiftandi. Hann liggur, sum er millum 25 og 40 dollarar fyri tunnuna. Og so leingi hann er oman fyri 20 dollarar kann tað loysa seg hjá oljufeløgum at royna á so truplum øki sum á tí føroyska. Tann dagin oljuprísurin fer niður um t.d. 12 dollarar fyri tunnuna, so verður ikki hildið, at tað loysir seg hjá oljufeløgum at royna á so truplum øki, sum tí eystan fyri Føroyar. Sum lið í royndunum m.a. at spjaða fíggjarliga váðan út um heimin hava oljufeløgini eisini áhuga fyri okkara øki, hóast vit- anin um jarðfrøðina, og vónirnar um oljufund enn eru ivasom. Alternativar orkukeldur Anita á Fríðriksmørk nam síðani við aðrar umkring- liggjandi umstøður, sum hugsað verður um, og sum hava týdning fyri, at vit ikki liggja sjóvarfallið av okk- um, eitt nú hvussu leingi oljan er ein áhugaverd orkukelda. – Uppá stutt sikt er neyvan nakar vandi fyri, at oljuáhugin verður burtur. Men hvat fer at henda innan tey næstu 50 til 100 árini, vita vit lítið um at siga. Men tað er onki, sum tíður uppá, at tað tey næstu nógvu árini verður annað, sum kemur at verða dominerandi innan orku enn olja. Serliga tá ið talan er um ta ferðslu, sum koyrir, flýgur og siglir um heimsins vegir, høv og loftrúm. Men vit vita so eisini, at tað leingi hevur verið granskað í møguleik- anum at finna umhvørvis- vinarligari orkukeldu enn olju, og harafturat so end- urvinnur oljan seg ikki sjálv, hon er eingangs, um eg so má siga. Men tað er ongin ivi um, at menningin innan orku fer at finna aðrar útvegir og sum kemur at avloysa oljuna. Ávirkan á samfelagið av oljuvinnuni Framsøgukvinna Tjóðveld- isfloksins kom so eisini inn á tann týdning oljuvinnan kann hava fyri samfelagið, vinnulívið, mentanina, bú- skapin osfr. – Í fyrstu atløgu kann man freistast til at spyrja, um hetta alt ikki er væl og virðuliga útdebaterað frá tíðini rundan um byrjanina av 1. útbjóðingarumfari. Men hvussu hevur so roynst eftir 1. útbjóðingar- umfar? Eg haldi, at um vit hugsa okkum um so hevur umframt teir beinleiðis pengar, sum oljufeløgini hava lagt eftir seg í royalty og øðrum skatti, eisini verið positiv menning hjá nøkrum fyritøkum her á landi. Tak t.d. Atlantic Airways. Tey eru eitt felag, sum hevur verið við frá byrjan í sambandi við oljufyrireik- ingar. Og hava tilrættalagt flutning millum Aberdeen og Føroyar og eisini millum Føroyar og oljuboripallar- nar. Hetta er eitt dømi um, at reglurnar sambært kol- vetnislógini og standard- loyvinum hava virkað. Og tað er ongin ivi um at virk- semi hjá Atlantic Airways í oljuvinnuni seinastu árini hevur viðført, at kappingar- førið hjá teimum er mun- andi betrað og er komið á eitt so mikið høgt støði, at tey fyri kortum vunnu kon- traktina við Statoil í Norðurnoregi. Og hon nevndi eisini aðrar fyritøkur, sum hava fingið ein leiklut í oljvinn- uni t.d. Thor í Hósvík, reiðaríið hjá Ásmund Justinussen, heilsølana hjá Poul Hansen, og so eisini Runavíkarhavn. Rós Tingkvinnan í størsta and- støðuflokkinum helt eisini, at tað kann sigast teimum til rós, sum hava lagt hetta uppskotið til rættis. Upp- skotið er upplýsandi og svarar nógvum av spurn- ingum. Tað má tí eisini sigast at verða í lagi, tá fyrisitingin hevur valt at lata fyriliggjandi uppskot verða svar upp á