Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-19, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2013síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 34 l 19. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 16 Vikutema ferðing Ein busstúrur við Smyril Line til miðstaðin Berlin Vilmund Jacobsen Ferðin hjá Smyril Line til Berlin byrjar í Føroyum hóskvøldið 12. september, tá farið verður umborð á Norrönu í Havn. – Hetta er ein skipaður túrur, sum er vælegnaður til støk, pør og vinargreipur. Við í konseptinum er ein fastløgd skrá við ferðaleiðara og bussi allan vegin úr Hirtshals og aftur til Norrönu í Hirtshals. Henny á Líknagøtu, marknað­ar­ leiðari hjá Smyril Line, sigur, at hóast henda ferðin liggur í føstum kørmum, fáa ferðandi kortini ríkiliga tíð til at hugna sær sjálvi í býnum og soleiðis síggja tey mongu og áhugaverdu støðini. – Hetta er eitt høvi at vitja mið­ punktið í Evropa. Eftir at múrurin fall, er Berlin vorðin ein av mest framkomnu býum í Evropa, sigur hon. Nógvir møguleikar Marknaðarleiðarin vísir á, at í Berlin er høvi eitt nú at vitja fangaleguna Sachenhausen, Berlin Unterwelten, heimsins størsta sjónleikarapall og Potsdammerplatz, sum var miðpunktið í Evropa fyrru helvt av 1900-talinum. – Av øðrum áhugaverdum útferð­ um kunnu nevnast ”Berlin on Bike”, har súkklað verður til kend støð í býnum við ferðaleiðara. Her eru nógvir túrar at velja ímillum, og tað kann avgjørt viðmælast at bóka hesar túrar hjá felagnum fyri fráferð, men til ber eisini at bíleggja túrarnar á staðnum. Henny á Líknagøtu sigur, at til ber eisini at gera túrar við báti í kanalunum kring Berlin, og á heimasíðunu hjá Smyril Line verður víst til viðkomandi leinkjur. – Ein onnur uppliving er at vitja Reichstag, sum er parlamentið í Berlin, og her eru eisini leinkjur á okkara heimasíðu, sum hjálpa ferðafólki at finna parlamentið. Hon vísir á, at Check Point Charlie var eitt tað kendasta staðið millum Eystur- og Vesturberlin árini 1945- 1990. – Tá tú fert til Berlin er náttúrligt at fara ein túr fram við Check Point Charlie. Beint við Check Point Charlie ber eisini til at ferðast í einari ballón. Tá tú ert komin heilt upp, hevur tú útsýni yvir allan býin, sum er ein ótrúliga vøkur sjón, sigur Henny. Úr rúgvuni av møguleikum í Berlin er eisini Olympiastadion, ið húsaði Olympisku leikunum í 1936, HM í fótbólti í 2006, og í 2015 fer Champions League finalan at verða á júst hesum stadionum. Gott veðurlag – Eitt er áhugaverd vitjunarstøð. Annað er veðurlagið hesa ársins tíð. Um veðurlagið í Berlin í september verður sagt, at hitin vanliga liggur á umleið 20 stigum. Tað er lýtt, og her eru vanliga góðir sólartímar um dagin. Hetta er tí ein uppløgd árstíð at ferðast í hjá føroyingum, heldur marknaðarleiðarin hjá Smyril Line, Henny á Líknagøtu, sum annars vísir til viðkomandi leinkjur á heimasíðuni www.smyrilline.fo Á heimasíðuni liggur eisini neyvari skrá fyri sjálva bussferðina. Í døgunum 12.-23. september ger Smyril Line ein spennandi og umtóktan túr til Berlin - miðpunktið í Evropa, sum bjóðar upp á øll áhugamál, ið ferðandi kunnu hugsa sær Hitin í Berlin í september liggur vanliga á umleið 20 stigum. Her eru vanliga góðir sólartímar, og hetta er tí ein uppløgd árstíð at ferðast í hjá føroyingum Harmonikubrak umborð á Norrönu Smyril Line ger harmonikutúr í september og tey, ið ætla sær við á hesa ferð, mugu bera skjótt at við at bíleggja sær ferðaseðil Vilmund Jacobsen Í døgunum 9.-12. september fer Smyril Line aftur á gamlar slóðir, har tað verður harmonikan - og bert harmonikan - sum setir dagsskránna umborð á Norrönu. Tað er í samstarvi við Harmoniku­ felagið, at Smyril Line fer at gera eitt brak av einum túri í september. – Harmonikurnar, sum í mun til aðrar slíkar túrar verða 7-faldaðar í tali hesaferð, verða at hoyra í hvørjum horni umborð á Norrönu. Soleiðis verður bæði í Saga Café´ini, Naustini ella í Sky Bar. Á Smyril Line siga tey, at á hesi forkunnugu ferðini hava ferðafólk høvi at hugna sær við góðum dansitónum í hugnaliga umhvørvinum umborð. – Vit hava sera fá pláss eftir, og tí viðmæla vit, at fólk, sum ætla sær við á hesa ferð, bíleggja stundisliga, sigur Smyril Line. Ringjast kann á tlf. 345900, skrivast kann á booking@smyrilline. fo og til ber at støkka inn á gólvið.