týsdagur 20. august 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. august 2013 · Nr. 95
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Zakarias Wang
Kjak síða24
Adam
Smith og
tunnilin
Tíðindi Síða 30
Mynda
framsýn
ing á Eiði
Tað eru áhugaverd sjónarmið, sum
Johnny í Grótinum, búskaparfrøð
ingur og fyrrverandi formaður í
Búskaparráðnum, førir fram í blað
num í dag um tilgongdina handan
Skálafjarðartunnilin og Sandoyar
tunnilin, sum fylla so nógv í pol
itisku skipanina í hesum døgum.
At kjakið er farið av sporinum
hevur verið sjón fyri søgn leingi.
Fleiri politikarar hava start seg
blindar upp á málið, sum teir fyri
alt í verðini vilja náa – líka mikið
hvat.
Tá ein heil politisk skipan soleiðis
missir fokus, so er viðgerðin heldur
ikki nóg góð – og so er fólkaræðið
í vanda. Bara tað at arbeitt verður
við loyniligum avtalum, sum hvørki
tingið ella almennigurin skal kenna
til, vísir, at her er nakað rívandi gal
ið.
Fyrrverandi formaðurin í Bú
skaparráðnum
eftirlýsir
eina
grundleggjandi fakliga viðgerð av
málinum. Hann vísir á útrokningar
hjá Landsverki, sum vísir, at privata
loysnin verður 40 prosent dýrari,
enn um talan verður um eina al
menna verkætlan.
Men hann vísiri eisini á, at við at
dagføra útrokningarnar síggja vit,
at munurin er øktur.
– Gjógvin millum almenna og
privata leistin er snøgt sagt blivin
breiðari og djúpari, soleiðis at priv
ata loysnin nú er tríggjar ferðir dýr
ari enn almenna loysnin. Tað fer so
at síggjast aftur í prísinum fyri
at koyra í gjøgnum tunnilin, sigur
Johnny í Grótinum.
Hann vísir á, at tá landsstýrið í
juni seldi lánsbrøv fyri eina milliard
blivu tey rivin burtur eftir einum
tíma – og fasta rentan næstu fýra
árini var 1,76 prosent, sum sigur okk
um nakað um, hvussu tað almenna
er fyri at læna pengar.
Eisini vísir Johnny í Grótinum á,
at tað er sera óheppið, at bæði løg
maður og andstøðan blanda Sand
oyartunnilin upp í hesa verkætlan,
tí tað bara gruggar málið.
– Velur tú at seta prísin fyri at
koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin
so høgt, at tær inntøkurnar kunnu
fíggja ein Sandoyartunnil, so gerst
samfelagsnyttan also minni. Og
hinvegin sleppa politikarar tá undan
at seta ítøkiligu, samfelagsbúskap
arligu kost-nyttu útrokningina fyri
Sandoyartunnilin greitt upp og rað
festa hesa íløgu í mun til allar aðrar
íløgur á fíggjarlógunum næstu árini.
Málið blívur tá ein spurningur um
at røkka ávísum politikarum, sum
kunnu koppa politiska meirilutan
hendavegin ella hinvegin.
Og vit kunnu bara geva búskap
arfrøðinginum rætt í, at hetta ikki
er til fyrimuns, hvørki fyri samfel
agsnyttuna ella fyri fólkaræði, sigur
Johnny í Grótinum.
hava mist tunnilsfokus
Nú nýggja skúlaárið byrjar
fara tey í Vági undir eina
nýggja og spennandi ítrótt
arbreyt í 8. og 9. flokki.
Umframt vanligu ítróttarlær
ararnir, so koma tveir lands
liðsvenjarar og ein venjari
í Sunset-deildini at standa
fyri ítróttarbreytini.
Tá 8. og 9. flokkur fara til
fyrstu
ítróttartímarnar
í
nýggja skúlaárinum, verður
tað ikki bara undir leiðslu av
ítróttarlærarum í Vágs skúla,
men eisini undir leiðslu
av landsliðsvenjaranum í
svimjing
og
venjaranum
hjá Susvim, Jón Bjarnason;
landsliðsvenjaranum
hjá
kvinnulandsliðnum og U19-
landsliðnum hjá kvinnu, Jón
Paula Olsen; og venjaranum
hjá Sunset-liðinum hjá VB,
Gurið Mortensen, sum eisini
er fysioterapeaut.
