mánadagur 19. august 2013síða 52
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 34 l 19. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
20
vikutíðindi
Hans Pauli er fyrst av øllum
myndahøggari, sermerktu stand
myndir hansara eru at síggja víða
hvar um landið, m.a. uttan fyri
Listasavnið. Men hann er víða gitin
aðrastaðni við, serstakliga í Danmark,
har standmyndir hansara, andlits
myndir og figurbólkar eru at síggja
á listasøvnum og øðrum almennum
støðum, hann er limur í listamanna
bólkinum Grønningen og hevur fingið
fleiri virðislønir fyri list sína.
Menniskjað er myndevnið, ið ber
av øllum. Til framsýningina í Stein
prenti hevur Hans Pauli arbeitt við
torso, sum myndevni, hugtaki og
kveiking. Antikkar myndir – grikskar
og rómverskar – eru sum kunnugt
mangan at finna meira ella minni í
brotum. Torsoin Venus frá Milo, eitt
av meistaraverkunum í Louvre, hug
tekur okkum, hóast armarnir vóru
brotnir av, tá ið hon á sinni varð
funnin. Rodin, ið hevur givið tiltikna
myndahøggara
okkara
mangan
íblástur, telist millum teirra, ið dugdi
at síggja skulpturella virðið í torsoini
og skapaði slóðbrótandi verk á hesi
leið. Hans Pauli tekur táttin upp, sær
nýggjar møguleikar og skapar ný
skapandi verk, ið vit kunnu fegnast
um á hesi vøkru framsýning.
Tey flestu kenna Hans Paula sum
myndahøggara, men nú hava vit eisini
høvi til at læra hann at kenna sum
teknara. Her er hann tikin úr leikum. Á
hesi framsýning kunnu vit gleðast um
eina langa røð av eiggiligum modell
tekningum.
Framsýningin í Steinprenti er opin
til 14. septembur. Opið er mánadag -
fríggjadag frá kl. 9 - 17 og leygardag
frá kl. 14 - 17.
Fyrsta serframsýning hjá Hans
Paula Olsen í 20 ár í Føroyum
John Carter Cash, einasti sonur June
Carter og Johnny Cash, kemur til
Føroya í næstu viku, har hann skal
hava tvær framførslur. Leygarkvøldið
24.august verður hann at hoyra
í
Norðurlandahúsinum
klokkan
19.30, og dagin eftir, sunnukvøldið
25.august, er hann í Spaniastovu í
Klaksvík klokkan 20.00.
Framførslan, Cash on Cash, sum
hon eitur, í Norðurlandahúsinum
er saman við einum amerikonskum
tónleikara og fimm føroyskum. Í
Spaniastovu eru teir báðir ameriku
mennirnir einsamallir.
John Carter Cash fer at syngja
og siga frá lívi sínum. Og tað er eitt
hendingarríkt lív, sum millum annað
hevur lagað seg soleiðis, at hann í
dag ikki bara er sonur kendu foreldur
síni, men eisini ein væl umtóktur og
virdur tónleikaframleiðari, filmfram
leiðari, sangari og rithøvundi. John
Carter Cash hevur millum annað
vunnið eina Grammy fyri at hava
framleitt tónleik hjá mammu síni, og
hann var eisini framleiðari til filmin
“Walk the line” um pápan Johnny.
Føroysku
tónleikararnir,
sum
verða við í Norðurlandahúsnum eru
Brandur Jacobsen, trummur, Jákup
Zachariassen, steel og dobro v.m.,
Niels A. Galan, gittar, Mikael Blak,
bass og Finnur Hansen, tangentar.
Sonur Johnny Cash vitjar
og sigur frá pápanum
Fríggjadagin læt
upp framsýning
í STEINPRENTI,
Østrøm, við
skulpturum og
tekningum eftir
Hans Paula Olsen