Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-19, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 34 l 19. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 6 vikutíðindi Gitte Klein Líkamikið um tað er allarfyrsti skúladagur ella bara fyrsti skúladagur í enn einum skúlaári, so eru øll, sum vera mann, spent til tíðina, sum liggur fyri framman. Tó so munnu tey, sum fara í fyrsta flokk, vera serliga spent. Nú byrjar eitt nýtt tíðarskeið í lívi teirra, og tað er givið, at munur er á at ganga í skúla og í barnagarði. Børnini skulu í størri mun standa á egnum beinum bæði sosialt, og tá tað kemur til tað praktiska. Og krøv verða sett til fakliga partin eisini. Børnini gleða seg og fáa í mongum førum nýggj klæðir, skúlatasku, pennahúsa og skúlaamboð. Flest øll minnast við gleði aftur á fyrstu skúlataskuna. Skúlataskan er ómetaliga týdningarmikil, tí hon verður sett í samband við skiftið millum tað, sum var áðrenn, og tað sum nú fer at koma. Tí ger tað als einki, um mann ger okkurt serligt burturúr, tá taskan skal finnast. Barnið skal sjálvandi vera við at velja sær taskuna, men úrvalið er stórt, og nógv er at leggja sær í geyma, tá tú skalt keypa taskuna. Skúlataskur eru ikki bíligar, og tí er umráðandi at velja røttu taskuna alt fyri eitt. Ein góð taska kostar millum 6-700 krónur. Um barnið fer væl við taskuni, kann hon lættliga halda fyrstu trý skúlaárini. Til handils við Bartali Páll Vit vóru við 6 ára gamla Bartali Páll, tá hann fór í býin at keypa sær stás og amboð til 1. skúladag. Fyrst gekk leiðin oman í Name It, har hann fann sær kóvboy buksur, skjúrtu, hettutroyggju, vest og eina gula T-shirt við Angry Birds á. - Dámar tær væl Angry Birds, spyr fryntliga handilskvinnan í Name It. - Nei, eg kenni teir ikki, svarar Bartal Páll og hyggur upp á konuna. - So mást tú vera einasta barnið, sum ikki kennir teir. - Ja, men eg havi spælt við teir einaferð hjá einum vinmanni, leggur hann tó afturat. HB’ari við B36 flokslærara Bartal Páll er 6 ára gamal og fer í 1. flokk í Eysturskúlanum. Hann gleðir seg ómetaliga nógv at byrja í skúla. – Eg gleði meg mest til at gera skúlating, tí tá sleppi eg at brúka heilan, sigur hann spentur. – Og eg kenni eisini tvey børn, sum eg komi í flokk saman við. Ida og Brandur eita tey, og vit hava gingið í forskúla saman í Sankta Frans skúla. Tað eitur ikki Nonnuskúlin longur, greiðir hann frá. Bartal Páll hevur nógv at hugsa um í hesum døgum, tí flokslærarin hjá honum verður eingin annar enn Símun Joensen, B36’arin, og Bartal Páll er stórur HB’ari. – Men eg haldi ikki Símun Joensen verður B36’ari leingi afturat. Eg ætli mær nemliga at siga við hann, at hann skal fara at spæla við HB, sigur Bartal Páll og smílist stórt. Síðani gekk leiðin inn í Rit og Rák at finna sær tasku og góð amboð. Bartal Páll var ikki í iva, tá hann sá bláu skúlataskuna í Rit og Rák. – Eg vildi hava eina fótbóltstasku, tí eg elski at sparka fótbólt. Og á hesi taskuni er ein fótbóltur, og tað er mega kuul. Eg fái ein pennahúsa, sum er líka sum taskan. Blýantar og litblýantar eru í pennahúsanum, men mamma sigur, at eg skal hava nakrar aðrar blýantar eisini, sum eru betri at halda í. Skunda tær, tú skalt í skúla Hetta er tíðin, tá børn í hópatali fara í skúla. Nøkur fara á fyrsta sinni, og onnur fara úthvíld og glað í skúla aftur eftir eina langa summarfrítíð Taskan situr júst sum hon skal uppi yvir rumpuni. Hon hevur reim at spenna frammantil og vigar lítið. Legg merki til eyka lummarnar til drekkidunk v.m. Taskan, sum Bartal Páll valdi sær, er av merkinum Jeva og lýkur øll krøv, ið sett verða til skúlataskur. Við taskuni fylgir matpakki og drekkidunkur. Men velur tú eina tasku uttan matpakka og drekki­ dunk ,finnast hesi í eini góð­ari og sunnari útgávu. Den sunde drikkedunk inniheldur ikki heilsuskaðilig evni, og kann tí viðmælast børnum. Lesið meira á síðu 8 Góð ráð, tá tú skalt keypa skúlatasku • Taskan skal viga sum minst • Taskan skal sita á rygginum - ikki rumpuni. • Taskan skal ikki vera breidri enn herðarnar. • Taskan skal hava reimar at knappa á bróstinum • Taskan skal ikki vera djúpri enn hægst neyðugt. • Taskan skal hava eyka rúm til matpakka, drekkidunk, pennahúsa og bøkur • Taskan skal hava nóg mikið av enduskinum. • Tá tú finnur røttu taskuna skal barnið royna taskuna við og uttan jakka