mánadagur 19. august 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. august 2013 · Nr. 94
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tokan blendar Heina í Skorini
Brandur Sandoy
Tingmaður fyri
Fólkaflokkin
Um dagarnar hevði Heini í
Skorini grein í miðlunum,
har hann mælir frá at gera
Sandoyartunnilin, tí hann er
ov tyngjandi fyri samfelagið
at fara í holt við beint nú.
Greinin er helst meint
sum ein eye-opener til polit
isku skipanina.
Hóast eg havi allarstørstu
virðing fyri Heina í Skorini, og
evnum hansara at viðgerða
samfelagsviðurskifti, havi
eg tó varhugan av at Heini
roynir meir at provokera
enn at viðgerða. Tað er eisini
áhugaverdur lestnaður, og
egnar seg sjálvandi væl sum
undirhald.
Niðurlaga vit
samferðslu
landanna millum?
Ein av pástandunum er, at vit
sum samfelag niðurlaga sam
ferðslu landanna millum.
Eg má spyrja Heina, hvar
hann hevur verið seinastu
árini?
Mær vitandi hava vit
farnu árini longt flogvøll
in í Vágunum við 550 metr
um, byggja í løtuni nýggjan
terminal, og brúka knappar
400 mió kr til endamálini.
Afturat hesum hava vit læk
ka ferðaavgjaldið.
Hetta eru tiltøk sum sam
felagsliga peika rætta vegin,
eitt nú verður tað lokkandi
hjá øðrum flogfeløgum at
flúgva uppá Føroyar, og
prísurin skuldi eisini í longd
ini farið rætta vegin.
Verða vit fleiri í tali,
um vit ikki gera
Sandoyartunnilin?
Greinin hjá Heina hevði
greiða boðskapin, at vit ikki
skulu gera Sandoyartunnilin,
men í staðin nýta peningin at
fáa fleiri fólk til landið. Men
fáa vit fólkavøkstur um vit
ikki bora tunlar?
Í 1999 varð byrjað uppá
arbeiðið við Vágatunlinum,
og varð fólkatalið í Føroyum
tá umleið 44.800. Í 2006 varð
arbeiðið við Norðoyatunli
num liðugt, og varð fólkatalið
í Føroyum tá umleið 48.100.
Tað vil siga, at hetta tíðar
skeiðið meðan tvinni stórar
beiðir við tunlum varð í Før
oyum, hækkaði fólkatalið við
umleið 3.300 fólkum.
Eftir hetta proklameraði
javnaðarhøvdingurin Jóanes
Eidesgaard tunnils-timeout,
nú skuldi verða slutt við
tunnilsbygging, nú skuldu
vit til at raðfesta bleyt virði
og útbúgvingar í staðin. Well,
tað hava vit nú gjørt í 7 ár, og
í 2013 er fólkatalið tað sama
sum í 2006. Tølini tala.
Við hesum er ikki sagt,
at tað er tunnilsgerðin sum
skapar fólkavøkstur, men
tann optimisman ið breiðir
seg millum fólk grundað á
tunnilsgerð, og teir logistisku
møguleikar ið uppstanda
vegna betrað infrakerv, skulu
avgjørt ikki undirmetast tá
tað kemur til fólkavøkstur.
Eysturoyartunnilin
gulleggið?
Eg eri samdur við teimum
sum siga, at ein beinleiðis
farleið inn á Skálafjørðin
hevur stórt samfelagsgagn
við sær. Tí fari eg at gera tað
eg eri mentur fyri at fremja
hesa farleið.
Eg eri tó sera ivasamur, um
skilagott er at gera tunnilin í
almennum høpi. Gott nokk
fær samfelagið ikki tað fullu
nyttuna úr tunlinum fyrstu
árini um tunnilin verður
privatur, men uppá longri
sikt kann henda loysnin
gerast ein rættur samfelags
fongur.
Um tunnilin verður gjørd
ur í einum almennum parta
felagi, kemur landið at hefta
fyri tunlinum so ella so, og
tað kann ganga útyvir væl
ferðina í landinum í nógv ár.
