mánadagur 19. august 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
31
Mánadagur 19. august 2013 · Nr. 94
ES-boykottið, pedagogiskt sæð:
Rakul Dalsgaard
ES minnir meg ótrúliga nógv
um leiðaran í einum happ
ingarbólki. ES er tann ”gent
an” sum bestemmar og sum
setur dagsskránna. ES er
happingardrotningin,
sum
sigur: ”Í dag dámar mær ikki
Føroyar”.
Nú eri eg sjálv genta (og
námsfrøðingur) og kenni eitt
sindur til happingarmynstrið
í t.d. fólkaskúlanum. Tað er
soleiðis, at allar genturnar
í flokkinum royna at vera
væl
við
leiðaragentuna,
sjálvt um sambandi við hana
ofta kann vera destruktivt.
Leiðaragentan
er
typiskt
framlig, væl fyri sosialt
og karismatisk, og so hon
hevur ein bólk av gentum
rundan um seg, sum ikki
seta
spurnartekin
við
hana og hennara avgerðir.
Alternativið hjá gentunum
úti í periferiini er nevniliga
at tær kunnu blíva isoleraðar
og ikki hava nakran at
snakka ella spæla við. Ongin
torir at siga leiðaragentuni
ímóti, tí tað er hon sum stýrir
gentubólkinum og definerar
tað moralska kodeksið, sum
er grundað á loyalitet. Um
man brýtir hetta, so verður
man
útihýstur.
So
allar
genturnar velja heldur at
vera ein partur av bólkinum
enn at risikera einsemi.
Hatta
er
eitt
typiskt
mynstur, tá tað kemur til
happing. Eg haldi at tað er
óhyggiligt, hvussu nógvar
líkheitir eru millum lýsingina
omanfyri og tað sum hendir
júst nú, viðv. Boykottinum
mótvegis Føroyum, sum ES
stendur á odda fyri. Eg síggi
trætumálið upp á hendan
mátan:
Fýra gentir (lond) spæla
dagliga saman. Tær eita
Føroyar, Ísland, Noreg og
Rusland. Allar hava tikið
sítt egna leikutøj við sær og
hava deilt tað javnt millum
sín. Spælireglurnar eru væl
defineraðar og genturnar
einast fínt - Ongin skeldast
og ongin ger fortreð. Ein
dagin kemur Danmark, sum
er mamman hjá Føroyum inn
í kamarið við einari nýggjari,
stórari gentu, og sigur, at nú
skal hon eisini spæla við.
Nýggja gentan eitur ES og
sjálvt um hon ikki hevur tikið
nakað leikutøj við, so sleppur
hon at vera ein partur av
spælinum allíkavæl. Hon
fær ein rímuligan part av
leikutøjinum
hjá
hinum
gentunum, men er øgiliga
ónøgd og tekur sær so bara
sjálv enn meira, so at hon
til endans hevur ein stóran
part av øllum leikunum.
Eftir situr Føroyar, sum er
tann minsta gentan, við
næstan ongum. Hon finnur
seg ikki í tí og ger mallør, tí
hon eigur jú ein stóran part
av tí sum ES hevur tikið. Tær
fara at klandrast og Føroyar
tekur so bara leikurnar aftur.
ES blívur nú súr og sigur, at
Føroyar ikki hevur lov til
bara at taka sær so nógv
leikutøj, sum hon vil, uttan at
spyrja allar hinar genturnar
fyrst. Føroyar sigur: ”Jamen,
tað gjørdi tú, og hatta eru
mínar leikur”. Tá blívur ES
óð og hóttir Føroyar við, at
hvis hon ikki makkar rætt
og ger sum hon sigur, so
tíma hinar genturnar heldur
ikki at spæla við hana meira.
Føroyar heldur at tað er
órættvíst og noktar at gera
sum ES sigur. Allar hinar
genturnar ræðast ES, tí hon
er stór og hevur so nógva
makt, og tær vita, at hvis
tær ikki akta hana, so verða
tær eisini útihýstar. So tær
velja heldur at fara upp í
hennara part og hyggja illar
at Føroyum.
Akkurát soleiðis síggi eg
ósemjuna fyri mær, sum nú er
kulminerað: Strandalondini
Ísland, Føroyar, Noreg og
Russland høvdu eina góða,
greiða avtalu um sildina,
inntil Danmark oyðilegði
samstarvið, við at krevja
at ES eisini skuldi hava ein
part av sildakvotuni. Hetta,
sjálvt um norðhavssild ikki
eingang svimur í ES-sjógvi.
ES fær tó í 1995, hóast hetta,
tillutað 7000 tons av tí
samlaðu kvotuni, men tað
var ikki nóg mikið, so teir
ásettu bara sær sjálvum eina
kvotu uppá 150.000 tons árið
eftir. ES hevur also brúkt
presis ta somu metoduna,
sum teir nú ákæra Føroyar
fyri at brúka (bara at áseta
sær sjálvum eina kvotu,
uttan at fyrihalda seg til
tær eksisterandi avtalurnar
við
hini
strandalondini).
So sjálvt um norðhavssild
ikki
svimur
í
ES-sjógvi,
so
halda
teir
seg
hava
rætt til at seta revsitiltøk
mótvegis Føroyum í gongd.
Boykotthóttanin vísir bara,
hvussu ES brúkar sína makt,
til at gjøgnumtrumfa sín
politiska vilja.
Summa sumarum: ES er
happingardrotningin
sum
hevur givið ordrarnar: ”Í dag
dámi eg ikki Føroyar” og nú
mugu allar hinar genturnar
(londini) í bólkinum taka
eina støðu: Antin gera sum
ES sigur ella eisini velja at
steðga happingini við at
gera ímóti tí sum ES sigur, og
tá risikera at blíva útihýstar
av felagsskapinum... og tora
tær tað?
