Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-19, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 34 l 19. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 14 Vikutema ferðing vikustjórin Hammer Shuttle flytir teg trygt úr bygd í bý - Áhugin birtist, tá eg arbeiddi hjá Sámali Bláhamar í fjør summar, eins og tíðin, eg koyrdi bygdaleiðir, hevur ført meg inn í mína egnu fyritøku, sigur presturin, Hans Eiler Hammer, sum nú eigur og rekur egna fyritøku Vilmund Jacobsen Hans Eiler Hammer er 43 ára gamal. Hann er uppvaksin bæði í Klaksvik og á Tvøroyri. – Eg eri hálvur nesmaður og hálvur tvørámaður. Mín eginleiki er, at eg heldur vil síggja møguleikarnar enn forðingarnar. Tað er kanska júst tí, at eg eri byrjaður mítt egna virksemi við Hammer Shuttle. Prestur við róðrið Hans Eiler Hammer er útbúgvin prest­ ur og hevur starvast sum prestur sam­ anhangandi í 13 ár. – Eftir at eg tók eina pausu frá prestastarvinum, havi eg roynt nógv ymiskt. Eitt nú havi eg verið seks ella sjey túrar við línubáti, eg havi arbeitt hjá Betongsaging, og eg havi koyrt og verið ferðaleiðari hjá Tora Tourist. Hetta seinasta árið havi eg koyrt bygdaleiðir, fyrst á Sandoynni og síðan hjá AP bussum í Gøtu. Áhugin at koyra Men, hvør er so leiðin hjá prestinum fram til tað, sum hann nú fæst við, nevniliga egnu fyritøkuna Hammer Shuttle? – Eg vil siga, at áhugin birtist, tá eg arbeiddi hjá Sámali Bláhamar í fjør summar, eins og tíðin, eg koyrdi bygdaleiðir, hevur ført meg inn í mína egnu fyritøku. Hans Eiler vísir á, at tað til tíðir var sera bundisligt at koyra bygdaleiðir, og arbeiðsdagarnir vóru langir. - Tí vildi eg royna at ganga mínar egnu leiðir, og tað byrjaði so smátt í summar. Eg skilti tó skjótt, at eg kundi ikki hava hetta virksemi sum ítriv, sum eg hugsaði. Tí tók eg hin 25. juli í ár endaliga avgerð um at satsa 100% upp á mína egnu fyritøku, sum nú eigur tveir smábussar. Pílarnir uppeftir Men, hvat dámar Hans Eileri so nýggja virksemi, sum hann hevur valt at satsa uppá? – Tað er avbjóðandi at starvast fyri seg sjálvan, men mær dámar hetta stak væl. Sjálvt um dagarnir eru langir, so skapar tú títt egna virksemi og tíni egnu úrslit, og tað gevur bæði meining og árræði. Hans Eiler sigur, at síðan hann fór í holt við Hammer Shuttle, hevur pílurin bara peikað ein veg, og tað er uppeftir. – So, eg vil ikki siga annað enn, at byrjanin hevur verið stak góð, og tí meti eg, at útlitini eisini eru góð til, at ein kann liva av sínum egna virksemi. Hann vísir á, at tíðin fer at vísa, um hetta fer at eydnast, men sum orðatakið sigur: – Tann, ið einki váðar, hann einki vinnur, sigur Hans Eiler Hammer, sum eisini er fastur avloysari sum prestur. Tað er avbjóðandi at starvast fyri seg sjálvan, men mær dámar hetta stak væl Fakta: Navn: Hans Eiler Hammer Aldur: 43 ár Hjúnarfelagi: Linda Strandli Hammer Børn: 4 Starv: Eigari av Hammer Shuttle