hósdagur 15. august 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 93 · 16. august 2013
2
VIKUSKIFTI
Pápi mín plagar ofta at brúka orðatakið »gløgt
er gestsins eygað«. Við hesum meinar hann, at
fólk, sum koma uttanífrá, mangan síggja tingini
annarleiðis enn tey, sum liva í tí alla tíðina.
Eg eri júst afturkomin til arbeiðis
eftir eina deiliga feriu í Føroyum. Og
sum altíð vekjast nógvir spurningar og
hugsanir, tá eg vitji heimlandið.
1. dagur. Hví er Summarskál ikki »Alt-árið-
skál«? Ongar av vørunum hjá MBM smakkar
so væl sum tað fantastiska Summarskál.
2. dagur. Hitti ein av fittu nýføðingunum í
familjuni. Hann er tríggjar mánaðir, og í oktober
skal hann byrja í barnagarði. Samstundis skrivar
løgtingslimurin Hanus Samró, at barsilsskipanin
er nóg góð, sum hon er. Eg seti spurnartekin við
intelligenskravið fyri at sleppa inn á Løgting.
3. dagur. »Í ár var summarið ein fríggjadag,
plagar beiggi mín at skemta við«. Og eg haldi
avgjørt, at tað passar. Ella eri eg bara óheppin?
4. dagur. Føroysk konufók á ólavsøku
– eg haldi ikki, at nakað vakrari er til.
Nú tá búnarnir eru farnir at skifta lit, er
tann áður vakri búnin enn vakrari.
5. dagur. Eg síggi fullar bussar av ferða
fólkum fara til Bíggjar og Gásadals. Ferðafólk,
sum ivaleyst eisini hava lummarnar fullar av
peningi at brúka, men hvat skulu tey brúka teir
til, um ongir handlar eru? Gott at Kunningar
stovan hevur latið lítlan handil upp í Gásadali
um summarið, men brúk er fyri fleiri slíkum
handlum kring landið, har ferðafólk vitja.
6. dagur. Agorafobi. Ræðslan fyri trongum,
yvirfyltum støðum var ógvuliga nær, tá
eg og synirnir komu oman á Skálatrøð
á ólavsøku. Víka um tivoliøkið og burtur
við hasi ýlímaskinuni Tórsódn! Puha!
7. dagur. Grindadráp! Eg sigi ikki
meir. Tí sigur mann meir um grindadráp,
verður mann næstan dripin sjálv.
8. dagur. Internet er ikki nøkur nýggjheit
folks! Nú er tíð uppá, at handlar, matstovur,
hárfríðkanarstovur – ja øll almenn støð –
hava ókeypis wi-fi til viðskiftafólkini.
9. dagur. Hví kann eg ikki skilja sjarmuna
við kamping? Er tað tí, at eg búgvi í einum
stórbýi, har fólk vanliga hava bústað, sum er
á somu stødd sum ein kampingvognur? Tað
er mær ein gáta, at tit kamping-elskarar fara
úr tykkara lekru, STÓRU húsum og kroysta
tykkum niður í ein kampingvogn við klaustro
fobiskum lítlum køki, songjum og wc.
10. dagur. Hví skulu verðins fittastu fólk øll
búgva í Føroyum? Eg haldi, at tit høvdu kunna
spjatt tykkum eitt sindur meira! Hugsið um tad!
Takk fyri meg!
Summarskál, agorafobi
á ólavsøku og so grindin…
Regatta
Siglt verður av Eiði til Hósvíkar fríggjadagin klokkan 17.00. Tá komið verður til Hósvíkar, verður
døgurði í bygdarhúsinum, og leygarmorgunin er morgunmatur. Tað kostar 150 krónur at luttaka,
men tá er blusa og matur íroknaður
Sjómanna
dagur
Sjómannadagur verður í Klaksvík
leygardagin. Skráin byrjar klokkan
9.00 á morgni og øll tiltøk eru
ókeypis. Mongu kappingarnar plaga
at vera ógvuliga undirhaldandi, tá
menn egna um kapp, flisa eplir um
kapp, halda dreggi og ymiskt annað.
Skráin sæst á sjomannadagur.fo
Sjónleikur
á teknmáli
Leikurin Elements er skaptur í
samstarvi millum Ísland, Noreg,
Kanada og Grønland. Hvørt land
ber fram eina lítla søgu, knýtt
at egnari mentan og vald úr frá
sermerktu náttúruni í hvørjum
landi. Bæði leikarar o leikstjórar eru
deyv, tí verður leikurin framførdur
á deyvamáli, men er kortini
vælegnaður til hoyrandi áskoðarar
Kí - HB
Gamli fótbóltsklassikarin
millum KÍ og HB verður
sunnudagin klokkan 15.00.
Talan er um 20. leikumfar
í Effodeildini. Stóri
spurningurin er, um hetta
er dysturin, har KÍ loksins
vinnur aftur, ella um HB
fer at staðfesta sína støðu
sum landsins besta lið
Ovastevna
Ovastevna verður í Nólsoy
leygardagin. Nógvir bátar fara úr
Hósvík til Nólsoyar fyrrapartin,
men Ternan siglir eisini allan
dagin og náttina við. Á skránni
er bæði sjónleikur, tónleikur
og alt møguligt annað, sum
hoyrir eini bygdarstevnu til
klumma
Inna
Törnroos