týsdagur 20. august 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. august 2013 · Nr. 95
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Seinasta fríggjakvøld varð
skipið
fyri
regattasigling
í
Sundalagnum.
Bátarnir
fóru av Eiði um 17-tíðina, og
umleið hálvan triðja tíma
seinni løgdu einir 75-80 bátar
til bryggju í Hósvík.
Fremstur í fylginum var
bjargingarbáturin
Lív,
og
aftastur sigldi Vón hjá Eiðis
Bjargingarfelag.
110 bátar
Sarita G. Joensen, forkvinna
í Hósvíkar Róðrarfelag, sigur,
at tá bátarnir nærkaðust
brúnni við Streymin og hildu
leiðina fram suður gjøgnum
Sundalagið, taldi onkur í
nevndini umleið 110 bátar.
- Tað er ongantíð soleiðis,
at allir bátarnir koma til
bryggju. Nakrir velja at
sigla við, men fara síðan
heimaftur, sigur hon.
Nógv fólk
Sarita G. Joensen sigur, at
dansurin, sum var seinni
um kvøldið og út á náttina í
Bygdarhúsinum, eydnaðist
stak væl.
- Umleið 300 fólk vóru í
dansi, og tað eru vit sera væl
nøgd við, sigur hon.
Forkvinnan í Hósvíkar
Róðrarfelag sigur, at tað
regnaði eitt sindur, sum
kvøldið leið, og tí kom
tað eisini væl við, at tey
høvdu eitt tjald standandi
beint við inngongdina til
Bygdarhúsið.
- Jú, vit eru øll serstakliga
væl nøgd við tiltakið. Vit
høvdu eitt stórt tal av bátum,
sum tóku lut í siglingini, og
vit høvdu nógv fólk í dansi.
Hon
heldur,
at
fólk
rættiliga hugnaðu sær í
Hósvík
fríggjakvøldið
og
leygarnáttina.
Tøkk úr Hósvík
- Vit takka øllum, sum vóru
við í siglingini, og vit takka
øllum, sum tóku eina hond
í. Ikki minst vilja vit takka
okkara góðu stuðlum, sum
vóru 11 í tali, har Thor í
Hósvík við høvuðsstuðul,
sigur 19 ára gamla, Sarita
G.
Joensen,
forkvinna
í
Hósvíkar Róðrarfelag.
300 fólk í dansi í Hósvík
- Vit eru stak væl nøgd við regatta’ina, sigur 19 ára gamla,
Sarita G. Joensen, forkvinna í Hósvíkar Róðrarfelag
Á seinsummardøgunum
á Sandi fríggjadagin og
leygardagin, 23. og 24.
august, fer B71, sum er
fyri alla Sandoynna, at
hava ymiskt til børnini.
Her verða eitt nú hoppi
borgir og candyfloss.
Ungmannafelagið
Virkið fer at hava sølu
torg, matsølu og dans,
har Hans Jacob Hjelm
og vinmenn fara at
spæla alla náttina.
Leygarmorgunin
millum klokkan 10 og
12 bjóðar Sands komm
una
morgunmat
á
Mørkini Miklu.
Nógv ymiskt er á
skránni bæði fríggja
dagin og leygardagin,
og øll skráin fyri sein
summardagarnar
á
Sandi kann lesast í
Vikublaðnum,
sum
kom í hvørt hús mána
kvøldið.
Bæði til
børn og
vaksin
Vilmund Jacobsen
Føroyska
toskakvotan
á
Flemish Kap er komin væl
við hjá fleiri føroyskum
línuskipum.
Av
samlaðu
kvotuni á 3.154 tons, eru nú
eini 400 tons eftir at fiska.
Hetta svarar til einar tveir
ella tríggjar línutúrar.
Línuskipið, sum hevur
gjørt flestu túrar á Flemish
Kap í ár, er Kambur við
Mortani
Mortensen
sum
skipara.
Kambur er í løtuni á veg
yvir aftur á Flemish Kap,
og hetta man vera hin fjórði
túrurin hjá skipinum har
yviri í ár. Línuskipið hevur
verið fult undir lúkurnar á
hvørjum túri á Flemish Kap.
Onnur línuskip hava eisini
gjørt góðar túrar har yviri í
ár og hava soleiðis notið gott
at føroysku toskakvotuni har
yviri.
Hesin
møguleiki
er
komin væl við hjá føroyska
línuskipaflotanum
sum
annars hevur havt nøkur
strævin ár, tí bæði toska-og
hýsuveiðan hava svikið.
Tað eru eisini línuskip,
sum hava fingið minni burtur
úr møguleikunum á Flemish
Kap, og her er Jákup B eitt
dømi. Stutt, áðrenn skipið
var á fiskileið har yviri, fingu
teir maskinbrek sum førdi
til, at skipið mátti sleipast
heimaftur til Føroya.
Fólk, sum hava fylgt við
gongdini hjá línuskipunum,
hava lagt til merkis, at væl er
fingið á djúpum vatni undir
Føroyum, og her hevur verið
hildið, at tað hevur havt sína
ávirkan, at norsk línuskip ikki
longur fiska undir Føroyum,
nú Føroyar og Noreg ikki
hava
havt
sínámillum
f iskirættindasáttmála
orsakað av toganini um
pelagiska tilfeingið.
Nú føroyska toskakvotan
á Flemish Kap skjótt er uppi,
stundar heystið til, og tí
er at vóna, at veiðan undir
Føroyum fer at roynast í
tíðini sum kemur.
Kambur á veg á Flemish Kap
Føroyingar eiga umleið 400 tons eftir at fiska á Flemish Kap,
og Kambur er nú á veg yvir aftur á sín fjórða túr í ár
Hetjurnar á Sjó
mannadegnum, Livar
og Steward, á stóra
palli, har stór mót
tøka var fyri teimum
báðum. Tyrlan kom
við teimum og loraði
teir niður í ein bát á
vánni. Væl av fólk var
framman fyri stóra
pall, tá móttøkan var
fyri hetjunum
Hóast tað regnaði illa leygardagin, gjørdist kvøldið
turrari, og soleiðis var eisini, tá felagssangurin
var á ovastevnu leygarkvøldið. Hesa løtu var
gott veður í Nólsoy, og nógv fólk nýttu høvi
at verða við á hesi hugnaligu løtu í bygdini.