Akkurát sum í fólkaskúla
num, har leiðaragentan sigur
við hinar genturnar í flokki
num: ”Nú skal ongin spæla
við Elsu”, so ger ES júst tað
sama, tí at boykotta Føroyar
merkir, at tað verður ólógligt
hjá føroyingum at landa
og selja fisk til londini sum
eru í ES,w umframt at hesi
londini heldur ikki hava loyvi
til at eksportera fiskiskip,
fiskireiðskap o.a. til Føroyar,
sum er neyðugt, um Føroyar
skal kunna fiska sild og
makrel.
ES hevur nú sagt við allar
hinar genturnar í bólkinum:
”Nú
skulu
vit
boykotta
Føroyar”, og fyri at siga tað
ordiliga einkult, so er grundin
til tað, at Føroyar hevur
handlað ímóti tí sum ES
hevur sagt. Føroyar hava sett
spurnartekin við ES. Føroyar
er lítla gentan, sum tordi at
útfordrað leiðaragentuna, tí
hon helt fast í tað sum hon
visti var rætt.
Gunvør skuldi
flutt á bygd
Gerhard Lognberg
Løgtingsmaður
Eg læs grein hjá Gunvør Balle,
eg skal sum so ikki blanda
meg uppí, hvat onnur halda
og gera, men eg haldi at eitt
gott uppskot var, at tú til
dømis, góða Gunvør, flutti til
útjaðaran í Føroyum og fann
útav ,hvussu vit liva.
Tað kundi verið, at tú var
ein mánað úti í Skúgvi, so
slapp tú at royna Sildberan,
kanska ein mánað í Dali og
roynt Dalslíð/Sandslíð og
Skopunarfjørð. Ynskiligt var,
at tað var í januar mánaði.
Tí sum tú sigur sjálv, at
tosa um tunnil er ókløkt.
So minnir handan kvinn
an, sum býr í Tórshavn, okk
um á, at vit heldur skula
hugsa um skúlar. Eg skilji
hana so, at tað gera vit ikki.
Men tað gera vit, tí vilja vit
hava tunnil/fast samband.
So minnir hon okkum á,
at vit heldur skula arbeiða
fyri fólkavøkstri.
Tað gera vit Gunvør, tí
vilja vit hava tunnil, nettup
fyri at fáa fólkavøkstur.
Síðani sigur Gunvør, meira
mentan, tað gevur gerandis
degnum meiri innihald.
Men frekt av mær at
blanda meg upp í mentanar
serfrøðingina úr miðstaðar
økinum.
Ella sum Gunnvør sigur,
lati okkum heldur fáa bú
staðir.
Jú nettup við einum tunn
li til Sandoy fær tú fleiri bú
staðir sera bíliga, og so er tað
bert 15 min frá hjartanum í
Føroyum.
Syndarligt at tú dugir so
illa at seta teg inn í okkara
viðurskiftir.
Suðurøkið í Føroyum er
um at kollsigla.
Um Varðin Pelagic ikki
var komin í Suðuroy, sum
ein frelsandi eingil, ja so var
støðan verri í Suðuroy enn í
Sandoy.
Suðuroyingar hava sama
túratal við Smyrli í dag, sum
fyri 100 árum síðani.
Men hetta skilir Gunnvør
Balle ikki, sum býr í hjarta
num í Føroyum.
Vælsignaða, hugsa ikki
bara um tykkum sjálvi og
tykkara, men hugsi sam
haldsfast, tí vit gjald líka
nógv til samfelagið sum tit.
Tí skuldu vit havt sama
sætt, sum tit.
Um gerð av
undirsjóvar
tunlum
Jens Pauli í Dali
Leynar
Allir
undirsjóvarntunlar
eiga at verða lagdir í eitt
felag, soleiðis at tað verður
fíggjarliga lættari at binda
flestu av oyggjum okkara
saman í eitt samferðslu
kervi. Landsstýrið og Løg
ting eiga ikki bara at hugsa
um miðstaðarøkið, men í
størri mun um tær oyggj
ar, ið einki fast samband
hava við meginøkið. Eftir
tí ein hevur fingið at vita í
fjølmiðlunum, er ódýrasta
loysnin at tað verður eitt al
ment felag, ið hevur ábyrgd
ina av tunnilsgerðini.
Fyrst eigur at verða farið
undir Eysturoyartunnilin og
síðani Sandoyartunnilin.
Fyri
nøkrum
døgum
síðani sigur løgtingsmað
urin Jákup Mikkelsen í
lesarabrævi, at bara lán
ið í teimum báðum gjørdu
tunlunum kunnu roknast
upp í kostnaðin av teim
um; men hetta uppáhald
er heilt burturvið. Tað eru
ikki noringar og vágafólk
einsamøll, ið gjalda tunlar
nar, men eisini øll onnur,
ið nýta teir og gjalda skatt í
Føroyum.
Eftir tí ein hevur frætt í
fjølmiðlunum verður renta
av ætlaðu lántøkuni 9,8 pro
sent, tað er ov dýrt, nú rent
urnar eru so lágar.
Landsstýrið og løgting
kunnu ikki loyva sær at
góðtaka ein sáttmála, sum
almenningurin onki fær at
vita um, og ivaleyst ikki tolir
dagsins ljós. hendan skulu
tingfólk góðtaka, uttan reið
iliga at vita, hvat stendur í
sáttmálanum, (atkvøða við
bindi fyri eygunum og uttan
at vita hvat tey góðtaka).