Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. juni 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÁKI BERTHOLDSEN „Eg gekk mær mót’ hav- inum vestur« Undir hesi regluni úr Tjaldurssanginum er ein sera forvitnislig framsýning um Jákup Dahl, próvst, latin upp í Vágs Kirkju. Tað er Landsbókasavnið og Bókasavnið í Vági, sum standa fyri framsýningini, sum fyllir alla forkirkjuna og kapellið. Framsýning er opin bæði í dag og í morgin frá kl. 16-19. Á Jóansøku er ein forvitnislig framsýning um Jákup Dahl í Vágs Kirkju Hetta er fyrstu fer at ein framsýning er um Jákup Dahl. Martin Næs, Landsbóka- vørður, sigur, at í seinastuni hevur Landsbókasavnið fingið rættiliga nógv og fjølbroytt tilfar um Jákup fyri føroysku kirkjuna. Martin Næs sigur, at at framsýning kom í lag í sam- band við hátíðarhaldið nú tað eru 1000 ár síðani at Føroyar vórðu kristnaðar. – Vit hildu, at hetta var ein hóskandi máti hjá prenta tað. Brævið, sum Jákup Dahl, hevur skrivað, endar soleið- is: »...Med disse bemærkn- inger tror vi at have til- strækkeligt godtgjort, at be- skyldningerne mod Jóannes Patursson og det færøske folk for danskerhad og danskerhån, bliver fuld- stændigt ugrundede og vi håber derfor at den del af det danske folk, der vil for- stå det færingernes arbejde og bestræbelser, ikke for fremtiden må fortolke hvert livstegn og hver fremadgå- ende stræben, der viser sig på Færøerne, både på det materielle og det åndelige område, som et udslag af uvilje og fjendskab mod det danske folk«. Hetta vísir okkum, at í hvussu so er fyri ein part, kann kjakið um fullveldið nú og tá, samanberast. Landsbókasavninum at vera við í hesum hátíðarhaldin- um. Á framsýningini eru m.a. handrit til sálmar, og præd- ikur, bøkur, myndir. Fleiri prædikur eru á før- oyskum, sum var rættiliga sjáldsamt tá á døgum, all- arfyrst í hesi øldini. Og í hesum fullveldistíð- um, kann til stuttleika leggj- ast afturat, at eitt handrit, sum er á framsýningini, er eitt bræv, sum føroyingar í Danmark sendu Politiken í 1903, har teir verja sjónar- miðini hjá Jóannes Bónda. Men Politiken vildi ikki Dahl frá ymsum fólkum í slekt hansara. –Savnið, vit nú hava um Jákup Dahl, er eitt tað størsta, vit hava um ein ein- stakt fólk, sigur landsbóka- vørðurin. Hann sigur, at framsýn- ingin, sum nú er sett upp í Vági, er bara eitt lítið úrval av tí, sum Landsbókasavnið hevur, men hann heldur kortini, at tað er rættiliga umboðandi og lýsir væl hansara fjølbroytta virk- semi, bæði sum stríðsmann fyri føroyska málinum, sum sálmaskald og sum lýsir tað stóra arbeiðið hann gjørdi Landsbókasavnið hevur fingið eitt umfatandi og fjølbroytt savn um kenda Jákup Dahl, Próvst. Eitt úrval av tilfarinum er at síggja á framsýning í Vágs Kirkju á Jóansøku »Eg gekk mær mót’ havinum vestur« Sekundini vóru avgerðandi Tveir mans fingu í gjár heiðurstek- in fyri at hava bjargað einum smádrongi frá at drukna á Havn- arvág ÁKI BERTHOLDSEN –Í eini støðu sum hesari, eru tað sekundini, sum eru av- gerðandi. Tað segði Uni Vestureið á politistøðini í Havn, í sam- bandi við at hann á sam- komu á politistøðini í Havn hósdagin handaði Høgna Mohr og Hannus Petersen Ingbølsteypið fyri eitt av- reksbragd, teir báðir framdu á Havnarvág í september í fjør. Tað var beint eftir klokk- an 16 tann 9. september í langt út frá landi. Róp kom í úti á Argjum og eisini teir báðir Høgni Mohr og Hann- us Petersen hoyrdu rópini og teir bóru skjótt at, teir fingu klæðini av sær og lupu á bláman. Teir svumu