Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-19, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2013síða 62

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 34 l 19. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 30 vikutíðindi Føroyar eru bara fáar dagar frá einum handils­boykotti úr ES, sum fer at raka allan okkara útflutning av sild og makreli til ES. Eisini fer ES at stongja sínar havnir, soleiðis at føroyskur sild og makrelur til marknaðir aðra­stað­ ni kring heimin ikki kann um­skipast í nakrari havn í Evropeiska Sam­veldi­ num. Boykottið fær sína ávirkan, tí í fjør útfluttu Føroyar makrel fyri 434 milliónir krónur og sild fyri 113 milliónir krónur, beinleiðis til ES- mark­naðin. Í rundum tølum svarar hetta til, at helvtin av makrelinum og ein triðingur av sildini fóru beinleiðis til keyparar í ES. Við støði í útflutningstølunum fyri 2012, so er tilsamans talan um útflutning fyri 547 milliónir krónur, ið skal finna nýggjar marknaðir, eftir at boykottið er sett í verk. Stríðið stendst sum kunnugt um, at Føroyar vilja hava størri part av upp­sjóv­ar­fiskinum í Norður­atlants­ havi, enn stranda­landa­avtalurnar und­an­far­in ár hava givið í okkara part. Tað veri seg bæði av makreli og norð­ havs­sild. Førdi fiskivinnupolitikkurin hevur sett Føroyar í ta støðu, at landið ásetir sær sjálvum 15 prosent av samlaðu makrel­kvotuni og 17 prosent av saml­ aðu sildakvotuni. Tað verður gjørt uttan avtalu við hini strandalondini, sum leggja Føroyar undir at føra ein ábyrgdarleysan fiskivinnupolitikki. ES gongur á odda við atfinn­ing­ unum, og samveldið er nú komið har­ til, at boykott móti Føroyum er bara dagar burturi. Tí var tað ein sera aktuellur fund­ ur, ið Sjómannadagarnir í Klaksvík bjóðaðu til hóskvøldið. Við á fundinum vóru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Eisini Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, ið hevur sett spurnartekin við førda politikkin og handfaringina hjá landsstýrinum av silda- og makreltrætuni. Úr vinnuni er Pól Huus Sólstein, sølustjóri hjá Atlantic Pelagic, ið selir allan fiskin hjá Norðborg og Christian í Grótinum. Teirra høvuðsmarknaður er ES. Fundurin byrjar við tveimum fram­ løgum, sum á hvør sín hátt raka mitt inn í aktuella evnið. Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráð­ gevi á Uttanríkistænastuni í Tinga­ nesi, stendur á odda fyri før­oysku fyrireikingunum ímóti ES-boy­kotti­ num. Hann fer at greina ósemjuna, sæð úr føroyskum sjónarhorni, og hvørji altjóða rættarlig atlit og stig eru til at taka. Hans Ellefsen vardi 14. mai eina ph.d ritgerð, har hugt verður nærri eftir avtalunum um pelagiska ríki­ døm­ið í Norðuratlantshavinum. Fokus var at hyggja at stabilitetinum í av­ talu­num, og hvussu til ber at gera varandi avtalur. Pelagiskur toppfundur í Klaksvík Myndir: Dávur Winther