mikudagur 5. mai 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 • mikudagur • 5. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Í hesum døgum
arbeiða fleiri
hondbóltsfeløg við at
fáa endaligar avtalur í
lag við teir persónar,
ið skulu venja okkara
fremstu hondbóltslið
komandi kappingarár
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað eru ikki nógv feløg, ið
enn hava fingið venjara-
spurning til komandi kapp-
ingarár upp á pláss. Sum vit
hava skrivað her í blaðnum
áður, so hava føroyameist-
ararnir úr Kyndli gjørt
avtalu við gullvenjaraparið,
Kári Nielsen og Birgir
Hansen, meðan tey flestu
av hinum liðunum enn ikki
hava fingið avgreitt venj-
araspurningin.
Gerster heldur fram
Í Hoyvík er greitt, at danin
Henrik Gerster heldur fram
sum venjari. Rúni Djur-
huus, formaður í H71, sig-
ur, at felagið gjørdi ein tvey
ára sáttmála við stóra dan-
an, so har er alt upp á pláss.
Spurdur um hvussu tað sær
út við fólki, sigur Rúni
Djurhuus, at allir leikararn-
ir fara at halda fram í fel-
agnum, og at tað í løtuni
eisini verður arbeitt við at
fáa styrk aðrastaðnis frá.
Neistin hevði nýligani
aðalfund, men har kom
einki fram um, hvør ið skal
venja lið felagsins komandi
ár. Tað er tó okkurt, sum
bendir á, at tað kanska
verður Andreas F. Hansen,
ið kemur at standa á odda
fyri monnunum hjá Neist-
anum. Andreas er í løtuni
búsitandi í Fraklandi, men
flytur heim aftur á klettarn-
ar í summar. Hann hevur
áður verið venjari hjá
Neistanum
við
góðum
úrsliti.
Strandingar leita
uttanlands
Á Strondum eru teir nær
við at hava avgreitt venjara-
spurningin. Formaðurin í
StÍF, Andrass Danielsen,
sigur, at teir arbeiða við
einum útlendskum venjara,
og tað kemur væntandi upp
á pláss ein av fyrstu døgun-
um. Tað verður tó ikki venj-
arin í fjør, Marian, ið kemur
at halda fram, hóast hann
allarhelst verður verandi á
Strondum. Andrass Daniel-
sen sigur, at til komandi
kappingarár er ætlanin, at
venjarin bert skal verða
venjari og ikki leikandi
venjari. Formaðurin í StÍF
sigur, at komandi kapping-
arár verður liðið ikki styrkt
við útlendskum leikarum, tí
hann metir, at felagið hevur
so mikið gott tilfar sjálvt, at
tørvur er ikki á at fara út
um landoddarnar eftir leik-
arum. Andrass Danielsen
sigur, at teir leitaðu eisini í
Danmark eftir venjara, men
tað vísti seg, at donsku
venjararnir vóru tvífalt so
dýrir sum eystureuropeisku
venjararnir.
Í Vestmanna høvdu tey
aðalfund
mánakvøldið.
Fráfarandi formaðurin í
VÍF, Jógvan Sigurd Poul-
sen, letur væl at farna árið,
og hann sigur seg verða væl
nøgdan, so leingi tað ikki
eru reyð tøl á botnlinjuni.
VÍF er um at hava avgreitt
venjaraspurningin,
og
Jógvan Sigurd Poulsen sig-
ur, at málið verður allar-
helst avgreitt í hesi vikuni.
Nýggi venjarin hjá VÍF
verður óivað føroyingur, tí
tað er ov ósikkurt og dýrt
við útlendskum venjara,
sigur fráfarandi formaðurin
í VÍF.
Okkum eydnaðist ikki at
fáa fatur á umboðum fyri
KÍF, men hetta venda vit
aftur til seinni.
Hondbóltsfeløgini leita eftir venjarum
Føroyski landsliðs-
leikarin í OB, Jákup á
Borg, tykist hava
lítlar møguleikar fyri
at sleppa at royna seg
á besta liðnum hjá
danska felagnum
ÚTISETAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Leingi hevur við spenningi
verið bíðað eftir, at Jákup á
Borg fór at fáa møguleikan
á besta liðnum hjá OB.