teir uml. 70 metrarnar út til drongin og fingu bjargað honum í land. Uni Vestureið sigur, at tá ið alt er yvirstaðið í slíkum førum er einasta uppgávan hjá løgregluni bara at skrá- seta tað, sum fór fram. Men tað var skjótt, at Carnegie grunnurin helt, at her var talan um so stórt bragd, at teir báðir bjargingarmenn- inir áttu eina heiðursløn uppiborna. Og fyri tíð síð- ani fingu teir báðir 10.000 krónur í part frá Carnegie grunninum. Og nú hevur so eisini »Redningsmedalje- selskabet« gjørt av at vísa teimum báðum viðurkenn- ing og í gjár fingu teir báðir Ingbølsteypið á lítlari sam- komu á politistøðini. Tað vóru fólk, sum vóru heiðrað fyri ymisk brøgd, sum longu í 1884 stovnaðu »Redningsmedaljeselskab- et«. Teir stovnaðu felags- skapin við tí endamálið at heiðra fólk, sum høvdu sett lív og heilsu í vága fyri at bjarga øðrum úr neyð. Nú er Margretha Drotning verji hjá felagsskapinum. Eitt skiftið var amtslækn- in Kaj Ingbøl nevndarlimur í felagnum og tá ið hann doyði, læt hann tað, hann átti, til felagsskapin. Haðani stavar navnið á steypinum. UniVestureið sigur, at tá ið á stendur, liggur tað djúpt í føroyingum at hjálpa, uttan at hugsa um seg sjálvar. Í hesum førinum vóru tað eisini mong, sum gjørdu sítt, men tað vóru serliga hesir báðir, sum settu lív í heilsu í vága fyri at bjarga dronginum. Men hertil má sigast, at drong- urin var avbera róligur, skilagóður og tað gjørdi sítt til, at teir vóru førir fyri at bjarga honum. Men tað at teir bóru so skjótt og væl at, ger, at vit nú kunnu minnast hetta sum eina gleðiliga hending, sig- ur Uni Vestureið. fjør, at ein smádrongur datt á sjógv úti á Argjum, beint niðanfyri Sosialin. Í skjøl- unum hjá løgregluni stend- ur, at á miðdegi hendan dag- in vóru ímillum 16 og 22 metrar um sekundið av út- synningi. Hitin í sjónum var 9,8 stig og hitin í luftini var 11,6 stig. Streymurin og tann nógvi vindurin tók skjótt dreingin Frá vinstru, Høgni Mohr, Kjartan Festirstein, sum var tann, ið datt á sjógv og Hannus Petersen. Aftanfyri stendur Uni Arge. Mynd: Alan Brockie EDVARD JOENSEN Tað livir eitt sindur við bryggjuna í Heygsstøð. Bát- urin rykkir í endarnar, og hann kennist eitt sindur leysur á floti. Men hann er rættiliga góður at vera umborð á, og hann ber seg óvæntað væl í sjónum, sigur Sonni Johan- sen á Strondum, sum her fyri keypti 23 tonsaran Marionnu úr Noreg. Teir hava verið ein túr og roynt bátin. Og hann er rættiliga góður at andøva við, sigur Sonni Johansen. Marianna er 14 ára gam- al aluminiums deksbátur, sum er yvirdekkaður allur sum hann er. Marianna er útgjørd við nýggjari egningamaskinu, og teir hava 21.000 húkar hangandi umborð, sigur Sonni. Teir verða 5-6 mans við bátinum, sum fer at rógva út við línu alt árið. Báturin er bara riggaður til línu, og ikki er ætlanin at seta snellur í hann, sum er. Dekkið er sera væl inn- Útróðrarbátur úr aluminium Fyrsti størri aluminiumsbáturin, sum ætlaður er til útróður undir Føroyum, varð hefyri keyptur úr Noreg. Báturin er skrásettur á Strondum rættað og rúmligt og ar- beiðsligt. Báturin er yvir- dekkaður, og tað er høgt millum dekkini, so ongum nýtist at ganga við ampa fyri at sláa seg í nakrastaðni. Marianna hevur 290 hesta høvuðsmotor og 60 hesta ljósmotor, sum eru javn- gamlir við bátin. Á sløttum gongur hon einar tíggju míl. Annars er hon væl inn- rættað, og er rættiliga væl hildin. Í teimum trimum, sera snøggu kømurnum um- borð eru tvær koyggjur í hvørjum. Ikki er dúrkið so øgiliga rúmligt, men