týsdagur 20. august 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. august 2013 · Nr. 95
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Helvtina færri
fólk á ovastevnu
Ternan sigldi við tilsamans 2.733 fólkum um Nólsoyarfjørð á ovastevnu í ár móti 5.325 fólkum á ovastevnu í fjør
Vilmund Jacobsen
Veðrið spælir nógv inn, tá
summarstevnur
eru,
og
soleiðis var eisini seinasta
vikuskifti, tá fleiri tiltøk vóru
á skránni, eitt nú regatta
sigling í Sundalagnum, sjó
mannadagur í Klaksvík - og
ovastevna í Nólsoy.
Leygardagurin var einki
serligur til veður. Stundum
regnaði illa, og lotið var
frískligt. Tað mesta var farið
av seinnapartinum leygar
dagin og partvís kvøldinum
við, áðrenn tað sleit í, og vit
fingu so nøkulunda stevnu
veður.
Nógv færri
Jens Petur Brattalíð á Strand
faraskipum Landsins sigur,
at ferðaætlaninin hjá Ternuni
var júst hin sama á ovastevnu
í ár sum á ovastevnu í fjør.
– Men, vit høvdu nógv
færri ferðandi við í ár.
Hann vísir á, at samlaða
talið av fólki, sum Ternan á
ovastevnu flutti um Nóls
oyarfjørð - báðar vegir - var
2.733 í ár í mun til heili 5.325 á
ovastevnu í fjør.
– Hetta er ein minking,
sum svarar til út við eina
helvt, leggur hann aftrat.
Onkuntíð full
Jens Petur Brattalíð sigur,
at Ternan, sum tekur 294
ferðafólk, kortini var full á
onkrum túri.
– Tað var serliga rundan
um midnáttarleitið leygar
kvøldið, at fólk fóru út um
fjørðin. Tá náttin leið, og fólk
ætlaðu sær innaftur, var
skipið aftur fult á onkrum
túri, sigur hann.