Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Poulsen Tað er ein orsøk til, at annar árs­fjórðingur gjørdist met­ góð­ur í nýggjari tíð hjá Bank­Nordik - Orsøkin er, at vit nú hava fingið allar til­lag­ing­ar­ nar upp á pláss í bankanum, sigur Janus Petersen. Bankin hevur gjørt rími­ liga stór rational­i­ser­ings­ tiltøk. - Hesi hava givið okkum nakrar sparingar soleiðis, at út­reiðslurnar í fyritøkuni eru lægri enn tær vóru síðsta ár, sigur Janus Peter­ sen. Tá hugt verður eftir útreiðslu­num, eru tær um 10 milliónir krónur lægri um árs­fjórð­ingin. - Hetta í mun til í fjør svarar tað til 40 milliónir krón­ur um árið, so talan er um eina rímiliga stóra spar­ing, sum vit hava gjørt síðsta ár í bankanum, sigur Janus Petersen. Bankin hevur verið í ein­ um tillagingarskeiði í eina tíð, men nú er komið á mál. - Ja, vit hava umlagt okkara virksemi rættiliga grund­leggjandi, tað verið seg bæði deildarnetið, men eisini mátan vit framleiða upp á, sigur Janus Petersen. Hetta hevur merkt, at bankin er meira effektivur, og framleiðir meira fyri hvørt starsfolk í dag. - Orsøkin til tað er, at vit fegnir vilja verða so effek­ tivir, at vit eisini kunnu kapp­ast meiri og geva betri prísir til kundarnar. Og tað eru vit farnir í holt við, við okkara nýggja kunda­ kon­septi, ið kallast Bank­ Nordik360, sigur Janus Peter­sen. Og tað merkir so, at spar­ ing­ar­nar, ið framdar eru, koma kundunum til góða. Framgongd Eftirspurningurin eftir lán­ um er tó minkandi. - Ja, hann hevur verið minkandi síðani fíggjar­ kreppuna. Eg haldi í meðal hevur útlánið í banka­ sektorinum í norður­lond­ um verið minkandi, og í Dan­mark er hann minkaður 10% um árið, sigur Janus Petersen. Í Føroyum er talið nakað minni. - Í Føroyum hevur veirð ein minking í útlánum, tí fólk spara meira upp og gjalda síni lán aftur, sam­ stundis, sum tey gera minni íløgur, sigur Janus Petersen. Alt hetta merkir, at bankarnir fáa lægri útlán. - Tað er sjálvandi eisini gald­andi fyri okkum, og tí er okkara málsetningur, at vit skulu fáa so nógvar nýggjar kundar og nýggjar handlar, at vit kunnu viga upp ímoti tí afturgjaldi, sum er, sigur Janus Petersen. Hinvegin gongur betri á trygg­ingarsíðuni. - Tað hevur hildnast væl í øðrum ársfjórðingi, og tað er vanligt, at trygg­ingar­ virk­semið er gott í øðrum og triðja ársfjórðingi, tá fólk eru í summarfrí og veðrið er gott, meðan fyrsti og fjórði ofta eru verri, sigur Janus Peter­sen. Og talan er um góðan árs­ fjórðing hjá trygg­ing­unum í bæði Íslandi og Føroyum. Góða úrslitið hevur kort­ ini ikki broytt um met­ing­ arn­ar fyri 2013. - Vit hava framhaldandi somu metingar fyri 2013 sum vit høvdu, tá vit byrj­ aðu árið, og tann metingin liggur millum 130 og 160 millióni­r krónur, sigur Janus Petersen, forstjóri í Bank­ Nordik. BankNordik metavlop BankNordik hevði eitt metavlop í øðrum ársfjórðingi í ár, og orsøkin er, at tillagingarnar nú síggjast aftur, sigur forstjórin, Janus Petersen Janus Petersen er væl nøgdur við annan ársfjórðing