tað krav í grein 44 í lógini um kolvetnisvirksemi, sum sigur, at ein frágreiðing um oljuvirksemi skal leggjast fyri tingið annað hvørt ár tvs. eisini í 2004. Lógarteksturin, sum fyri- liggur er neyvt tann sami sum hann varð orðaður til 1. útbjóðingarumfar. Burt- ursæð frá grein 5 í tí fyrra uppskotinum, har loyvis- havarar kundu søkja um tvær tíðarfreistir 6 ella 9 ár. Og í grein 23, har dentur verður lagdur á, at um fleiri feløg søkja saman, í einum samtaki, so samábyrgjast hesi fyri endurgjald og skaðabøtur. Kann hugsast at hetta er lagt afturat í hes- um lógarteksti, tí man ikki hugsaði um tann møgu- leikan, at fleiri feløg gingu saman, tá lógarteksturin var fyrireikaður til 1. útbjóðingarumfar. Oljupengarnir Anita á Fríðriksmørk helt fyri, at tað vera øgilig tøl, um stór felt sum Clair verður funnin við Føroyar. Clairfeltið sigst at rúma um 6 milliardir tunnir. Siga vit so at ein tunna kostar 20 dollarar, so vilja hesar 6 milliardir tunnirnar geva eitt virði á 120 milliardir dollarar ella 750 mia kr. sum Clairfeltið er vert í okkara pengum. – Hesi øgiligu tøl gera, at vit eiga at skunda enn meira undir at koma til eina semju um, hvat vit gera við møguligt avkast frá eini oljuvinnu. Tað er ov seint, tá ið oljan er farin at renna at taka kjakið upp, hvørt vit skulu hava oljukekkar til fólkið, ella um pengarnir skulu nýtast til nakað ávíst, ella um teir yvirhøvur skulu nýtast. Vit eru framvegis ikki komin til eina politiska semju um hasi tingini og tað ræðir meg. Í samgonguni í løtuni situr t.d. ein flokkur sum meinar at rentuavkastið frá eini møguligari oljuvinnu skal umsetast til oljukekkar til fólkið. Tjóðveldisflokkurin vísir hinvegin á, at tað er ábyrgdarloysi, og at vit heldur eiga at brúka eitt ávíst prosenttal av rentuav- kastinum til at útbyggja infrastrukturin, og í aðru atløgu at brúka ávíst pro- senttal av rentuavkastinum til at útbyggja sosialu skip- aninar og útbúgvingarverk- ið. Tvs at vit í fyrstu atløgu seta oljupengarnar í ein búskapargrunn so eisini eftirkomarar okkara fáa gagn av hesum. Og í aðru atløgu eiga teir pengar, sum verða brúktir, at verða brúktir soleiðis, at hetta eisini kemur komandi ættarliðum til góðar. Oljuríkidømi er virði, sum ikki bara vit, sum nú liva, skulu hava gagn av. Oljan verður tikin úr tí náttúru, sum vit onga æru hava í at hava framleitt, úr tí náttúru, sum eftirkomarar okkara eisini skulu hava gagn av. Búskaparpolitiskar av- gerðir hesum viðvíkjandi kunnu hava týdning langt fram í tíð og ávirka bú- skaparligu umstøðurnar hjá komandi ættarliðum mun- andi. Tað er okkara avgerð um, hvussu vit vilja hand- fara eitt møguligt oljuríki- dømi, sum kann verða av- gerandi fyri, hvussu okkara eftirkomarar verða fyri bú- skaparliga og hvussu teirra kappingar- og framleiðslu- førleiki kemur at verða. Talan er um eitt ikki-var- andi tilfeingi, og tí er um- ráðandi at vit taka eina av- gerð hesum viðvíkjandi, sum byggir á javnt, rætt og rímiligt býti millum ver- andi og komandi ættarlið. Hesum máli náa vit best við, at vit politikarar halda fingrarnar so langt vekk frá oljupengunum sum møgu- ligt. Skapa karmar Og tingkvinnan endaði við at vísa á, at høvuðsendamál myndugleikanna við at seta í verk