koyggjurnar eru góðar. Messan er sera snøgg og útgjørd sum køkurin heima, greiðir Sonni Frá. Elek- triska kabúss og eimhettu plagdi ikki at vera so vanligt at hava umborð á skipi. Og meðan vit práta fer eitt avskræmiligt ýl um all- an bátin. Tað er alarmurin í messuni, sum sigur frá, at nú kemur ov nógvur damp- ur úr ketlinum, sum Sonni setti út á, so blaðmaðurin kann fáa ein kaffimunn, nú hann vitjar. Á brúnni er alt, sum hoyr- ir nútíðini til. Gps'arar, plottari, radari og so fram- vegis. Eisini hevur báturin stabiliseringstanga, sum man vera heldur óvanligt við so lítlum báti. Marianna er komin í flotan í staðin fyri Nevið Reyða, sum Sonni Johansen átti. Nevið Reyða brann og sakk eystan fyri seinasta heyst. Men eitt fiskiloyvi er ikki nokk til hendan bátin, metir Sonni, sum hevur ognað sær útróðrarbátin Havnatind úr Klaksvík, sum teir hava róð út við í vetur. Nú verður Havnatindur lagdur, og loyvi lagt aftrat tí hjá Nevinum Reyða, soleiðis, at meira verður til Marionnu. Sonni Johansen sigur, at hann metti tað ikki vera ráðiligt at smíða nýggjan bát fyri Nevið Reyða. Tí er hesin keyptur úr Noreg. Fíggingin er úr Realinum, men eigarin leggur ikki í at upplýsa prísin. ∆ Marianna er fyrsti útróðrarbáturin úr aluminium ( Mynd: Edvard Joensen) EDVARD JOENSEN Víkingur er brunnbátur, sum felagið Víkingur hjá alistøðunum Gulanum og Funningslaksi hevur keypt úr Noreg. Víkingur kom til Føroya fyrst í juni og hevur fingið onkrar smávegis umvælingar, sigur Kári Nielsen, stjóri í Funn- ingslaksi. Víkingur skal brúkast at flyta laks frá alibrúkunum hjá Gulanum og Funnings- laksi til kryvjivirkið á Strondum, sum somu feløg- Nýggjur brunnbátur á Strondum Alistøðirnar Gul- in og Funnings- laks hava stovnað felagið Víking, sum hevur keypt brunnbát við sama navni ini eiga. Alibrúkini, Víking- ur skal røkja, liggja á Funn- ingsfirði, Kaldbaksfirði og í Nólsoyarfirði. Víkingur varð umbygdur til brunnbát í Noreg í 1995, og hann kostar seks milli- ónir, nú hann er keyptur til Føroya, sigur Kári Nielsen. Kryvjivirkið, sum Gulin og Funningslaks eiga inni á Strondum, varð royndar- koyrt í vikuni. Tá Sosialurin vitjaði á virkinum, gingu montørar allastaðni og skrúvaðu og riggaðu til. Fimtan tons av laksi, sum víkingur hevði Víkingur við bryggju á Strondum ( Mynd: Edvard Joensen) ført, gingu í einum hyli utt- an fyri og bíðaðu eftir at fáa ta æru at verða fyrstu fisk- arnir, sum skuldu ígjøgnum linjuna á virkinum. Kári Nielsen sigur, at tá virkið er farið rættiliga í gongd, vænta teir, at eini 30 fólk fara at arbeiða har í tveimum vaktum. Tað verð- ur fyri tað mesta fólk av vestara armi á Skálafirði, væntar hann. Kári Nielsen vil ikki siga nakað um fíggjarviðurskift- ini á virkinum. Einasta hann vil upplýsa er, at onkur út- lendskur partaeigari er við. 5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 119 - 24. juni 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 119 - 24. juni 2000 GSM • NMT 450 Sosialurin - 311820 NOKIA 3210 Kr. 1.895.- GSM NOKIA 6150 Kr. 3.195.- GSM NOKIA 650 Kr. 3.995.- NMT 450 NOKIA 640 Kr. 2.995.- NMT 450 NOKIA 8210 Kr. 4.295.- GSM NOKIA 8850 Kr. 6.645.- GSM NOKIA 7110 Kr. 3.495.- GSM BYRJUNARPAKKI TIL TÍNA NOKIA FARTELEFON: Taska, head-set og billøðari EINANS kr. 278,- N GV N TT HEIMKOMI TILBO kr. 49,- Canvastaskur sum beltitaskur Œ Tr ndarg¿tu tel. 31 82 00 ella 21 81 9929 29 Sosialurin - 311820 Jakkar ¥ Frakkar ¥ Kj lar Blusur ¥ Taskur ¥ Buksur Troyggjur ¥ T-shirts Veitslukl ir ¥ Summarkl ir