týsdagur 20. august 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. august 2013 · Nr. 95
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hóskvøldið skipar Eldramálið
fyri almennum fundi í bygda
húsinum í Miðvági. Á skránni
verða framløgur og orðaskifti
um støðuna í eldrarøktini.
Skráin til fundin
er henda:
Óluva Vilhelmsen, sjúkra
røktarfrøðingur:
Rættindi og minsta krav í
sambandi við røkt
Starvsfólk í heimarøktini:
Tí flýggja starvsfólk úr
heimarøktini
Avvarðandi hjá
heimarøktsbrúkara:
Um heimarøktin virkaði, so
hevði ”Sum longst í egnum
heimi” verið veruleiki
Halldis Joensen, forkvinna í
Alzheimersfelagnum:
Normeringar í sambandi við
demens
Rósa Samluelsen, forkvinna
í Trivnaðarnevnd
løgtingsins:
Kanning gjørd í Vágum
”Ynski hjá eldri í samband
við ellisárini”
Kjak
Annika Olsen, lands
stýriskvinna í
almannamálum, tekur
saman um.
Orðstýrari á fundinum
verður Hans Trygvi Teirin,
advokatur.
Viðgera eldramál við í Miðvági
Jákup Mørk
– Kunnu vit ikki tryggja okk
um, at trygdin er í lagi, so
verður einki vatnkríggj aftur
á Sjómannadegnum.
Somikið avgjørdur er Eyð
stein Poulsen, sum stendur
við ábyrgdini av trygdar
málum á Sjómannadegnum
í Klaksvík.
Har mundi verðið galin
endi, tá ein drongur datt
fyri borð, meðan stóra vatn
kríggið var á skránni, men
hóast tað eydnaðist at bjarga
dreinginum í ein bát, so hev
ur hendingin sett ein stóra
skelk í fyrireikararnar.
– Sjálvandi kanst tú siga,
at vit ikki hava møguleika at
fylgja við tí, sum fyriferst,
tá talan er um privat-bátar,
men tað er ein alt ov bílig
undanførsla. Vit skipa fyri
vatnkrígnum, og so hava vit
eisini eina stóra ábyrgd av at
tryggja, at alt gongur skyn
samt fyri seg, sigur Eyðstein
Poulsen.
Næsta stigið verður at eft
irmeta tað, sum fór fram, og
tá ynskja fyrireikararnir av
Sjómannadegnum at hava
myndugleikar
og
sakkøn
annars við í viðgerðini, og tí
fær Eyðstein ikki givið nakra
almenna fráboðan um, hvørji
stig verða tikin. Men tey orð,
sum verða søgd fyri egna
rokning, eru ivaleys.
– Sjálvandi havi eg gjørt
mær mínar tankar um tað,
sum hendi, og tað skal eingin
ivi vera um, at hetta málið
verður tikið í allarstørsta álv
ara. Mín persónliga meining
er, at kunnu vit ikki standa
inni fyri trygdini hjá øllum
teimum luttakandi, so kunnu
vit ikki hava vatnkríggið.
Men hvussu kundi tað
verið gjørt?
– Fyrst og fremst má
tryggjast, at øll eru í bjarg
ingarvesti. Tá spæl av slík
um slag fer fram, so kann tað
altíð henda, at onkur dettur
fyri borð. Men tá er fyrsta
kravið, at øll eru í bjarging
arvesti, og í øðrum lagi má
ein fráboðanarskipan vera,
soleiðis at alt steðgar, um
óhappið skuldi hent.
– Sum er fáa tey luttakandi
skriv við reglugerðini, um
framt at vit lýsa við, hvussu
vatnkríggið fer fram, men
hetta er ikki nóg mikið. Ein
máti kundi verið, at vit hava
skjóttgangandi eftirlitsbátar,
sum rætt og slætt tveita fólk
ella bátar úr spælinum, um
vestar ikki verða nýttir, sigur
Eyðstein, sum eisini harmast
um, at Brimil ikki fekk verið
við hesaferð.
– Eitt er, at tað fyri tey lut
takandi kanska sær betri og
stuttligari út, tá Brimil er við.
Men fyri meg vigar tað nógv
meira, at hetta eisini økir um
trygdina. Tí harmaði tað meg
nógv, at tað ikki bar til hjá
Brimli at taka lut hesaferð,
sigur Eyðstein Poulsen.
Skal aldrin henda aftur