Jákup hevur fleiri ferðir
verið við í bruttohópinum
upp undir dystir, men er
síðani sílaður frá í seinastu
løtu. Bert eina ferð hevur
Jákup fingið sess á beink-
inum, men tá kom hann
ikki á vøllin.
Gliðin úr hópinum
aftur
Í kvøld skal OB spæla
seinnu
hálvfinaluna
í
steypakappingini móti Toda
Jónsson
og
liðfeløgum
hansara úr FC Keypmanna-
havn. Fyrra hálvfinalan,
sum var leikt í danska
høvuðsstaðnum, endaði við
3-1 sigri til donsku meistar-
arnar.
Venjarin hjá OB, Troels
Bech, hevur til dystin í
kvøld tikið út ein hóp, ið
telur 17 mans, men tíverri
telist Jákup á Borg ikki
millum hesar 17, og tað er
tí nógv, sum bendir á, at tað
neyvan fer at eydnast
Jákupi at sleppa at royna
seg á besta liðnum.
Seinasta leygardag leikti
OB móti júst FC Keyp-
mannahavn,
og
hóast
fjónska liðið tá hevði fýra
fastar mans annaðhvørt
skaddar ella leikbannaðar,
bleiv Jákup sílar frá, tá ið
endaliga liðið bleiv sett, og
hann noyddist tí enn eina-
ferð at hyggja at frá áskoð-
araplássunum. Henda dyst-
in tapti OB heili 0-4, og
seinastu vikurnar hevur tað
ikki gingið serliga væl hjá
liðnum hjá Jákupi.
Jákup er skuffaður
Í telefonini úr Odense sigur
Jákup á Borg, at hann er
ikki sørt vónbrotin av, at
hann ikki fær møguleikan.
Hann sigur, at hann hevði
vónað, at nú tað gekk so
illa hjá OB, fór hann at fáa
kjansin, men so tykist ikki
at verða. Jákup sigur seg
hava ringt við at skilja, hví
Troels Bech ikki velur at
geva
nýggjum
kreftum
møguleikan, tá ið tað nú
gongur so illa, men tað sær
út til, at venjarin satsar upp
á tær fastu kreftirnar.
Áðrenn leiðin gekk til
Danmarkar, hevði venjarin
hjá Jákupi í Føroyum,
Heine Fernandez, ávarað
hann um, at tað altíð er
serliga trupult hjá leigaðum
spælarum at fáa møguleik-
an, tí venjararnir í flestu
førum velja at nýta teir
leikarar, ið eru fast knýttir
at felagnum. Jákup sigur, at
sjálvur helt hann tað ganga
væl hjá sær undir venjing,
men tað tykist ikki, sum um
venjarin hevur hug til at
royna føroyska landsliðs-
leikaran.
Heimferðin verður
ikki framskundað
Í Føroyum hava leysasøgur
gingið um, at føroyska fel-
agið hjá Jákup, HB, hevur
ætlanir um at fáa Jákup upp
aftur, áðrenn leigusáttmálin
gongur út. Tað hevur ikki
gingið eftir vild hjá HB
higartil í ár, og tí hevði tað
óivað verið ein kærkomin
styrkur, um Jákup á Borg
kom heim aftur beinan veg-
in, men hetta avsannar hann
sjálvur. Jákup sigur, at hann
verður leigutíðina út, og at
hann framvegis vil gera sítt
til, at hann kann fáa møgu-
leikan á besta liðnum hjá
OB.
At summarið nærkast ger
tað eisini hugaligari at
verða í Danmark, sigur Ják-
up, og í hesum døgum hev-
ur hann familjuvitjan úr
Føroyum, og tað hjálpir
upp á lagið í Odense.
Er væl fyri
Hóast Jákup enn ikki hevur
fingið nakra leiktíð í bestu
donsku deildini, so metir
hann sjálvur, at hann er væl
fyri, og at honum ikki
væntar
dystarvenjing.
Hvørja viku spælir hann
dyst við antin eykaliðnum
ella danmarkarseriuliðnum
hjá OB, og tað er á rímuliga
høgum støði. Sjálvur held-
ur Jákup, at eykaliðini hjá
donsku superliga eru á
hædd við fremstu liðini í
Føroyum, meðan kapping-
in í danmarkarseriuni er á
hædd við 2 deild her heima.
Jákup á Borg hevur vant
fimm minst fimm ferðir
um vikuna, síðani hann
kom til Danmarkar, og tí-
skil er formurin sera góður.
Hann gleðir seg eisini
ómetaliga nógv til lands-
dystin móti Hollandi um
knappan mánað, og hann
vónar, at tað fer at síggjast
aftur, at hann nú hevur vant
og leikt á grasi í tveir
mánaðir.
Sær svart út hjá Jákup
Tað sær ikki út til, at Jákup á Borg fer at fáa møguleikan á besta
liðnum hjá OB
19
18
Nr. 85 - 5. mai 2004
um nakað longur eysturi og
harumframt í einum av-
markingarbrunni kring tað
risastóra Clairfeltið.
Hava áhuga
So felagið er rættiliga
virkið á Atlantsmótinum og
spurningurin er so, í hvønn
mun felagið eisini fer at
brúka orku til leiting við
Føroyar. Sabine Rosemary
Johnson sigur, at tey sum er
ikki hava nakað leitiloyvi
við Føroyar, men hon dylur
ikki fyri, at tey ætla at
liggja framvið til 2. rundu.
– Alt eftir hvussu úrslitið
verður av teimum báðum
brunnunum, sum vit fara at
bora við markið í summar,
so fara vit at taka støðu til í
hvussu stóran mun vit
skulu vera við í eini kom-
andi føroyskari útbjóðing í
2005. Samantikið hevur tað
tí stóran týdning fyri meg,
hvat eg kann læra á hesi
ráðstevnuni og síðani, hvat
kemur burtur úr teimum
báðum brunnunum við
markið í summar.
Uppá fyrispurning um
nøkur vánalig úrslit frá bor-
ingunum við markið í
summar fara at gera, at
ChevronTexaco kanska als
ikki verður við í 2. út-
bjóðing við Føroyar sigur
Sabine Rosemary Johnson,
at felagið fer neyvanat hava
eins stóran áhuga tá. –Um
báðir hesir brunnar verða
sera negativir, so fer tað at
vera draga niðureftir hvat
okkara virksemi her við-
víkur. Men eg veit, at onnur
feløg hava aðrar metingar
og meiningar um jarðfrøð-
ina, so tað fari eg at lurta
væl eftir.
Hon vísir á, at tey ymsu
feløgini, sum arbeiða við
Føroyaøkinum, hava ymsar
áskoðanir og hugskot um
jarðfrøðina her. Nógv er
hent síðani boðið varð uppá
fyrstu útbjóðing og tí held-
ur hon tað vera gott, at um-
boð fyri tey ymsu feløgini
kunnu hoyra, hvat hvør er
komin til og hvar leiðin
gongur.
Vit spurdu Sabine Rose-
mary Johnson, hvussu tað
ber til, at tveir brunnar,
sum verða boraðir í bretsk-
um øki, kunnu fáa so stóran
týdning fyri, hvat Chev-
ronTexaco ætlar sær á
føroyska landgrunninum.
Hon sigur, at tey við hesum
brunnum ætla sær at testa
nøkur jarðfrøðilig hugskot,
og um hesi geva eitt positivt
úrslit, so kunnu tey kanska
eisini brúkast í øðrum
økjum, t.d. í grannalagnum,
nevniliga á føroyska land-
grunninum. Hetta er m.a.
orsøkin til, at hon er komin
á ráðstevnuna – fyri eisini
at fregnast um, hvat hini
feløgini halda um jarðfrøð-
ina. – Tað er ikki bara
spurningurin um at vera í
grannalagnum, men tað
snýr seg eisini um at hava
rætta jarðfrøðiliga modellið
ella hugskot til at arbeiða út
frá.
Sabine Rosemary John-
son er annars rættiliga
bjartskygd um teir báðar
brunnarnar við markið.
Hon avdúkar fyri blaðnum,
at kjansirnir fyri at finna
olju og gass eru ein út av
trimum, og hetta má sigast
at vera rættiliga gott, tá
hugsað verður um, hvussu
ókent økið er og hvussu
stóru váðin er.
– Hvussu kunnu tit vera
so vís í, at møguleikin at
finna olju er ein út av trim-
um?
