mánadagur 19. august 2013síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 34 l 19. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
18
Vikutema
ferðing
Næstan fullsett
til Danmarkar
í heystfrítíðini
Hjá teimum, sum hava hug at ferðast í heyst, er
Ísland eitt forkunnugt alternativ til Danmark, har
bert nøkur fá pláss eru eftir í heystfrítíðini
Vilmund Jacobsen
Smyril Line hevur fingið so nógvar
bíleggingar á sínum ferðum millum
Føroyar og Danmark í heystfrítíðini,
at her eru bert nøkur fá pláss eftir.
- Men, fólk, ið ætla sær millum
londini í heystfrítíðini, eru framvegis
vælkomin at spyrja seg fyri á tlf.
345900, sigur Smyril Line.
Ísland á heysti
Eitt gott alternativ hjá teimum, sum
ætla sær aðrar vegir enn til Danmarkar
í heyst, er ein ferð við Norrönu til
Íslands, og tað er sanniliga deiligt í
Íslandi um heystið.
Á eini Íslandscruice við Norrönu
fært tú rættiliga nógvar tímar á
eysturlandinum at koyra runt í. Tá
lagt verður at á Seyðisfirði klokkan
09 í heysthálvuni, hevur tú allan
dagin at ráða yvir, tí siglt verður ikki
av aftur Seyðisfirði fyrr enn klokkan
20 kvøldið eftir.
Fleiri møguleikar
Smyril Line vísir á, at høvi er á
eini slíkari ferð at fara á sightseeing
til grannafirðirnar, tú kanst fara
gongutúr niðan í fjøllini ella ein biltúr
til Mývatn.
– Vit eru altíð til reiðar at upplýsa,
nær snarferðirnar og útferðarmøgu
leikarnir eru galdandi, og annars eru
leinkjur til ymisk ferðamál í Íslandi á
heimasíðu okkara, sigur Smyril Line.
Á eini Íslandscruice
við Norrönu fært tú
fleiri tímar á eystur
landinum at
koyra runt í
Lagt verður at í Seyðisfirði klokkan 9 um morgunin, og loyst verður ikki aftur fyrr enn klokkan 20 kvøldið eftir
Millum møguleikarnar at
vitja á eini Íslandscruice
er vakra Mývatn
Jólatúrur til
Danmarkar
við Norrönu
Enn er langt til jólar, men ætlar tú tær
ein bíligan jólatúr við Norrönu, er
ongantíð ov skjótt at bíleggja tær
ferðaseðil. - Vit hava eina avmarkaða
nøgd til tann heilt lága prísin, sigur
Smyril Line
Vilmund Jacobsen
Í ár byrjar jólatúrurin, sum Smyril
Line skipar fyri, hóskvøldið hin 28.
november. Hetta verður ein túrur
til Danmarkar, og tí kann felagið
seta prísin heilt niður á 499 krónur
fyri hvønn ferðandi.
– Hevur tú hug at taka bilin
við, er kostnaðurin úr 399 krónum
aftrat.
Tað sigur Smyril Line, sum
eisini hevur góð matartilboð á hesi
ferðini, bæði til vaksin og børn.
Beinleiðis til Ålborg
Á jólatúrinum liggur Norröna út
við hálvt annað samdøgur í Hirts
hals. Skipið liggur nevniliga frá
leygarmorgni klokkan 10 til sunnu
dag klokkan 17.
– Tá vit koma til Hirtshals, koyra
vit beinleiðis í bussi til Ålborg, og
henda ferðin tekur trý korter.
Smyril Line vísir á, at Ålborg
hevur mangt og hvat at bjóða.
– At kalla allir handlar og
handilsmiðstøðir í Ålborg hava
opið hesar báðar dagarnar, sum
Norröna liggur í Hirtshals.
Lagt verður aftrat, at millum
handilsstøðini í Ålborg, er eitt nú
Ålborg Storcenter, IKEA, Bilka,
Friis Shoppingcenter og so hin
kenda Jomfru Ane Gade.
Hjørring er nærri
Ein annar býur, sum liggur nærri
enn Ålborg, er Hjørring, og hagar
er bert 15 minuttir at koyra úr
Hirtshals.
– Hjørring er eisini ein livandi
handilsbýur. Her fer ein gongugøta
tvørtur um allan miðbýin við bæði
matstovum, handlum og café-lívi.
Eisini er eitt størri shoppingsentur,
ið kallast Metropol, og her eru
nógvir ymiskir handlar.
Undirhald umborð
Smyril Line leggur upp til ein
spennandi jólatúr við undirhaldi,
serligum matarskráum og tónleiki
frá nøkrum av okkara bestu
tónleikarum.