týsdagur 13. august 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Starvslýsing
Tekniskur
stjóri
Hevur tú førleikarnar
og áræði ?
...so bjóðar Vodafone eitt starv í einum
veruliga spennandi og nýskapandi um
hvørvi, har fakøkið mennist sum klokkan
gongur. Tú fært persónligar og fakligar
avbjóðingar, so mentali bogin spennist til
hann brakar.
Sum tekniskur stjóri, fært tú skiftandi upp
gávur innan leiðslu, tilrættarlegging, opti
mering og tú kemur at arbeiða saman við
fyritøkum bæði innanlands og uttanlands.
Um deildina
Tekniska deild hevur ábyrgd av rakstri og
menning av øllum tele og KTinfra kervi
num hjá Vodafone. Teleøkið umfatar um sit
ing av mobilneti, fastneti og transmissión.
KTøkið umfatar innanhýsis og uttanhýsis
infrakervi, skipanir t.d avrokningarskipan,
breiðbandsveiting og kundatænastu.
Sum vera man hevur Vodafone tætt sam
starv við veitarar uttanlands og tí eru
sáttmálastýring og røkt av veitarum og
samstarvsfeløgum ein týðandi liður í virk
seminum á Teknisku deild.
Um starvið
Sum tekniskur stjóri, er tú við í leiðsluni og
fært eina stóra ábyrgd og tú fert at taka lut í
arbeiðinum at seta tøkniligu kósina hjá
fyritøkuni. Á teknisku deild fær tú yvir
skipaður ábyrgdina av:
strategiarbeiði, tilrættarlegging og
menning
stýring av fíggjarætlanum fyri deildina
skipan av deildini og starvsfólkarøkt
samskipan av orku til verkætlanir
stýring av veitarum
Tínir førleikar
Vit ímynda okkum, at komandi tekniski
stjórin, hevur nakrar av niðanfyristandandi
førleikum og eginleikum:
Er verkfrøðingur ella aðra útbúgving frá
hægri lærustovni
Hevur viðkomandi royndir úr Føroyum
ella uttanlands
Hevur góðar leiðsluførleikar, góð
samstarvsevni og hevur lætt við at
samskifta
Er analytiskur og struktureraður
Hevur góða tøkniliga og handilsliga fatan
Vodafone hevur stórar avbjóðingar á KT
øki num, umframt at teleheimurin broytist
alsamt frá tele til IPgrundaðar sam skiftis
loysnir. Tí gera vit ikki mun á, um tú hevur
eina bakgrund úr tele ella KT høpi.
Vit bjóða
Vodafone bjóðar eitt lætt og livandi arb
eiðsumhvørvi. Vit eru ein lutafalsliga ungur
hópur av fólki, har tann einstaki fær frælsi
undir ábyrgd. Vit leggja dent á, at her skal
vera gott at vera og virka. Løn og setanar
treytir verða gjørdar í samráð við leiðsluna.
Umsókn
Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, er tú
vælkomin at seta teg í samband við Gudny
Langgaard á telefon 502050, ella senda ein
teldupost til gl@vodafone.fo.
Freistin at søkja starvið er 15. august 2013
og umsóknin skal sendast til:
Vodafone
Att.: Gudny Langgaard
Óðinshædd 2
FO100 Tórshavn
ella umvegis teldupost til gl@vodafone.fo.
Um Vodafone
Kjarnuvirksemi hjá Vodafone er mobil og
fastnettelefoni og breiðbandssamband.
Vodafone hevur í dag á leið ein triðjing av
føroyska marknaðinum. Hornasteinurin í
virkseminum eru góðska, nýhugsan og
kundarøkt. Um 30 ársverk eru í Vodafone.
vodafone.fo
Nú eitt av starvsfólkum okkara ynskir at royna
aðrar leiðir, søkir Samskip eftir starvsfólki
til útflutningin, at byrja skjótast gjørligt.
Vit sóknast eftir einum ágrýtnum
og dugnaligum persóni, sum:
· dámar at arbeiða við nógvum uppgávum í senn,
tó í einum skipaðum bygnaði
· er áhugað at læra, og seta seg inn í nýggjar uppgávur
· er altjóða hugað, og dugir at tosa og skriva enskt
· helst hevur hóskandi útbúgving og royndir
· er positivt, og dugir væl at samstarva.
Uppgávurnar, sum snúgva seg um
bæði sølu og avgreiðslu/bókingar, eru
mangar og spennandi. Til dømis at:
· gera tilboð/prísir til kundar
· avgreiða/bóka ordrar og uppfylging
· klárger av útflutningsskjølum
· søluarbeiði og uppfylging.
Løn sambært avtalu. Vilt tú vita meira um starvið, ert
tú vælkomin at tosa við Christian Danielsen, stjóra, á
telefon 30 88 11 ella 23 88 11. Tú kanst eisini senda
ein teldupost til christian.danielsen@samskip.com.
Umsóknir við prógvum skulu verða okkum í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 23. august 2013. Tær skulu
sendast til christian.danielsen@samskip.com, ella:
Samskip
Yviri við Strond 23
Postsmoga 3255
FO-110 Tórshavn
Att: Christian Danielsen
Starvsfólk til útflutningin hjá Samskip
Samskip í Føroyum eru partur av altjóða flutningsfyritøku við sama navni, sum tilsamans hevur
eini 1.250 fólk í starvi. Í føroyska partinum av Samskipum starvast okkurt um 60 fólk. Í Kollafirði eru
frystigoymsla og farmastøð okkara til innflutning og útflutning. Høvuðsskrivstovan er í Tórshavn.
Yviri við Strond 23 · postsmoga 3255 · FO-110 Tórshavn
tel.: 30 88 00 · faks: 30 88 01 · teldupostur: torshavn@samskip.com