Endamálið er at styrkja
um ítróttar undirvísingina
í
framhaldsdeildini,
sam
stundis sum eitt nýtt spenn
andi tilboð verður bjóðað
næmingunum.
Kanningar benda á, at ítrótt
ur hevur stóran týdning
fyri
bæði
innlæring
og
trivnað í skúlanum, tí hava
vit í leiðsluni í Vágs skúla
eisini tikið væl ímóti hesum
tilboðnum, sum Vágs komm
una hevur skotið upp at
skipa í Vágs skúla, sigur Óli
í Hjøllum skúlastjóri í Vágs
skúla.
Dennis Holm, borgarstjóri,
sigur, at nýggja býráðið hevur
stóran áhugað í at skipað so
mennandi og spennandi til
boð í Vágs skúla sum tilber.
Av somu orsøk hava vit
síðan tíðliga í vár, í tøttum
samstarvi við skúlaleiðslu
og skúlastýri, arbeitt miðvíst
við spurninginum hvussu
vit í felag kunnu menna
Vágs skúla, sigur Dennis
Holm. Hetta er so eitt átak á
leiðini.
Nýggja ítróttarbreytin í 8.
og 9. flokki verður eftirmett
tá árið er hálvrunnið, og so
verður støða tikin til hvussu
ítrótturin í Vágs skúla best
verður skipaður næsta skúla
ár.
Spennandi ítróttarbreyt
í 8. og 9. flokki í Vágs skúla
Hvussu dámar tær í student
askúlanum?
Ordiliga
væl.
Hvussu var gildið? Ordiliga
stuttligt. Kemur tú við? Eg
veit ikki ordiliga. Á onkrari
heimasíðu stendur at lesa:
Hatta smakkar ordiliga gott,
og so verður tað skrivað um
ein, at hann riggar ordiliga
gott. Javnan hoyrist: Veðrið er
ordiliga gott í dag ella veðrið
er ordiliga ringt.
Her eiga vit fleiri góð orð, ið
vit kunnu nýta í staðin. Tað ber
til at siga: mær dámar sera væl
í studentaskúlanum, gildið var
frálíka stuttligt ella gildið var
frálíkt. Eg veit ikki reiðiliga.
Hatta smakkar frálíkt, og hann
riggar væl – ella sera væl. Veðr
ið er frálíkt ella tað kann vera
ein hendingagóður dagur –
ella veðrið er ikki gott ella tað
kann vera eitt vánaveður.
Tað var ordiliga gott; her er
betra orðingin: “Tað var frálíkt”
ella “Tað var óført”. – Vit mugu
eisini gera mun á “góður” og
“væl”. Matur kann vera góður,
men hann smakkar væl. Skúlin
er góður, men tað gongur væl
í skúlanum. Ein bók kann vera
góð, men tað gongur væl at
lesa hana. “Hvussu gongst?”
kann onkur spyrja. Her ber
ikki til at siga “gott”, men tað
má vera “væl”. Skal leggjast
dentur á, ber til at siga “tað
gongur framúr væl” ella “tað
gongur sera væl”.
Onnur
dømi:
Eg
tími
ordiliga væl. Her er betri at
siga: eg tími væl, eg vil fegin
koma. Eg havi ikki ordiliga tíð
í løtuni. Her er betra orðingin:
eg havi ikki reiðiliga tíð í løtuni
ella bara: eg havi ikki stundir.
Ofta vilja fólk hava sterk
orð í dag, og tá ber til at siga, at
eitthvørt er framúrskarandi,
framúr gott, hendingagott, frá
gerðargott ella einskilagott.
Kanst tú vera ordiligur!
Sigur mamman ella pápin við
óskikkiliga dreingin. Her ber
til at siga: skikka tær væl! Ver
nú hampiligur!
Ordiliga gott – frálíkt
Er blivið til ein spurning um
at røkka ávísum politikarum...
Málráð
frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum