Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-20, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í sambandi við at Korn­ dals­g­arður, Barn­agarð­urin á Eiði, fyllir fimm ár, verða ymisk tiltøk, m. a. letur ein framsýning upp fríggja­ dagin 26. august klokkan 17.30 við myndum hjá foto­ grafinum Ásmundi Poulsen. Hetta er ein framsýning, sum dóttirin, Kinna Poulsen hevur kuraterað og sum var framsýnd í Steinprenti fyrr í ár. Á framsýningini verða svarthvítar mynd­ir fram­ sýnd­ar, sum foto­grafu­r­in sjálv­ur hevur framkallað. Ásmundur Poulsen var eiðismaður, men búði megin­partin av lívi sínum í Havn. Hann fotograferaði í góð hálvtrýss ár, fyrst sum áhugafotografur, men síða­ ni gjørdist foto hansara yrki. Hann gav út postkort við myndum av føroyskari náttúru og gav eisini út eina røð av myndabókum við heitinum “Føroyar í mynd­um”. Myndevnisliga fevn­ir framsýningin um land­s­løg, bygda- og býarløg og um portrettmyndir av kend­u­m sum ókendum, t. d. av William og Lisu Heinesen, Olaf í Garði, Jóhan í Djónastovu, sum var verfaðir fotografin og Kjartan Mohr, sum er fotograferaður meðan hann prátar hugaliga við tey kongaligu undir einari kongavitjan. Forlagið »Í Støplum« við John Dalsgarð hevur giv­ið út bók við myndum hjá Ásmundi Poulsen, sum verður til sølu á fram­sýn­ ingi­ni. Eiðis Kommuna hevur stuðlað útgávu­ni og tað sama hava Men­ta­ nar­grun­n­ur Føroya, Tórs­ hav­nar Kom­mu­na og Eik Banki. Fram­sýn­ingin við foto­mynd­um hjá Ás­mundi Poul­sen verður at síggja í Bar­na­garði­num Korn­ dals­garð­ur, Foravegi 11, Eiði. Opið er: fríggjadagin 17.30, og leygardagin 27.aug og sunnudagin 28.aug frá klokk­an 16 til 20. Ásmundur Poulsen hevur dokumenterað sína samtíð og hevur gjørt sær sera stóran ómak við foto­myndunum, sum í fleiri førum eru merktar av óvanligum nærlagni í komposi­tión og skuggaárini og stílsliga. Teirra fagur­ frøði­liga mál kundi mint um Hollywood filmar frá fýrati- og fimtiárunum, foku­serað verður á ein ella fáar figurar í atmosferiska mynda­r­úminum, har smá­ lut­ir og heild í myndini sam­skifta og mynda eina saman­hangandi heild, hetta er eitt nú galdandi fyri fram­ úr­skarandi myndina av hoy­fólki í Bø, sum um somu tíð er fevnd av dapurleika og lívsjáttan. Summar av portrett­myndunum tulka persóns­menskuna hjá teim­ um portretteraðu, hetta sæst t.d. í einari ser­stak­ liga vakrari mynd av Eiðis­ manni­num Olivar á Mýruni, har linjurnar í húsunum í bak­grundini ganga á skák av linjun­um í tí portretteraða and­liti­num við tí úrsliti, at portrettmyndin tykist óvan­liga dynamisk. Andlitið er gjørt eitt sindur kámt og hetta hevur við sær, at eygu­ ni tykjast enn meira klár og gløgg­skygd sum skoða tey framvið áskoðaranum og síggja okkurt, sum hann ikki sær. HITalag avfall -5° 0° 5° 10° 15° 20° Mesti 14,3° 11° Hitin í dag Minsti hiti máldur 6,2° fyri august fyri august ––––––– 20 ––––––– ––––––– 40 ––––––– ––––––– 60 ––––––– ––––––– 80 ––––––– ––––––– 100 ––––––– ––––––– 120 ––––––– ––––––– 140 ––––––– ––––––– 160 ––––––– ––––––– 180 ––––––– 19 mm higartil Miðal: 10,3° í morgin fríggjadagin hósdagin lufttrýstið Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Lot av ymsum ættum, turt og sólglottar. Hitin millum 11 og 14 stig. Lot til andøvsgul av landsynningi, seinnapartin upp í stívt andøvsgul. Yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørki í støðum. Hitin millum 14 og 17 stig, men har mjørki legst um 10 stig. Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 14 og 17 stig. Veðrið leygardagin og sunudagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi og ælingur, men onkur sólglotti. Hitin millum 9 og 13 stig. Síðstu nátt: Eitt lágtrýst, 986 hPa. norðanfyri Ísland fer í landnyrðing. Komandi nátt: Ein veikur hátrýstryggur yvir Íslandi kemur hendavegin og mennist. 8-13 m/s 1-6 m/s 3-8 m/s 8-13 m/s 1-6 m/s 6-11 m/s 14/17 °C 14/17 °C 11/14 °C Miðal 1961-1990: 10,5°C Miðal 1961-1990: 83 mm Forkunnug fotomynda­framsýning í Korndalsgarði á Eiði