Um so verður, at privatur
Eysturoyartunnil verður ein
so góð forrætning sum nøkur
vilja verða við, fellur tunnilin
aftur til landið um nøkur ár,
ókeypis.
Tá hava vit eitt gott grund
arlag fyri einum sterkum
almennum partafelagi, har
allir
undirsjóvartunlarnir
eru aktiv, ið kunnu nýtast at
fáa lagaliga fígging til Suður
oyartunnilin við.
Mugu hugsa langsiktað
Heini staðfestir, at vit brúka
300 mió kr uppá samferðslu
í dag, bæði til rakstur og
íløgur. Eg fegnist um at tað
kemur fram í ljósið, tí av
eini samlaðari fíggjarlóg á
knappar 5.600 mió kr, fyllir
samferðsla einans 300 mió kr.
Hetta talið er alt ov lágt sæð
yvir tíð, og ber boð um at vit í
ólukkumát hava niðurraðfest
samferðslu seinastu árini.
Hetta tal eina rættvísgerð,
at landið eigur at fara í holt
við Sandoyartunnilin alt fyri
eitt.
Íløgan í ein komandi
Sandoyartunnil, er ikki bara
ein íløga til 1300 fólk í Sand
oynni. Hesin tunnil er byrjan
in til eina komandi Suðurleið
eftir landi, har tað verður
koyrandi til Suðuroynna.
Harafturat fáa allir borgarar
landsins betri atkomu til eina
perlu, eitt rekreatiónsøki av
Guðs náði.
Í dag hava vit tvinnar
Suðurleiðir, ið hvørt ár kosta
landinum 80 mió kr í rakstri.
Afturat hesum koma íløgur
í nýggj skip og ferjulegur, tí
nýggj skip skulu til hvørt 25-30
ár og ferjulegur tilsvarandi.
Um vit ikki gera tunlar,
hvørki til Sandoynna ella
Suðuroynna
komandi
40
árini, hava tey ið halda
samfelagnum
uppi
hesi
árini fram til 2053, vit og
børn okkara, goldið 3.200
mió kr í rakstri av sjóvegis
farleiðunum suður á land.
Harumframt hava vit bygt
nýggja Sandoyarferju, Suður
oyarferju og tilpassa ferju
legurnar, fyri minst 1.200 mió
kr. Hetta er alt í dagsins prís
um, afturat tí koma prís- og
lønarframskrivingar.
Gera vit ta dáragerð, at vit
ikki útbyggja innfrakervið
suðureftir landi, koma vit
sum land í ta støðu um 40 ár,
at hóast vit hava brúkt allan
henda pening til rakstur
og íløgur, hava vit ongan
produktivitetsvøkstur, onga
menning av lokaløkjunum
suðuri á landi, og ongan bú
skaparvøkstur fingið burtur
úr teimum 4.400 mió kr, í
dagsins prísum, ið vit hava
brúkt uppá økini.
Tað má ikki henda!!
Føroyar størri
enn Havnin
Vit mugu koma burtur frá
hugsunarhátti, ið negativt
samantvinnar vælferð og út
bygging av infrakervi í landi
okkara. Hesi áhugamál eiga
bæði tvey rúmd í samfelag
okkara, men alt ov ofta verða
tey sett upp ímóti hvørjum
øðrum, við at tað eina beinir
fyri hinum.
Soleiðis kann man ikki føra
eitt land longri fram á leið.
Hesi áhugamál skulu ganga
hond í hond, bæði mugu verða
á breddanum í senn, annars
hála tey hvørt annað niður,
ístaðin fyri at stuðla uppundir
hvørt annað.
Greinin hjá Heina ber
brá av nógvu tokuni í Havn
í summar, og av tí sama gerst
sjónarringurin í so snævur.
