týsdagur 20. august 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. august 2013 · Nr. 95
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Frælsisneisti
í 100 ár!
Páll á Reynatúgvu
Í dag hevði Erlendur Paturs
son verið 100 ár, um hann
framvegis var okkara millum.
Eingin hevur í nýggjari tíð
verið so bjartur viti á leiðini
móti frælsa landinum Føroy
ar, sum Erlendur. Hann var,
og er framvegis, ímyndin av
hugsjónini um at í Føroyum
skulu føroyingar ráða.
At landið er okkara, at
ábyrgdin at gagnnýta møg
uleikarnar á vøkru oyggjum
er okkara, og at skyldan at
mynda framtíðina hjá kom
andi ættarliðnum av før
oyingum býr í føroyskum
barmi. Tað er leiðin móti
framburði.
Erlendur var javnan á gátt
hjá okkum á Reynatúgvu.
Pápi mín, sum var 5 ár yngri,
stillaði upp saman við Erlendi,
fyri Tjóðveldisflokkin í Sand
oynni. Onkuntíð var stutt
millum teir, men Erlendur
dróg longra stráið, og var
valdur í Sandoyar Valdømi,
til hann valdi at stilla upp í
Suðurstreymoy. Vinarbond
ini teirra milllum hildu til
deyðin skilti gøturnar.
Tjóðarfrælsi Føroyinga og
viðurskiftini hjá fiskimanna
familjuni, eru millum fremstu
varðar sum Erlendur hev
ur sett eftir seg á politiska
vígvøllinum. Útflytingin av
fiskimarkinum er ein virði
ligur varði eftir Erlend, og
Norðurlandahúsið somuleið
is. Einki er kortini týdningar
miklari enn støðuga arbeiðið
at sáa treysti, árræði og
vitan í føroyska fólkið, sum
Erlendur so hegnisliga megn
aði, hóast stríðið mangan
man hava verið einsligt og
køvandi.
Frælsisneistin livir enn
í Føroyum, og kenni eg meg
hepnan at vera partur av
sterka frælsisliðnum. Tí liði,
sum uttan mun til ágang og
brotasjógvar, stevnir móti
sjálvsagda málinum, at skipa
Føroyar sum okkara land, og
okkara ábyrgd.
Ein dag, og hann er ikki
fjarur, útinna vit verkið, sum
Erlendur og hansara lið gróð
ursettu í føroyska fólkinum.
Tí í hjørtum okkara býr
frælsið.
Adam Smith og Eysturoyartunnilin
Zakarias Wang
Fremsti
liberalisturin
er
Adam Smith, sum í 1776 gav
út bókina “Um eyð tjóðanna”.
Har kannar hann hvørji
politisk tiltøk kunnu fremja
vælferðina.
Hann sigur, at umráðandi
er at hava privatan ognarrætt
til jørð og aðrar framleiðslu
faktorar, og at kappingin
skal vera frí. Tær væl riknu
fyritøkurnar skulu fáa frið
at vaksa, og tað kemur ikki
upp á tal, at tað almenna
skal geva studning fyri at
halda teimum vánaliga riknu
fyritøkunum uppi.
Adam
Smith
doyði
í
1790. Hann var alt lívið sera
áhugaður fyri øllum nýggj
um, og heystið fyri var hann
á eini samkomu, har luttaka
rarnir í tí sonevndu Stan
ley-kanningarferðini søgdu
frá ferð síni til Føroya og Ís
lands.
Um so var, at harra Smith
reistist úr síni grøv og hoyrdi
um tað, sum nú er um at
henda í Føroyum, har ein
privat fyritøka fer at gera
eina nýggja farleið millum
Eysturoynna
og
Streym
oynna, so skuldu vit trúð, at
hann fegnaðist um, at føroy
ingar høvdu lært nakað av
sær.
Men verður hugt eftir
nærri hvar hann sigur, so
vísir tað seg, at hann als
ikki hevði fegnast um hetta
tiltak, tí føroyingar hava
fullkomuliga misskilt boð
skap hansara.
Í bók síni viðger hann
nevnliga hvør rætti mátin er
at skipa samferðsluna.
Sum hann ger vart við, eru
havnir tann týdningarmesti
liðurin í samferðsluni, tí
uttan havnir ber als ikki til
hjá fyritøkum at mennast og
trívast.
Men havnir eru natúrlig
monopol. Tað ber jú ikki til
at gera tær allastaðni.
Um so er, at ein privat
fyritøka er eigari av eini
havn, so kann hon taka eitt
størri gjald enn útreiðslur
av rakstrinum eru og sostatt
fáa ein monopolvinning, sum
fyritøkan kann nýta til íløgur
í øðrum fyritøkum. Hervið
verður kappingin reingd, tí
havnaeigarin fær ein fyrimun
av síni monopolstøðu.
Fyri at sleppa undan
hesari reinging av tí fríu
kappingina
segði
Adam
Smith, at natúrlig monopol
ikki skulu vera rikin av
privatum fyritøkum, men av
almennum fyritøkum.
