týsdagur 20. august 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. august 2013 · Nr. 95
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Vilmund Jacobsen
»Adipositas« er læknaliga
heitið fyri yvirvekt, tá henda
er so stór, at hon kann gerast
ein vandi fyri heilsuna.
Seinastu fimmti árini er
talið av teimum, sum gerast
ov feit, nógv vaksið, og um
leið 14% av vaksnað danska
fólkinum viga ov nógv.
Góðu tíðindini eru, at
vøksturin
sambært
Jens
Meldgaard Bruun, sum er
formaður fyri Dansk Selskab
for Adipositasforskning, er
steðgaður.
Ringu tíðindini eru, at enn
eru ikki effektivir viðgerðar
møguleikar, tá sæð verður
burtur frá skurðviðgerð.
Dansk Sundhedsinstitut
kom í fjør við eini frágreiðing
um lívstílviðgerð fyri fiti og
yvirvekt, og niðurstøðan var
eitt nú, at »lívstílviðgerð av
fólki við yvirvekt bara hevur
eina lítla ávirkan á vekttap –
líka mikið, hvat slag av uppí
legging verður brúkt…«
Í ávísan mun
Men, hetta ger ikki Bjørn
Richelsen, doktara í føðslu og
serfrøðing í fiti, ovfarnan.
– Broytingar í kosti og
motion kunnu brúkast fyri at
vinna á einari lítlari yvirvekt,
men tosa vit um yvirvekt á
15-20 kilo ella meiri, er talan
um eina meira kroniska
støðu, enn tey flestu geva sær
far um. Fólk missa kanska
ein part av yvirvektini, men
oftast taka tey kilo’ini upp
á aftur. Fyribyrging er eftir
mínum tykki ein nógv betri
íløga í mun til at berjast fyri
at fáa yvirvektina burtur
aftur.
Bjørn Richelsen leggur
tó dent á, at tað eru nógvir
heilsuligir fyrimunir við at
eta sunt og motionera, sjálvt
um fólk ikki sleppa av við tey
nógvu kilo’ini.
Peter
Frunch-Jensen,
doktari í kirugiskari gastro
enterlogi, sum er ein teirra,
ið hevur gjørt flestar »gastric
bypass« viðgerðir í Danmark,
stuðlar
úttalilsunum
hjá
Bjørn.
– Tað eru umleið fimm
prosent, sum eru før fyri at
tapa seg og síðan halda fast
um vektina – bert við at
halda seg til klænkikurin.
Kroppurin vil altíð royna at
taka upp á aftur í vekt, og
henda effektin varar í fleiri
ár.
Peter Frunch-Jensen held
ur, at fólk, sum hava vekt
trupulleikar, kortini eiga at
royna at tapa í vekt við lív
stílbroytingum.
– Ert tú millum tey fimm
prosentini, sum hava eydn
una við sær, eru ongar av
leiðingar ella vandar knýttar
at hesum.
At kirurgi er eitt skilagott
alternativ hjá teimum 95 pro
sentunum, er Jens Meldgaard
Bruun, lækni, samdur í:
– Beint nú er kirurgi hin
einasti effektivi viðgerðar
hátturin hjá teimum, sum
viga alt ov nógv.
Jens Meldgaard Bruun
heldur tó, at talið av teimum,
sum eftir vekttap kunnu
halda seg til røttu vektina,
liggur nakað oman fyri fimm
prosent.
Fiti skal ikki viðgerast
– men fyribyrgjast
Tú ert fangi í egnum kroppi
Heilsubetri kostur og meiri motión eru orðini, sum í nógv ár eru brúkt fyri at fáa fólk at ansa eftir síni vekt. Men
sambært læknum, eru tað bara eini fimm prosent, sum megna at halda vektini við líka, so tey ikki taka upp á aftur
– Tað er ræðuligt at viga so nógv, og tú ert fangaður
í egnum kroppi, sigur danin, Hardy Hvam
Vilmund Jacobsen
Í Danmark er »gastric bypass«
mest brúkti hátturin, tá stórir
trupulleikar eru við yvirvekt.
Við »gastric bypass« verður
eitt nú magin minkaður, og
eisini kann føðin leiðast uttan
um byrjanina av tarmunum
– tólvfingratarmin – sum
merkir, at ikki øll neringin
frá matinum, tú etur, verður
tikin upp. Tað ber ikki til at
broyta tað aftur, sum verður
framt við »gastric bypass«
skurðviðgerðini, hóast sjúk
lingurin ikki hevur hug at
vera verandi viðgjørdur.
Ein teirra, sum hevur
fingið »gastric bypass«, er
Hardy Hvam. Hann er farin
út 188 kilo niður í 103 kilo.
– Tað er ræðuligt at viga
so nógv. Tú ert fangaður í
egnum kroppi. Tú sigur nei
til nógv, sum tú kundi hugsað
tær, men sum tú ikki kanst.
Tú roynir at billa tær sjálvum
og øðrum inn, at tú ikki tímir,
men innast inni ger tað ilt,
sigur hann.
vilmund@sosialurin.fo
Tað er ikki bara sum at siga
tað at tapa seg í vekt, um tú
ert vorðin ov feit/-ur. Tað
siga læknar, sum tó mæla til,
at fólk ansa eftir, hvat tey eta
Fólk liva longri, tí lívs
umstøðurnar
og
við
gerðarmøguleikarnir
eru betri enn nakrantíð
áður.
Hetta
viðførir
ein vøkstur, tá ræður
um
kroniskar
sjúkur.
Mett verður, at umleið
1/3 av danska fólkinum
livir við einari ella fleiri
kroniskum sjúkum. Av
tí, at nógv fleiri fólk líða
av hesum sjúkum, verð
ur eisini nógv meiri gjørt
í dag fyri at fyribyrgja
hesum. Kroniskar sjúkur
kunnu greinast sum sjúk
ur, ið vara leingi – ella,
sum altíð eru afturvend
andi. Tað eru í flestu før
um tey gomlu, sum líða av
kroniskum sjúkum.
vilmund@sosialurin.fo
Fleiri hava
kroniskar sjúkur