Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt verður frálandi yiri við Strond leygardagin tann 17 august kl 13.15. Svimjingin er fyr mo­ tións­svimjarar, hav­svimj­ar­ ar og svimjiáhugað annars. Í ár eru aftur tveir teinar at svimja. 1. Tann vanligi, har byrjað verður niðanfyri hjá radioamatørunum. Teinurin er 4000 metrar til Nólsoyar­ bygd. 2. Hin teinurin er 1000 metrar, har byrjað verður frá báti, ið liggur úti fyri bygd-ini. Øll møtast hjá radio­ amatørunum klokkan 12.00. Klokkan 13,15 leypa tey, ið svimja 4000 m, á blám­ an yviri við Strond við Stóra­damm, niðanfyri hjá radioamatørunum. Tey, ið svimja 1000, fara sam­ stundis í bátarnar og sigla til startmálið 1000 metrar úr Nólsoyar bygd, har tey byrja svimjingina klokkan 14.15. Málið hjá báðum bólkum er Heiðursportrið niðri á keiuni í Nólsoy. Kemur tú á land aðrastaðni, mást tú renna seinasta teinin. Sama­rittar eru við á ferðini um fjørðin, at ansa eftir tær. Nóls­oyingar taka ímóti og hjálpa tær upp á land. Tú skalt fáa til vega: 1. Froskmanna- ella tri­ atlon­búna. 2. Bát at fylgja tær. Seks­ mannfar ella størri og minst tvey vaksin við. 3. Báturin skal hava VHF. 4. Hampuliga venjing. Tilmelding hjá Erlendi Simon­sen 500604 Leo Poulsen Síðani vit í stuttum umrøddu ovastevnukabarettina í VikuBlaðnum mánadagin er tað hent, at mannigin er fækkað við einum. Høgni Niclasen verður nevniliga ikki við í kabarettini, eins og upprunaliga ætlað. Men hini seks arbeiða upp á hátrýst, og tá Sosialurin tosaði við manningina hós­ dagin, byrjaði leikgongdin at taka skap. Tað eru tveir høvuðstáttir í kabarettini. Tann eini meira alføroyskur, ja, heilt altjóðakendur, meðan hin er meira lokalur. Talan er um ávika­vist EU boykottið móti Før­oyum, og 150 ára dagin hjá Nóls­oyar kirkju. Hesi bæði evnini fylla meira enn nakað annað í kaba­rett­ini, hóast ikki skal farast niður í smálutir. Men tað eru sjálvandi eisini onnur mál, ið nomið verður við í kabarettini. - Vit kunnu nevna »De tunge mødre«, Fámara-málið, har tað jú sum kunnugt ljóðar, at Johan ætlar at flyta til Nólsoyar, um ný­ kosn­ar millióningar. Tú kanst næstan siga the Usual Suspects, sigur Snæbjørn Han­sen. Og tað er nóg mikið hjá teimum seks leikarunum at tríva í. - Vit hava tilfar til einar 15 sketsjir, men vit enda allar­helst á seks-átta, sigur Reidar Jacobsen, sum er við á 13. sinni. Eru við fyri ikki at verða við Hugskotini eru mong, so tað verður ein spurningur um at halda kabarettini niðri á ein­um rímiligum tíðarbili. - Vit miða ímóti at halda kabaret­tini á umleið 40 minutt­um, og í løtuni eru vit uppi yvir tveimum tímum, sigur Snæbjørn Hansen. So hvørt tað nærkast stevnuni, verður meira og meira tíð brúkt í Royndar­ húsi­num, har kabarettin held­ur til. - Vit hava verið her fýra og seks tímar, og týskvøldið og mikukvøldið hava vit verið í húsinum frá á miðdegi til miðnátt, sigur Reidar Jacob­sen. So leikararnir leggja nógva orku í, at fáa kaba­ rett­ina so góða sum gjørligt, men tað skal eisini tónleikur til at gera eina kabarett góða. - Í ár verða tað Bjørn Thom­sen á bass, Hákun Andrias Hansen á gittara og Jóhan Hansen á trummur, ið standa fyri tónleikinum, greiðir Snæbjørn Hansen frá. Men hvat er tað við at leika kabarett sum ger, at menn halda fram upp í 13 og 12 ár, sum Snæbjørn Hansen og Reidar Jacobsen, ávikavist Aksel á Botni hava gjørt. - Tað er tankin og gleðin um at skapa nakað, ið telur, held­ur Snæbjørn Hansen. Men Reidar Jacobsen er meira staðfestandi. - Tað er fyri at sleppa und­ an at koma í kabarettina, si­g­ ur hann. Umframt Snæbjørn Han­ sen og Reidar Jacobsen eru tað Aksel á Botni, Óli Juul Hansen og systrarnar Andrea og Jacoba Jacobsen, ið manna kabarettlistan í ár á Ova­stevnu. Ein gejstlig kabarett Nú verður síðsta hond løgd á kabarettina á ovastevnu, og í kvøld, fríggjakvøld, verður Cabaleum II frumsýnd. Og har verður eitt sindur av hvørjum Aftur svimjing á ovastevnu í ár Sekstanda árið á rað verður skipað fyri stuðulssvimjing til Nólsoyar, til frama fyri svimjihyl í Nólsoy 150 ára dagurin hjá Nólsoyar kirkju fær sína umrøðu í kabarettini. Her teir fimm prestarnir saman við bispi framman fyri Nólsoyar kirkju Mynd: Aksel á Botni