Hetta
sjónarmiðið
hjá
Adam Smith hava vit í Før
oyum tikið til eftirtektar, og
tí er tað, at vit í kommunum
okkara hava serligar havnar
fyritøkur, sum ikki er ogn
hjá kommununi, men eru
sjálvstøðugar fyritøkur við
sínum egna roknskapi yvir
inntøkur og útreiðslur. Hev
ur fyritøkan vinning, skal
upphæddin
bert
nýtast
til havnina sjálva. Bý- ella
bygdaráðið kann ikki leggjast
á henda vinningin fyri at
minka um útreiðslurnar hjá
skattaborgarunum.
Somuleiðis hava vit eitt
serligt stýri fyri okkara
flogvøll. Hann er eisini ein
almenn fyritøka. Endamálið
við henni er at tryggja, at
kappingin millum fyritøkur
nar er frí.
Tað sum Adam Smith
hevði sagt um Eysturoyar
tunnilin, er tí, at hann er eitt
natúrligt monopol, tí fyri tey,
sum búgva í nánd av tunli
num, loysir einki annað seg
enn at koyra gjøgnum hann.
Tann vandin, sum Adam
Smith vísti á, er at henda
monopolfyritøka fer at taka
eitt hægri nýtslugjald, enn
íløgu- og rakstrarkostnaðurin
er, og eingin hevur nakra
vissu fyri, hvagar vinningurin
fer. Lítið útlit er ið hvussu er
fyri, at hann fer til tunnilin
sjálvan!
Einki er tí at ivast í, at
Adam Smith hevði sagt, at
sjálvt um ein privatur íleggj
ari kom og bjóðaði sær til at
gera henda tunnil, uttan at
tað almenna yvirhøvur hevði
nakað við verkætlanina at
gera, so hevði tað verið skeivt
at tikið av tilboðnum, tí tað
hevði verið kappingarreingj
andi.
Verður so litið nærri at tí,
sum nú er um at henda, so
vísir tað seg, at tað privata
felagið ikki er serliga privat.
Hevði tað veruliga verið
privat, so kundi eitt annað
privat felag sjálvandi gjørt
ein annan tunnil, sum kundi
kappast við tann fyrra við
at bjóða lægri nýtslugjald.
Hesum verður forðað fyri við
tí lóggávu, sum løgtingið nú
samtykkir, tí løgtingið fer at
geva privata felagnum einka
rætt.
Talan er tí ikki bert um
tað, sum Adam Smith segði
vera eitt natúrligt monopol,
men beinleiðis um eitt lóg
ásett privat monopol. Hesi
kenna vit frá søgu okkara,
har Gabel-monopolhandilin
fekk mangan feitan bita úr
Føroyum.
Gabel fekk tó ikki sítt
monopol frá føroyingum,
men frá kongi.
Nú eru tað okkara egnu
landsmenn, sum geva nú
tíðar Gabel monopolið og
vinningin av at geva einari
privatari fyritøku loyvi at
leggja skatt á okkum.
Einki er at ivast í, at Adam
Smith hevði skundað sær aft
ur í grøvina, um hann hevði
sæð blinda liðið latið sær
hetta lynda.
Um gerð av
undirsjóvar
tunnlum
Jens Pauli í Dali
Leynar
Allir
undirsjóvarntunlar
eiga at verða lagdir í eitt
felag, soleiðis at tað verður
fíggjarliga lættari at binda
flestu av oyggjum okkara
saman í eitt samferðslu
kervi. Landsstýrið og Løg
ting eiga ikki bara at hugsa
um miðstaðarøkið, men í
størri mun um tær oyggj
ar, ið einki fast samband
hava við meginøkið. Eftir
tí ein hevur fingið at vita í
fjølmiðlunum, er ódýrasta
loysnin at tað verður eitt al
ment felag, ið hevur ábyrgd
ina av tunnilsgerðini.
Fyrst eigur at verða farið
undir Eysturoyartunnilin og
síðani Sandoyartunnilin.
Fyri
nøkrum
døgum
síðani sigur løgtingsmað
urin Jákup Mikkelsen í
lesarabrævi, at bara lán
ið í teimum báðum gjørdu
tunlunum kunnu roknast
upp í kostnaðin av teim
um; men hetta uppáhald
er heilt burturvið. Tað eru
ikki noringar og vágafólk
einsamøll, ið gjalda tunlar
nar, men eisini øll onnur,
ið nýta teir og gjalda skatt í
Føroyum.
Eftir tí ein hevur frætt í
fjølmiðlunum verður renta
av ætlaðu lántøkuni 9,8 pro
sent, tað er ov dýrt, nú rent
urnar eru so lágar.
Landsstýrið og løgting
kunnu ikki loyva sær at
góðtaka ein sáttmála, sum
almenningurin onki fær at
vita um, og ivaleyst ikki tolir
dagsins ljós. hendan skulu
tingfólk góðtaka, uttan reið
iliga at vita, hvat stendur í
sáttmálanum, (atkvøða við
bindi fyri eygunum og uttan
at vita hvat tey góðtaka).