Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. august 2013 · Nr. 95 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Kommunulæknin sjálvur hev­ur absolutt onga við­ merk­ing til uppsøgnina. Hann vil ikki so frætt sum vátta, at hann hevur sagt seg úr starvi, men í heils­u­mál­a­ ráð­num hava tey fingið eina uppsøgn frá Arnhold Olavs­ son Jensen, sum er galdandi frá 1. januar 2014. Tað váttar deild­ar­stjórin har, Hansa Sør­en­sen. Verður ikki hoyrdur Uppsøgnin kemur í kjala­vørr­ i­num av søguni sum Sosi­al­ ur­in borðreiddi við í gjár, har komm­unulæknin alment ráddi fólki frá at drekka drekk­i­vatnið á Tvøroyri, tí tað var so mikið skitið, at tað var heil­s­uskaðiligt. - Hett­a er í besta føri utt­ an virðing fyri borgaran og í ringasta føri beinleiðis vand­ a­mikið fyri onkran. Eg skilji ikki, at kommunan kann leggja so lítið í borgaran. Ant­ in er talan um vantandi vilja frá kommununi ella vant­ andi førleika. Veit ikki hvat er verri. Havi roynt at tosa við øll í kommununi, men eingin leggur í, hevur Arn­ hold Olavsson Jensen sagt á Facebook. Í gjár ynskti hann ikki at koma nærri inn á sínar út­sagnir í Sosialinum, men hann segði seg standa við tær ávaringar, hann var kom­ in við. - Nú havi eg sum lækni her á staðnum ávarað ímóti hesi vandastøðu. Og tí er tað nú upp til tykkum sum manna býráðið at gera nak­að við hetta, ella mugu tit liva við avleiðingunum av einki at gera, skrivaði komm­un­lækn­ in eisini. Týsdagin gjørdi Arnhold Olavs­son Jensen álvara av sín­um hóttanum, og sagt seg úr starvi. Eitt ár í starvi Arnhold er 38 ára gamal og varð útbúgvin lækni frá Keypmannahavnar Uni­ver­ s­i­teti í 2003. 1. mai í fjør tók hann við starvinum sum komm­un­u­lækni á Tvøroyri, men hetta hevur hann nú sagt frá sær. rolant@sosialurin.fo Nýggjan lækna á Tvøroyri UPPSØGN Nýggjur lækni skal finnast á Tvør­oyri, tí Arn­hold Olavsson Jen­sen hevur sagt seg úr starvi, eftir at hann alment hev­ur funnist at at­g­e­r­ð­ar­loys­i­num hjá komm­ununi í sambandi við skitna drekkivatnið Tjóðveldi skipar fyri stórum há­ tíð­ar­hald­i í Nor­ð­ ur­landa­hús­i­num 1. september í sam­bandi við, at tað í dag eru 100 ár síðani, at Erlendur Paturs­son varð bor­in í heim Tíðindaskriv Tjóðveldi 20. august 2013 eru hundrað ár lið­in síðani ein tann fremsti før­oyski politikarin og fak­ fel­ags­maðurin í Føroyum, Er­ lendur Patursson, varð borin í heim. Erlendur andaðist í 1986, 73 ár gamal, men eftir hann lá eitt politiskt, tjóðskaparligt og samfelagsligt virki, sum ong­in hevur gjørt honum eftir. Erlendur var millum odd­ vit­ar­nar, tá Føringafelag ferð­ aðist kring landið í 1946 og gav teim­um frælsu Føroyum eitt greitt og hugbjart innihald. Hetta var avgerandi fyri, at før­oyska fólkið atkvøddi fyri loys­ing á fólkaatkvøðuni 14. sep­tember í 1946. Hann var mill­um tey, sum stovnaðu Tjóð­veldisflokkin í 1948, og hann virkaði sum formaður floks­ins heilt fram til 1986, tá hann andaðist. Hann var for­mað­ur í Føroya Fiski­ mann­a­felag frá fimm­tiár­ u­num og fram, tá øll tey stóru stríðini og rættindini vórðu vunnin fyri føroysku fiskimannastættina. Hann var blaðstjóri á Fjúrtanda sep­tem­ber í fleiri umførum og hann gav út røða av ritum og bókum um politikk, fiski­ vinnu, samfelagsmál og bú­ skap. Øll tey málini, ið hava broytt og bøtt lívstreytirnar, møg­u­leikarnar ­og sjálvræðið hjá føroysku tjóðini, var Er­ lendur fremsti stríðs­mað­ur fyri. Og hann møtti stór­ari mótstøðu á leiðini, hó­ast mongum tykjast hesi mál sjálvsøgd í dag. Burt­u­r­úr rúgvuni kunnu nevn­ast: Føroyskt fiskimark, ræðið á undirgrundini, mót­støð­ an ímóti EEC og í­móti, at Føroyar vóru selda­r til hernaðarendamál, før­oyskt útvarp og Sjón­varp, Fróð­skap­ ar­set­ur og miðnámsskúlar, Norð­ur­landahús, eftir­løn hjá verkafólki, Lands­banki og búskaparráð, Hús­a­láns­ grunn­ur, sjúkratrygging, sosi­ alir batar og mangt, mangt annað. Tjóðveldi hevur tikið stig til eitt hátíðarhald at heiðra minn­ið um og avrikini hjá Erlendi Patursson. Hátíðarhald verður i Norð­ ur­landahúsinum sunnu­dag­in 1. september kl. 16. Á skránni verður m.a. røð­ur, yrkingar og tónleikur, ið lýsa lívið hjá Erlendi og hans­ara virki. Karin Kjølbro fer at røða um Erlend, persónin og pol­it­ikaran, Hans Andrias Sølvará fer at siga frá søgu Tjóðveldis. Hildur Patursson fer at røða um pápan, og Turið Sig­urð­ardóttir fer at lesa eina yrking, sum er ognað Erlendi. At enda fer Høgni Hoydal at leggja fram undir heitinum Føroyar nú og komandi. Afturat framløgunum verð­ur felagssangur og tón­ leikur við Tórshavnar Mans­ kóri, Rana og Eyðuni Nolsøe, Ólavi Jakobsen og Andreu Heind­riks­dótt­ur. Frásøgumaður verður Jógv­an Durhuus. Tjóðveldi hátíðarheldur Erlend Erlendur Patursson var ein av stovnarunum av Tjóveldisflokkinum. Hann umboðaði flokkin frá 1954-66 í Sandoyar valdømi, og frá 1970 til hann doyði í 1986 í Suðurstreymoyar valdømi