Eitt er at Heini ikki sær út
um Glyvursnes til dagligt. Tá
hann so heldur ikki fær eygu
ni upp fyri toku, gerst verðin
so lítil, at lætt er at villast til
bara at hugsa um egin lokal
áhugamál. Helst er tað tí hann
ákærir
sandoyartingmenn
fyri tað sama.
Hanus Samró dregur blankt
Góði Hanus! Hatta var ein stór kanón - men har er einki krút
Sjúrður Skaale
Góði Hanus!
Mann má siga, at tú dregur
blankt í politisku debattini
fríggjadagin. "Sjúrður Skaale
ein trojanskur hestur" pro
klamerar tú. Einki minni. Í
yvirskriftini.
Ein trojanskur hestur er
ein, sum lumpar síni egnu og
umboðar fíggindan. Tú sigur
altso, at eg í veruleikanum
arbeiði fyri ES í sildastríð
num.
Tað er ikki hissini ákæra.
Men tá tú skalt royna at
seta skorðar undir tín ógvus
liga pástand - so hevur tú ong
ar. Alt hongur í leysum lofti.
Tú sigur, at eg "sái iva og
mistreysti". Orsøkin er, at eg
havi sett nakrar viðkomandi
og sakligar spurningar við
landsstýrisins handfaring av
stríðnum við ES. Tað haldi eg
vera neyðugt, skulu vit ikki
gera - ella endurtaka - mistøk.
Ikki at seta spurningar við
tað, vit gera, styrkir ikki okk
ara støðu.
Tú sigur, at eg haldi tað
vera "týdningarmiklari at
vinna almenna rúmið enn
at stríðast við samráðingar
borðið". Eg haldi almennu
umrøðuna hava týdning, tí
hon ávirkar tey, sum taka av
gerðirnar. Men at hon hevur
størri týdning enn at "stríð
ast við samráðingarborðið"
havi eg aldrin sagt.
Tú sigur, at vit mugu ikki
blanda stýringina av okkara
egnu fiskivinnu upp í stríðið
við ES. Eg haldi spurningin
um, hvussu vit umsita tey
eyka tonsini vit skriva okk
um, verða alneyðugan at
umrøða innanhýsis í Før
oyum. Men eg havi aldrin
blandað hetta upp í sjálvt
stríðið við ES.
Tú hartar meg fyri at hava
nevnt, at prísurin á pelagisk
um fiski er sera lágur í løtu
ni og sigur, at vit skulu bíða
við at kjakast um hvørt "vit
skulu hava tilfeingisgjald,
uppboðssølu
ella
einki"
til í heyst ella komandi ár.
Men í næsta setningi vilt tú
kortini hava meg at greiða
frá "Hvussu lági prísurin
samsvarar
við
uppboðs
søluna".
Eg vildi fegin svarað - men
eg skilji ikki spurningin.
"Samsvarar við uppboðssølu
na?" Hvat meinar tú?
--
Hetta var so tað, sum
skuldi gera meg til ein
"trojanskan hest"... Heldur
tú sjálvur, at tað hongur sam
an?
Eg havi alt ov ofta, tá
eg havi skrivað eina grein í
sinnismuni, verið ov skjótur
at trýsta á "send". Seinni havi
eg ásannað, at míni álop hava
verið ov ógvuslig - og angrað
tað, eg segði.
Eg vóni tú eisini ásannar,
at tú ikki hevur nóg mikið av
krúti til at skjóta við so stór
ari kanón. At tú nýtir eina
yvirskrift, sum einki grund
arlag er fyri.
Eg havi gjørt alt, sum
eg uppá nakran máta havi
kunnað, til tess at verja støðu
Føroya og umboða Føroyar á
virðiligan hátt í hesum máli
num. Ofta í tøttum samskifti
við landsstýrið og tess um
siting.
At taka ávís viðurskifti
upp alment - viðurskifti sum
gera, at vit eru fyri atfinning
um uttanlands - er ein partur
av hesum sama: At styrkja
okkara støðu.
Teir leiðarar, sum bara
hava ryggklapparar rundan
um seg, ganga seg altíð í
óføri.