hósdagur 15. august 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
230. partur
Peter F. Christiansen er eitt kent
navn í Havn. Fyrst og fremst var
hann kendur sum stjóri á “gomlu”
Dimmalætting ta tíðina, hon var
kend fyri at vera ein sera fíggjarliga
sterk fyritøka. Eisini var hann við í
politikki. Hann var býráðslimur og
eisini býráðsformaður, umframt at
hann var løgtingsmaður og lands
stýrismaður fyri sambandsflokkin.
Tað er minni kent, at pápi Peter
F. eisini æt Peter F(erndinand). Eitt
tað seinasta, sum Peter F. skipaði
fyri, var at fáa sett gravstein yvir
foreldur síni. Hann náddi ikki at
síggja tað sjálvur, men børnini hava
fingið steinin settan upp.
Teimum báðum var ikki langt
lív lagað. Peter F. (eldri) var sonur
Ommukissa, Christian Christiansen,
sum fyri kortum varð umrøddur í
hesi røð. Hann giftist við Maren
Elisabeth Vestinu Holm Joensen,
vanliga kallað Vestina. Men tey
fingu ikki langa tíð saman. Petur,
sum var prentari á Dimmalætting,
doyði 27 ára gamal 18. mai 1923, sum
sonurin varð føddur fýra mánaðir
seinni tann 22. september.
Peter F. kom tískil onga tíð at
síggja pápa sín. Hjá eini ungari
einkju var ikki nógv hjálp at fáa
tá í tíðini, so Vestina mátti klára
seg sum frægast. Hon hevði árini
1928-1930 postlínshandil heima hjá
sær sjálvari í Niels Finsensgøtu.
Anthony Nielsen, fyrsti barberur
í Føroyum, hevði eitt skifti klippi
stovu hjá Vestinu og seinni hevði
Sigrid Lützen fotoatelier har.
Hennara meira drúgva starv
var hjá Dimmalætting, har hon
eisini gekk í húsini við rokningum.
Tað segðist, at hon var rættiliga
avgjørd. Hon noktaði snøgt sagt
at fara avstað aftur, fyrr enn hon
hevði fingið tann pening, hon kom
eftir. Sonurin, Peter F., man hava
havt nakað somu eginleikar!
Maria
Djurhuus
og
Haldor
Christiansen vóru systkinabørn
Peter F., og tey siga, at tað var gott
samband millum ættirnar. Teir
vóru tríggir einnevndir, sum gingu
í sama flokki, Peter C., beiggi tey
bæði, Petur F. og Petur P., sonur
Wensil Petersen. Hesir báðu seinnu
doyðu blaðungir.
Maria minnist eisini Vestinu
sum hjálpsama. Tá ið hon skuldi
konfirmerast, var mamma hennara
sjúk. Men tá tók Vestina um endan
við tí, sum skuldi gerast.
Men Vestina fekk heldur ikki
mong ár lagað. Hon doyði longu í
1946, 54 ára gomul.
Peter F. yngri, giftist við Paulu
Solveig Abrahamsen av Strondum.
Tey fingu børnini Petur F, John og
Guðrið Hervør Vestina.
Ættin hjá Vestinu
Ættin hjá Peter F. er fyrr umrødd
í hesi røð. Her skal tískil verða
umrødd ættin hjá Vestinu.
Hon var av Effersøe ættini.
Langabbin, Jón, var tann fyrsti
Effersøe í Føroyum. Hann rýmdi
til Føroya eftir at hava verið í parti
við Hundadagkonginum, Jürgen
Jürgensen, sum eitt stutt skifti
hevði valdið í Íslandi. Í Føroyum
giftist hann við Susanne Olesdatter
í Vestmanna. Tey fingu nógv børn,
sum komu at fáa stóran týdning
fyri okkara samfelag, og eru tey
umrødd í hesi røð. Eisini er ættin
umrødd í Miðvikuni, har vit fyri
tveimum árum síðani høvdu eina
áhugaverda røð við Lise Effersøe
Edwards, abbadóttir John Effersøe,
sum var beiggi Rasmus, Oliver og
Poul.
Ein dóttir Jón var Elisabeth Gurið
Vestina, fødd í 1819 Vestmanna.