– Tað er rætt, at hetta er
gott. Vit hava góðar jarð-
frøðingar og jarðalisfrøð-
ingar, sum gera eitt sera
gott arbeiði, og teir eru so
eisini við á ráðstevnuni í
Føroyum.
- og fara at gera alt
fyri at skapa góðar og
tryggar karmar rund-
an um komandi út-
bjóðingar á land-
grunninum. Olju-
feløg skulu vera væl-
komin at luttaka í
leitingini við Føroyar
segði Bjarni Djur-
holm, landsstýris-
maður, tá hann setti
oljuráðtevnuni í
Norðurlandahúsinum
OLJURÁÐSTEVNA
Jan Müller
Tað var Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í oljumál-
um, sum setti oljuráðstevn-
una í Norðurlandahúsinum
týsdagin. Hann segði tað
var ein stórur heiður at
kunna seta hesa spennandi
og áhugaverdu ráðstevnu.
– Oljuleiting við Føroyar
eru framvegis sera ung og
traðkar enn sínar barna-
skógvar. Og nettupp tí
hevur tað so stóran týdning
at kunna hava eitt forum,
har serfrøðingar á økinum
kunnu møtast og tosa um
úrslitini av teirra kanning-
um og gransking.
Landsstýrismaðurin helt
fyri, at føroyska undir-
grundin er ein stór avbjóð-
ing og nevndi her serstak-
liga basaltið. Nærum alt
økið er dekkað við basalti,
men kortini hevur leitingin
víst, at tað ber til at gera
kanningar undir basaltin-
um.
– Vit hava staðfest, at her
ein ein virkin kolvetnis-
skipan. Her eru stórir struk-
turar at síggja. Reservoir
frá ymsum tíðum eru í
Føroyar Hetlands rennunij.
Arbeiðsskráirnar fyri 2.
Rundu eru ætlaðar at kunna
koma longur við seismikki
og øðrum kanningum fyri
at fáa betri forstáilsi av tí,
sum er undir basaltinum,
soleiðis at tað seinni ber til
at fara undir at bora her.
Bjarni Djurholm vísti
eisini á broytingarnar sum
eru gjørdar av nýggja
landsstýrinum í sjálvandi
oljufyrisitingini.
Hesar
koma ikki at hava nakra
negativa ávirkan á fram-
tíðar leitingina við Føroyar.
– Hóast vit hava lagt niður
upprunaliga oljumálaráðið
og seta á stovn eina nýggja
oljufyrisiting hevur tað
stóran týdning fyri meg
sum oljumálaráðharra at
kunna boða tykkum frá, at
hesar broytingar á ongan
hátt merkja, at vit raðfesta
oljuleiting
minni.
Tvørturímóti ynskja vit við
eini nýggjari útbjóðing at
vísa umheiminum, at vit
raðfestina leitingina sera
høgt.
Langtíðarætlanin er at
kunna staðfesta um her
finnast kolvetni í rakstar-
verdugum nøgdum. Tað
hevur stóran týdning, at
oljuleitingin, sum byrjaði í
2001 kann halda fram og
soleiðis at nýggj øki kunnu
verða boðin út, og har
ymisk arbeiðsmodell og
jarðfrøðilig hugskot kunnu
roynast – øll við tí eina
endamálinum:
at
finna
kolventi og fara undir fram-
leiðslu.
2. útbjóðing er ein nátúr-
ligur partur av hesi strategi.
Hon verður helst latin upp í
summar og loyvini latin
móti endanum á árinum.
– Tað er vón mín, at hesir
báðir dagar fara at kunna
løna tykkum aftur, bæði á
einum professionellum og
einum menniskjaligum-pri-
vatum støði. Serliga fyri
tykkum, sum vitja her fyri
fyrstu ferð og eg vóni, at
hetta bara er tann fyrsta av
nógvum líknandi oljuráð-
stevnum.
Bjarni Djurholm við altjóða
oljuserfrøðingar:
Føroyar
raðfesta
olju-
leitingina
sera høgt
Bjarni Djurholm setir stóru oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum
Mynd Jensk Vang
Nógv fólk vóru komin til ráðstevnuna, bæði føroyingar og útlendingar
Mynd Jens K Vang
Framhald av s. 15
C
M
Y
K
18