Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-19, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2013síða 54

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 34 l 19. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 22 vikutíðindi Dávur Winther Boðið var til minnisløtu á Skarði mikudagin, har minnisvarðin, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt, varð avdúkaður. Minnisvarðin er reistur fyri at minnast at Skarðsbátin sum fórst fyri 100 árum síðan - tollaks­messu­ dag í 1913. At báturin fórst var við til at avtofta bygdina, tí í 1919 fluttu tey seinastu níggju fólkini – teirra millum ein 90 ára gomul kona, sum varð borin oman á helluna í leypi. Gingið var norður bæði frá Haralds­ sundi eftir bakkanum og frá Kunoy eftir bygdargøtuni, niðan gjøgnum Skordal og eisini tann lættara, men longra leiðin sunnari – niðan á lítla Fjall. Við í ferðin vóru mong ættarfólk ymiskar staðir úr landinum. Teirra millum var eisini Kaj Dam, ið hevði sett sær fyri at ganga leiðuna frá lang­abbanum í Kunoy, Johan Dam sum fórst við Kunoyarbátinum frá 8 børn­ um - til hin langabban av Skarði, Jákup Petur Petersen, sum fóst við Skarðs­ bátinum frá 3 børnum í 1913. Tá ið tú hevur gingið hesa leiðina, tó at hon var kallað bygdargøtan, so fekkst tú rættiliga kensluna av hvussu harðbalið og undir hvørjum torførum um­støðum, tey hava livað. Tí gøtan og leiðin annars var ikki serliga høglig at ganga og tók meir enn tveir tímar. Komin um skarðið, varð gingið at bygdini, har hópin av fólkið var savnað – væl oman fyri 500. Jákup Jacobsen, greiddi stutt frá tiltakinum kring minnisvarðan, bisp­ ur helt røðu og lýsti frið, Jóan Pauli Joensen, hugleiddi um tíðina og stað­ ið, tá ið vanlukkan fór fram - Óluva Klett­skarð tað sama og um at bygdin tá stóð í blóma í 1913, tí skarðsmenn høvdu keypt stóran bát. Borgarstjórin í Kunoy Maiken S. Michealsen tók í móti skjali frá Andras Jacobsen vegna minnisvarðanevndina um hava minnis­ varðan í varðveitlsu. Páll Klettskarð avdúkaði minnisvarðan­, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt. Sungið varð eisini millum røður­nar. Kári Klettskarð í Kongstovu, limur í minnisvarðanevndini takkaði fyri og beyð øllum fólkunum til ein bita í bygdarhúsinum í Harladssundi, har eisini hugnaløta var um kvøldið við hug­leið­ingum og sangi. Bátarnir sigldu 500 fólk heimaftur, so tað tók drúgva tíð – Afturat teimum gingu fleir heim eftir bakkanum, so tað man vera langt síðani, at tað hava verið so nógv fólk á Skarði – um nakran­tíð. Ein frálíkur dagur har rættiliga var litið afturum bak, bæði ítøkiliga eftir goml­um bygdargøtum, við skjónligu toftir­nar og ikki minst mangar søgu­ lig­ar hugleiðingar. Virðilig løta á Skarði