kolvetnisvinnu í før- oysku undirgrundini verður at skapa inntøkur, vinnu- møguleikar og arbeiðspláss í Føroyum. – Við ongum slíkum fyrimunum til før- oyska samfelagið hevur kolvetnisvirksemi onga meining. Hesum krøvum haldi eg embætisfólkini, sum ritstjórnaðu bæði lóg- aruppskotið til 1. útbjóð- ingarumfar og nú hetta til 2. útbjóðingarumfar eru komin væl frá. Oljupengar mugu brúkast skynsamt Oljuvinnan fíggjar útbúgving av 40 føroyingum, sum lesa á Robert Gor- don University. Fróðskaparsetur Føroya hevur m.a. fingið stuðul til Ph.d. verkætlanir segði Annika Olsen, tingkvinna m.a. undir viðgerðini av upskkoti til 2. Rundu til at leita eftir olju og gassi 2. ÚTBJÓÐING Jan Müller Undir orðaskiftinum í Løgtinginum herfyri, har uppskotið um annað út- bjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum var viðgjørt, varð nógv orka nýtt uppá at tosa um, hvørt olju- vinnan hevur tilført før- oysku vinnuni og út- búgvingarverkinum nak- að. Annika Olsen, umboð Fólkafloksins vísti á, at oljuvinnan hevur havt stóran týdning innan út- búgving og gransking í Føroyum. Hon segði m.a., at olju- vinnan fíggjar leiðsluút- búgving av á Føroya handilsskúla í samstarvi við Robert Gordon Uni- versity, har einir 40 før- oyingar luttaka. Fróð- skaparsetur Føroya hevur eisini fingið stuðul til Ph.d. verkætlanir og út- búgving av oljuserfrøð- ingum. – Hetta er alt gjørt í samsvari við ásetingina í lógini um, "at loyvishav- arar skulu leggja seg eftir at geva føroyskum stovn- um og fyritøkum møgu- leika at luttaka í gransk- ingar- og menningar- ætlanum, um farið verður undir tílíkar ætlanir í sam- bandi við loyvini" helt tingkvinnan fyri og vísti á, hesar útbúgvingar hava tilknýti til oljuvinnuna og eru til gagns fyri føroyskt vinnulív. Annika Olsen, tingkvinna: Oljuvinnan stuðlar útbúgvingum Krav um bryggju- kant varðveitast 2. ÚTBJÓÐING Jan Müller Bill Justinussen úr Mið- flokkinum helt fyri, at koma vit føroyingar nakr- antíð til at vinna pengar úr oljuvinnuni, so mugu vit seta pengar av til at menna okkara samfelag – vit mugu til at granska og til at seta pengar í aðrar vinnur, sum so kann vera við til at geva okkum samfelag onnur bein at standa á eisini. Hann nam eisini við kravið um føroyska bryggjukantin. – Eg haldi tað er skilagott, at man fer undir 2. útbjóðingarumfar í sambandi við, at man heldur ferðini uppi og halda teimum, sum eru farin i vinnuna, til eldin. Tað er gott, at lógin verjir føroyska vinnu, hóast man gongur frá hesum í øðrum vinnum. Tað er rætt og rímuligt, at vit føroyingar fáa nakað burt- ur úr hesi vinnu, hóast hon heldur til langt úti á havinum. Var henda greinin um føroyska bryggjukantin ikki komin inn í lógina, høvdu vit helst sæð lítið og einki til oljuvinnuna á landi. Bill Justinussen fegnað- ist um, at oljuvinnan sum heild hevur borið seg sera skilagott og positivt at mótvegis føroyska samfe- lagnum, og at oljufeløg hava ikki verið afturhald- andi, tá onnur hava søkt um fíggjarligan stuðul. Bill Justinussen, tingmaður: – Vit mugu brúka møguligar oljupengar til gransking Anita á Fríðriksmørk, tingkvinna heldur, at vit longu nú eiga at gera okkum greitt, hvussu vit ætla at brúka møguligar inntøkur frá oljuvinnuni C M Y K 17 16