týsdagur 13. august 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
Kinverska Huawei vilja takast í álvara, nú
teir royna at vinna seg fram á europiska
fartelefonmarknaðinum. Framleiðarin hevur
bæði high-end snildfonir so sum Ascend P2,
sum sigst hava skjótasta LTE í heiminum,
og tá vit í summar testaðu bíligar snildfonir,
vísti Honor 2 seg sum eitt framúr gott keyp,
sum gav meira fyri pengarnar enn nakar av
kappingarneytunum.
Men ber veruliga til at fáa nakað, sum
líkist eini snildfon fyri minni enn 1.000
krónur? Huawei ger eina góða roynd við
Ascend Y300, sum kostar 999 krónur. Tí
hóast hendan á ongan hátt kann kappast
við dýraru sniðini á marknaðinum, so er hon
munandi betri enn teir fáir kappingarneyt
arnir, sum eru á sama prísstøði – eitt nú
Samsung og LG.
Sammeta vit Samsung Galaxy Ace, sum
kostar á leið 600 krónur, so hevur Ascend
Y300 ein munandi størri skíggja (4” og
480x800 pixels mótvegis 3,5” og 320x480
pixels), og 1GHz dual-core gerilin við 512
Mb minni er sjálvandi væl sterkari enn tann
hjá Samsung, sum er 800 MHz single-core
við 278 Mb mimnni. So hóast Y300 fæst
fyri beint undir 1.000 krónur, so hevur hon
hampuliga megi, meðan kappingarneytarnir í
sama prísstøði eru somikið veikir, at teir nóg
illa hoyra heima á snildfon-marknaðinum.
Krevur tol
Tá tað er sagt, so er eingin ivi um, at
brúkaraupplivingin við Ascend Y300 langt
í frá er á sama støði, sum bara eitt sindur
dýrari kappingarneytar. Fyrst og fremst, so
krevur telefonin sera gott tol frá brúkaranum,
tí alt tekur so laaaaanga tíð við hesi snild
fondini. Tað er hampuliga ómaksleyst at
blaða millum ymsu skíggjamyndirnar, men so
skjótt ein app verður opnað, dettur ferðin væl
niður.
Og váðar tú tær at hava fleiri appir koyr
andi í senn, missir Ascend Y300 ondina, og
tað verður trupult at gera heilt einfaldar
gerðir so sum at trýsta á eina leinkju ella at
scrolla í skíggjamyndini. Og tað er ikki í lagi,
at valmyndir bara hvørva av skíggjanum, tá
farið verður úr eini app. So gongur ein løta,
áðrenn valmyndin kemur fram av nýggjum.
Sjálvandi skal roknast við nakað av toli, tá
vøran er somikið bílig, men her trýsta kin
verjarnir okkum dekan ov nógv.
Zzzzzz
Vantandi ferðin gongur aftur, tá tú skalt á
netið við Y300. Kagin koyrir sera seint, og
í sammetingum við high-end snildfoni er
Y300 sum ein skjaldbøka, tá leitað verður á
netinum.
Hetta sæst eisini aftur í vanliga
Geekbench-testinum, har vit royna teldu
megini hjá snildfonini. Her fær Y300 484 stig,
meðan HTC One røkkur 2.926 og Samsung
Galaxy S4 nærum breyt ljóðmúyrin við 3.250
stigum. Sjálvandi er eisini munur á prísinum,
um tú vilt hava flottastu snildfonirnar, men
hetta sigur tó nakað um munin í tøknini.
Góð tíðindi
Tá hetta er sagt, so skal eisini takast við, at
Ascend Y300 á fleiri øðrum økjum gevur eina
brúkarauppliving, sum er munandi betri enn
tað, sum við góðum rætti kann krevjast fyri
1.000 krónur. Fyrst og fremst er ljóðgóðskan
góð, og sum ljóðspælari er hendan
snildfonin fult so væl egnað sum fleiri dýrari
kappingarneytar. Eitt nú er ljóðið bæði betri
og harðari enn hjá Galaxy S4. Diskanturin er
fínur, og bassurin er góður og tungur, so hon
kann brúkast til bæði rock og pop.
Skíggin er hálvgum keðiligur.
Skíggjamyndin er ok í mun til upploysnina,
men litirnir eru heldur kámir, og sum heild
tykist ljósið ov veikt. Hjá Huawei eru tey
hinvegin hepnari við myndatólinum, sum er 5
MP, og sum tekur fínar myndir.
Betri brúkaraflata
Ascend Y300 hevur eina serliga brúkaraflatu,
sum kinverjarnir rópa Emotion UI. Á nøkrum
økjum broytir tað vanliga Android-sniðið
rættiliga nógv – eitt nú tí allir appir verða
togaðar fram á byrjunarskíggjan. Tað
skal mann sjálvandi venja seg við, men í
veruleikanum halda vit, at hetta er ein betran.
Og so er hetta bara galdandi fyri appir -tú
velur framvegis sjálv/ur, hvørjar widgets
skulu vísast á byrjunarskíggjanum.
Hartil hevur Huawei ment fleiri stuttligar
smálutir, so samanlagt tykist Emotion UI at
geva eitt betri yvirblikk, og tað kann vera fínt
hjá óvanda brúkaranum. Og ert tú ein
verulig Android-nørd, so kemur tað
kortini neyvan upp á tal at keypa eina
telefon fyri 1.000 krónur.
Niðurstøða
Huawei Ascend Y300 er avgjørt ov sein
til veruliga seriøsa snildfón-brúkaran.
Blandingin av lítlari megi og seinum kaga er
als ikki serliga góð fyri tolið.
Men so skalt tú eisini hugsa um prísin.
Tí Ascend Y300 kostar altso bara 1.000
krónur, og við tí í huga, so fært tú her meira
fyri pengarnar, enn tú fært við nakrari aðrari
telefon á Android-marknaðinum. Myndatólið
er gott, skíggin er til at liva við, og ljóðið er at
kalla frálíkt. Og talan er framvegis um eina
Android-telefon, sum kann koyra allar apps
og widgets frá Google Play.
Stutt sagt, so er Y300 avgjørt verd sínar
1.000 krónur.
Pengarnar
verd
Kann ein snildfon
verða ov bílig
Test – Huawei Ascend Y300:
Peter Gotschalk
Meting
★★★★★★
+
-
Sera góð
ljóðgóðska.
Prísurin
sein
Fakta
• Stýriskipan: Android 4.1.1
• Skíggi: 4", 480 x 800
IPS LCD, 233 ppi
• Geril: 1 GHz Snapdragon
Cortex-A5 dual-core
• Minni: 512 MB ram / 4 GB
goymsla (+ 32 GB v/microSD)
• Myndatól: 5 MP +
VGA (framman)
• Tráðleyst: 802.11 b/g/n,
Bluetooth 2.1, 3G HSDPA, A-GPS
• Íbinding: Micro USB 2.0
• Mát: 124,5 x 63,8 x 11,2 mm
• Vekt: 130 g
• Battarí: 1730 mAh