Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo – Hetta er byrjanin til eitt nýtt tíð­ ar­skeið, har vit skulu hava nógv ferða­fólk til Føroyar! Tað var boðskapurin hjá Johan Dahl, lands­stýr­ism­anni í ferða­ vinnu­mál­um, tá hann mikudagin setti til­tak­ið í Norð­ur­land­a­húsinum, har Ferð­a­ráð­ið avdúkaði nýggja brand­ið, sum skal marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland. Og tað eru stór mál, sum Ferða­ ráð­ið – ið nú fer at eita Visit Faroe­ is­lands – hevur sett sær fyri at økja um ferða­fólka­tal­ið í Før­oy­um og stuðla uppundir, so ferðavinnan veru­liga kann gerast ein stór vinnu­ grein í Føroyum. Fram til 2020 skulu ar­beiðs­pláss­ ini, sum bein­leið­is eru tengd at ferða­vinn­uni, verða tvífaldað eins og ferða­fólk­a­tal­ið, sum tá skal verða kom­ið upp á 200.000 ferðafólk um ár­ið. Sambært kanningum eru góð 500 størv í Føroyum, sum beinleiðis eru tengd at ferðavinnuni. Enda­ mál­ið er at tvífalda hetta talið næstu seks árini, kom fram í Norð­ ur­landa­hús­i­num mikudagin. Vit kunnu bara fegnast um, at løgtingið samtykti at endurstovna Ferðaráðið, tí tað er brúk fyri einum slíkum stovni, hvørs fremsta endamál skal vera at marknaðarføra Føroyar uttanlands. Útlendingar skulu kenna Føroyar, og hava vit eitt gott felags positivt brand, sum bæði ferðavinnan og útflutningsvinnan kunnu brúka, so eigur tað at økja um tilvitskuna um Føroyar uttanlands. Ferðavinna og upplivingarvinna er í vøkstri allastaðni, og vøksturin er javnur ár um ár. Soleiðis hevur tó ikki verið í Føroyum. Tí er einki at ivast í, at eitt slíkt tiltak við felags branding kann skava ávøkst. Men vit hava hoyrt nógv av hesum fyrr. Ferðaráðið hevur fyrr eisini sett sær stór mál um at tvífalda ferðafólkatalið fram til aldaskiftið. Tann ætlanin kollsigldi og endaði við, at landssins stýri tók av Ferðaráðið. Nú er at vóna, at veruligt tyngd er aftan fyri orðini, so tað verður til annað enn ryggklapparí í Norðurlandahúsinum. Útlitini eru góð. Politiski stuðulin tykist grundfestur í øllum flokkum á tingi – og tað at løgtingið tvífaldaði játtanina hjá Ferðaráðnum í ár ber boð um, at vit hesaferð meina tað í álvara. Vit eiga tí øll –hvør í síinum lagi – at stuðla uppundir at gera Føroyar til eitt gott land hjá ferðafólki at vitja. Vinningur í ferðavinnu Leygardagin klokkan 10 let­ ur Vodafone upp nýggjan hand­il og skrivstovu í Sal­t­ ang­ar­á. Hetta er ein liður í, at Vodafone ynskir at koma nærri kundunum í Eyst­ur­ oynni. Fólk kunnu síggja fram til ein spennandi og ný­mót­ans handil, ið altíð er klárur at veita góða tænastu og nýggj­ astu vørurnar á fjar­skif­t­is­ mark­n­að­i­num, sig­ur Suni Justi­n­us­sen, sølu- og mark­n­ að­a­r­stjóri hjá Voda­fone. Við nýggja handlinum verð­ur sniðið og stílurin hin sami sum Í Vodafone handl­ u­num Í SMS og Í Klaks­vÍk, so tann vitjandi fær sama upplivilsi í øllum Voda­fone handlunum. Dagurin verður sjálv­sagt merkt­ur av góð­um upp­lat­i­ ng­ar- og køt­i­l­boð­um, liv­andi tónleiki og undirhaldi, um­ framt at okkurt gott verð­ur til góman, bæði til vaks­in og børn. Skrá­in fyri leygardagin 17. august Kl. 10.00: Handilin opnar Kl. 13.00: Angela og Hannibal undirhalda Kl. 14.30: Signar í Homrum syngur Handilin í Saltangará hevur annars vanliga opið Mána- til hósdag: kl. 10.00 - 17.30 Fríggjadag: kl. 10.00 - 18.00 Leygardag: kl. 10.00 - 14.00 Vodafone letur upp í Saltangará Løgmaður er sum danski dansi-poppbólkurin, Aqua, far­in at syngja um 80'ini. Men meðan tey í Aqua minn­ast 80'ini við sorgblídni, so royn­ir Føroya løgmaður at mála eina døkka politiska mynd av 80'unum. Eina mynd av á­byrgd­ar­leys­um pol­i­ti­k­ar­um, sum lótu alt um seg ganga, og sum veittu veð­hald til eina ørgrynnu av ør­vit­is­pro­jekt­um. Tað ætlar løgmaður sær í hvussu so er ikki at gera. Á Facebook sigur løg­mað­ ur so­leið­is nú um dagarnar: »Tað er mín vón, at vit ikki opna slús­ur­n­ar inn í veð­ halds­pol­i­tikk­in frá 80'u­nun við almennari tunn­ils­verk­ ætl­an á farleið, sum er har í dag.« Sjálvandi hevur løg­mað­ ur rætt í tí, at vit ikki skulu opna slúsur inn í veð­halds­ pol­itikk. Men hetta fær okkum at hugsa um tað, sum Edmund Jo­ensen segði um løgmann, at »tað er á markinum til tað barns­liga« av einum løgmann at argumentera soleiðis. At løgmaður og Kári Post og Ger­hard og Páll á Reyn­a­túgvu vilja offra allar inntøkur av Eyst­ur­oy­ar­tunl­ i­num í danskar lummar. Tað er so tað. Men tað merkir ikki, at tey – eisini partamaðurin hjá løg­manni, formaðurin í løg­tings fíggjarnevnd – ynskja at opna nakrar veð­ halds­slús­ur. Back to the eighties Málið er at at tvífalda talið av ferðafólkum næstu seks árini Uppliv Neymar í stórdysti Drigið verður hósdagin 22. august spania Super Cup Barcelona v Atletico Madrid Mikukvøldið 28. august Send sms-boð við tekstinum: sos til 1940 Heini í Skorini Kjak síða 26 Ikki ráð til Sandoyar­ tunnil Síða 16 Nýgg­ir grav­stein­ ar í gamla kirkjugarði Peter F. Christiansen f. 16.4 1895 d. 18.5 1923 Vestina Christiansen f. holm Joensen f. 16.4 1892 d. 7.8. 1946