mánadagur 19. august 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. august 2013 · Nr. 94
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Sjúrður skaale
kjak síða 10
Hanus
Samró
dregur
blankt
Brandur Sandoy
Kjak síða 10
Tokan
blendar
Heina
Arbeiðshátturin hjá landsstýris
manninum í innlendismálinum og
løgmanni viðvíkjandi málinum um
undirsjóvartunnilil millum Havn
ina og Skálafjørðin líkast alt meira
einum glantrileiki.
Fyrst snúði málið seg bara um
hendan tunnilin. Men nú meirilutin
hjá samgonguni ikki er intaktur, so
hevur løgmaður engt við Sandoy
artunlinum og fingið bæði Gerhard
Lognberg og Páll á Reynatúvu at
loypa beint á blámam. Við at taka
stovnsfæið úr Landsbankanum –
150 milliónir krónur – og koyra tað
í Sandoyartunnilin, so hevur hann
keypt sær tvær atkvøður úr and
støðuni at bjarga samgonuni. Snilt,
sera snilt, vil onkur halda.
Men tað sum er enn løgnari er, at
øll tann politiska skipanin er púra
blendað av øllum tunnilstosinum.
Tað er vorðið til eina sjálvfylgju –
altso tað er politiskt korrekt – at
siga, at sjálvandi skulu vit hava
Skálafjarðartunnilin.
Hetta
er
vorðið so sjálvsagt, at vit taka bara
Sandoyartunnilin við í keypinum.
Løgmaður hevur fleiri ferðir
gjørt greitt, at landsstýrismaðurin
hevur fulla heimild til at skriva und
ir sáttmálan við CIP uttan at spyrja
tingið. Hesa heimild hevur hann
fingið frá undanfarna løgtingi.
Men kortini er málið farið í ting
ið aftur, og løgmaður og landsstýr
ismaðurin ætlaðu at fáa tingið at
samtykkja málið í blindum. Uttan
at siga løgtinginum, hvat innihaldið
í avtaluni eru, skuldi løgtingið góð
taka hana.
Seinastu dagarnar er eisini kom
ið fram, at Kári P. Højgaard hevur
bundið landsstýrið til at rinda hes
um danska felagnum eina millión
krónur í endurgjaldi, um avtalan
ikki verður undirskrivað innan
ávísa freist.
Tað hevur sjálvsagt áhuga, bæði
hjá løgtinginum og hjá almenning
inum at vita, um tað passar, at ein
landsstýrismaður soleiðis setir al
mennar pengar upp á spæl. Tí við
hesum letur hann eitt útlendskt
felag seta løgtinginum treytir fyri
at gera eitt lógaruppskot, og tað ber
sjálvsagt ikki til.
Spennandi verður nú at síggja,
hvussu leikur fer. Javnaðarflokkurin
vil hava formansskapin í tinginum
at burturvísa málið, tí tað lýkur ikki
treytirnar fyri at verða lagt fram.
Tað hendir valla. Men lagnunnar
speisemi verður tað helst, at Javnað
arflokkurin fer at tryggja løgmanni
og meiriluta í hesum máli. Tað
hendir ógvuliga sannlíkt. Og skuldi
eitt misálit verið reist móti Kára P.
Højgaard, so verður tað helst eisini
tingmenn úr Javnaðarflokkinum
og Tjóðveldi sum tryggja Kára P.
Højgaard sætið í Tinganesi.
Andstøðan tryggjar kára
Nú komandi skúlaár byrjar,
verður nýggj parkeringsskip
an sett í verk í Hoydølum,
sum hevur til endamáls at
tryggja atkomumøguleikar
nar við skúlan. Hetta verður
gjørt við at merkja upp eina
parkeringssonufrá Sanatori
ivegnum við íbindingina til
Hvítanesvegin ogoman til
endan av skúlans øki.
Bæði løgregla og brand
myndugleikarnir
í
Havn
hava gjørt vart við, at park
eringin í Hoydølum má fáast
í skipaðar karmar, tí tilvild
arliga parkeringin, sum verið
hevur í økinumseinastu árini,
hevur forðað fyri nøktandi
atkomu og trygd hjá øllum
teimum, sum halda til í øki
num.
Frá týsdegnum 20. august
verður tí ein parkeringssona
sett í verk í Hoydølum, sum
fevnir um økið frá Hvíta
nesvegnum eftir Sanatorii
vegnum oman í Hoydalar til
økið við endan á skúlanum.
Nýggja skipanin merkir,
at tað einans verður loyvt
at parkera innan fyri upp
merktu parkeringsbásarnar.
Nýggja
parkeringss
kipanin er úrslit av einum
samstarvimillum
ferðslu
politi, landsmyndugleikar og
kommunu, sum í felag hava
avtalað hesa loysn. Sama
dag, týsdagin 20. august,
verður farið undir regluligt
parkeringseftirlit á økinum,
har gjaldast skal fyri ólógliga
parkering.
Myndugleikarnir
leggja
dent á, at fremsta endamál
við nýggju parkeringsloysn
ini er persónliga trygdin
hjá næmingum og starvs
fólkum í Hoydølum um
framt hjá øðrum, sum hava
Sanatoriivegin sum atkom
uveg.
Skúlin heitir á bæði næm
ingar og starvsfólk, sum hava
møguleika fyri hesum, um
ikki at koma við bili til skúlan,
men ístaðin nýta almennu
flutningsmøguleikarnar,
súkklu ella ganga.
Fáa nú bøtur í Hoydølum
Jørgen Niclasen á Face
book: Fyri gott 12 árum
síðan tripppaðu vit báðir,
Kaj Leo Holm Johannesen,
á føðideildini. Dag um dag
komu hesir báðir dreingir
nir í verðina.
Á politiska leikvøllinum
kempa páparnir saman,
men í Gundadali í morgun
kempaðu
synirnir
móti
hvørjum øðrum.
Jákup Johannesen var
bakkur hjá HB, meðan
Julian Vest Niclasen, ikki
óvantað, var á HØGRA
veingi hjá 07-Vestur.
Báðir sera góðir fótbólts
spælarar, her saman við
stoltum pápum.
Feðgar á ferð...
Páll og Gerhard eru helst
trygdin hjá Kára P. Højgaard