Hon giftist við Johannes Joensen,
Johannes á Hospitalinum, í Havn.
Hann var ættaður av Kletti í
Havn. Hann hevði verið handils
betjentur bæði við kgl. Úthandilin á
Tvøroyri og á Fitjunum í Vestmanna,
áðrenn hann fekk starvið sum
umsjónarmaður á Hospitalinum,
og hetta starv røkti hann, til hann
doyði nýggjársaftan 1902.
Ein sonur teirra var John Jaco
bæus Joensen (1846-1900) sum
í 1884 giftist í Havnar Kirkju við
Onnu Helenu Cladinu Holm (1851-
1931).
Hann var vanliga nevndur John
í Mettustovu. Navnið má vera
komið av, at hann hevur hildið til
í Mettustovu, sum abbi hansara
keypti, og har mostrar hansara
Josefina, Vilhelmina og Henrietta
búðu og høvdu mótahandil.
Tey fingu umframt Vestinu:
Johannes Olaus Joensen,
(1885-1955), keypmaður
Eliesar Gunnar Holm Joensen
f. 1887
Christen Holm Joensen.
Søgan hjá pápanum
John í Mettustovu var føddur í
Vestmanna 9. apríl 1846. Hann
fór ungur til skips við eingilska
skiparanum gamla Woolnough, sum
var væl kendur millum føroyingar.
Hann var við honum fyrst sum
dekkari, og síðan sum bestimaður,
og tað var ikki smávegis veiða, teir
løgdu upp í Grimsby um árini.
Tá ið John hevði siglt nøkur ár út
frá Grimsby, fór hann til Danmarkar
at ganga uppá skúla og tók helst
stýrimansprógv
í
Vordingborg,
har hann átti eina systir búgvandi
stutt frá. Hann kemur heim aftur
til Føroya og førdi Waterwitch hjá
Thomsen á Tvøroyri í 1873 og út
várið 1874.
Næsta skip, hann førdi í 1881
og 1882, var sluppin Gustav, sum
J. Jeramiassen, Elduvíks Jóannes,
keypmaður í Havn, átti saman við
øðrum.
Árið eftir, at Niclas á Trappuni
doyði umborð á Sprite í 1882, fór
John at føra skipið. Tað gjørdi hann
til tað sleit og fór á land og gjørdist
vrak á Tinganesi 15. mars 1890.
John førdi eisini eitt skifti Fox,
sum byrjaði slupptíðina í 1872.
John fór so at føra Lerkin hjá
M.C. Restorff í 1890 til fiskiskap.
Men í desember sama ár gjørdi
hann keypslag um skonnartina
Cyclone úr Onglandi og kom á
Havnina við henni 22. mars 1891.
Hann stovnaði saman við pápa
num og mammubeiggjanum Oliver
P. Effersøe og øðrum partafelagið
Cyclone, sum síðan keypti skonn
artina frá honum við skjøti frá 3.
apríl 1891. John í Mettustovu førdi
nú Cyclone til út í juli mánað 1894,
tá ið Jens Dam í Havn loysti hann
av. Cyclone gekk annars burtur við
allari manningini í 1903.
Tá ið John fór av Cyclone legðist
hann upp á land med alla. Hann
doyði 1. juli 1900.
Jógvan, beiggi John, var í mong
ár skipari í Grimsby og førdi m.a.
sluppina Emma og var leingi fiski
kongur har.
Jacobina var gift við donskum
skipara Wilhelm Hansen, sum í
1886 varð dripin av kinesiskum
sjórænarum í Sumatra. Henda
hending er fyrr umrødd í hesi røð.
Effersøe søgan: Vestina misti
mannin, áðrenn sonurin varð føddur
Tað koma framvegis nýggir gravsteinar í gamla kirkjugarði á Svínaryggi.
Tann seinasta er hjá Vestinu og Peter F. Christiansen
Komandi partur
Komandi partur verður seinast
í september, og hann verður
um Onnu og Hans Simonsen í
Norðradali.
Peter F. Christiansen
f. 16.4 1895
d. 18.5 1923
Vestina Christiansen
f. Holm Joensen
f. 16.4 1892
d. 7.8. 1946
Peter
Vestina
John í Mettustovu, pápi Vestinu
Peter F. Christiansen,
sonur Vestinu og Peter