Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-19, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 34 l 19. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 4 vikutíðindi Í stóra eldinum á bilverkstaðnum »Bilhjálp« í gamla snikkaravirkinum hjá Hans Hilmar Dam við Marknagilsvegin í Havn næstsíðsta sunnudag fóru nakrir bilar upp í royk, sum stóðu inni á verkstaðnum. Fólk við áhuga fyri gomlum bilum vistu, at 32 ára gamli Ford Granada- bilurin hjá Mortani Johannesen (Mortan á Ennibergi) var millum bilarnar, sum kolaðust upp – og Mortan var sum vera man harmur, tá bilaserfrøðingurin, Maggi Gunnarsson, í Miðlahúsinum ringdi til hansara um bilin, sum tey søgdu var farin upp í royk. Men lukkuvís fyri Mortan var talan um eitt mistak. Søgan er tann, at Mortan Johannesen hevði fingið Sofus Hansen at umvæla bilin, sum er illa farin av rusti. Sofus Hansen hevði fingið sær pláss at gera arbeiðið á verkstaðnum Bilhjálp. Hann hevði fingið fatur á einum øðrum bili av sama slagi, sum hann skuldi nýta sum eykalutir. Tá eldur kom í bygnignin stóð gamli bilurin hjá Mortani inni í sproytikabinuni, sum er væl isolerað, og sum er bygd út úr verktastaðnum. Hurðin inn í kabinuna er gjøgnum verkstaðið. Hin bilurin, sum skuldi brúkast sum eykalutir, stóð á verkstaðnum, og tað er tann bilurin, sum er kolaður upp. Hann stóð framman fyri hurðina inn til kabinuna. Bilurin hjá Mortani inni í kabinuni eru púra óskalaður av eldinum, hóast rútarnir í hurðini til kabinuna eru brostnar í eldinum. Mortan Johannesen sigur, at hann keypti bilin nýggjan frá Wenzel Petersen í 1981. Talan var um ein væl útgjørdan ljósagrønan Ford Granada 2,8 Ghia við V6 motori. Hesir Ford Granada vóru gjørdir frá 1977 til 1985. Bilurin hevur verið væl hildin øll árini, men nú var hann blivin so gamal og var farin at rusta. Mortan sigur, at hann hevur veruliga glett seg til at bilurin varð liðugur, so hann kundi koyra við honum í nøkur ár afturat. Og tí var hann sera fegin, tá Maggi ringdi aftur til hansara at siga, at bilurin var óskaddur av eldinum. Sum familja hava tey verið nógvar góðar túrar uttanlands við hesum bilinum, og Mortan gleðir seg til bilurin er liðugur, og aftur at sleppa at koyra í honum. Tað var hitin frá oljufýrinum og tað at isoleringin ikki var nóg góð í loftinum beint uppi yvir oljufýrinum, sum var orsøk til, at eldur kom í bilverkstaðið Bilhjálp við Marknagilsvegin í Havn. Tað upplýsir løgreglan fyri Miðla­ húsi­num. – Tað er ein kombinatión av fleiri viðurskiftum, sum hava ført til elds­ brun­an í bygninginum. Oljufýrið stóð tætt upp at loftinum, og júst har var ikki nóg væl isolerað. Uppi á loftinum, har tey vóru í ferð við at seta eina íbúð í stand, stóð eitt vind­eyga opið, og sostatt er trekkur komin inn í bygningin, greiðir Hildur Hentze, varakriminalovasti, frá. Talan var um ein gamlan bygning, og høvilsspønir eru nýttar at isolera við, og júst tað tilfarið er eisini orsøk til eldsbrunan. – Mett verður, at hiti er komin frá oljufýrinum, sum hevur ligið á 80-100 stigum, og tað hevur verið nóg mikið til at festa í, sigur Hildur Hentze og leggur afturat: – Hatta var tíverri eitt hendiligt óhapp. Hava funnið orsøkina til eldin 32 ára gamli Granada- bilurin kláraði eldin Av tveimum fýra bilunum, sum stóðu inni á verkstaðnum Bilhjálp, tá tað brann í grund næstseinasta sunnudag, var tað bara 32 ára gamli Ford Granada 2,8 Ghia hjá Mortan Johannesen sum slapp óskalaður