Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-19, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2013síða 56

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 34 l 19. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 24 Vikutema ferðing Í góðum hondum við Hammer Shuttle - Vit hava Airport Shuttle, leigutúrar og náttarbuss, og vit vilja vera har, sum viðskiftafólkini eru. Vit vilja veita eina so góða tænastu sum gjørligt, og vit vilja avgjørt vera kappingarførir í prísi, sigur Hans Eiler Hammer Vilmund Jacobsen Hammer Shuttle er einstaklinga­fyri­ tøka, sum Hans Eiler Hammer á Nesi eigur og rekur. Hann stovnaði felagið hin 1. juni í ár við tí endamáli at byrja Airport Shuttle við egnum bussi úr Eysturoy í Vágar. - Vit leggja okkum eftir at veita eina so góða tænastu sum til ber, og vit koyra frá hurð til hurð - um ikki annað er avtalað. Vit leggja eisini dent á, at okkara prísir avgjørt eru kappingarførir. Tað sigur Hans Eiler Hammer, ið letur væl at undirtøkuni, sum fyritøkan hjá honum hevur fingið higartil. Ein høvuðsleið Eigarin av Hammer Shuttle vísir á, at høvuðsleiðin hjá Airport Shuttle er av Toftum í Vágar. – Men, vit koyra eisini aðrar leiðir eftir bílegging. Onkrar morgnar hava vit eitt nú koyrt av Skála í Vágar, og aðrar morgnar úr Fuglafirði ella úr Klaksvík í Vágar. Hann sigur, at Hammer Shuttle vil vera har, sum viðskiftafólkini eru. – Tí brúka vit eisini sosiala miðilin Facebook sum leypandi kunning um okkara Airport Shuttle. Her boða vit eisini frá, nær vit koyra okkara rutur á flogvøllin, sigur hann. Aðrar tænastur Hammer Shuttle bjóðar eisini aðrar tænastur enn Airport Shuttle. – Vit átaka okkum smærri leigu­ túrar við bólkum upp til 14 persónar, og vit hava eisini koyring við náttar­ bussi. Á heimasíðuni hjá Hammer Shuttle hevur Hans Eiler Hammer stuttligu regluna ”Tryggleikin besti - býtúr við bussi og presti”, sum hann fekk frá einum skyldmanni á fyrsta sinni. - Í hesum liggur, at vit leggja stóran dent á tryggleika og nøgdsemi í allari okkara koyring. Hammer Shuttle skipar soleiðis fyri náttarbussi millum Eysturoy og Havnina hvørt vikuskifti, og koyrt verður bæði fríggjakvøld og leygar­ kvøld. - Koyrt verður av Nesi/ Toftum til Havnar eftir bílegging og heimaftur eftir bílegging. Koyra mat út Hammer Shuttle hevur eisini samstarv við Carthage Steak í Runavík, har felagið koyrir mat út til viðskiftafólk, og á heimasíðuni hammershuttle.com er alt at lesa um, nær og hvar koyrt verður, og hvat koyringin kostar. Tó kann sigast, at Carthage Steak í løtuni er afturlatið vegna summarfrí. Lýst verður seinni, nær tey lata upp aftur. – Viðskiftafólk eru vælkomin at venda sær til okkara á tlf. 732000, á heimasíðuni hammershuttle.com og á hammershuttle á Facebook. Hans Eiler Hammer sigur, at nú ber eisini til at gjalda við at kalla øllum gjaldskortum í bussunum, men enn riggar ikki við master debet, tó at tað verður heilt skjótt. - Vit leggja stóran dent á tryggleika og nøgdsemi í allari okkara koyring, sigur Hans Eiler Hammer Tað er Hans Eiler Hammer, sum eigur og rekur Hammer Shuttle Hammer Shuttle vil vera har, sum viðskiftafólkini eru BMW bíliga til sølu Ein BMW 316i, árg. 1995 - í rímiliga góðum standi - bíliga til sølu. Gev eitt boð! Ringið 505676 Fá pláss eru eftir Tað er 62°N, sum skipar fyri ferðini á føroyskar slóðir í Skotlandi saman við Óla Jacobsen sum frásøgufólki Vilmund Jacobsen - Hetta er ein spennandi ferð, sum er í døgunum 2.-6. september. Á ferðini verður serligur dentur lagdur á at vitja pláss, sum hava havt týdning fyri Føroyar. 62°N sigur, at á bussferðunum fer Óli Jacobsen at greiða frá sambandinum millum Føroyar og Skotland við serligum denti á plássini, sum verða vitjað. - Hetta samband hevur fyrst og fremst verið á fiskivinnuøkinum, men eisini í samband við seinna heimsbardaga. Eisini hava vit havt kendar skotar í Føroyum, eins føroyingar hava gjørt vart við seg í Skotlandi. Frásagnir verða eisini frá fólki á staðnum, sigur 62°N.