hósdagur 22. august 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. august 2013 · Nr. 96
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eftir tillagingar
roynir bankin
miðvíst at vinna
størri part
av føroyska
marknaðinum
Hálvársroknskapurin hjá Eik
Banka vísir eitt avlop upp á
44,6 milliónir krónur eftir
skatt. Fyri skatt er úrslitið 54,4
milliónir krónur. Við hálvárið
2013 javnvigar fíggjarstøðan
við 7,0 milliardir krónur, og
eginpeningur bankans er 1,2
milliardir krónur.
– Fyrra hálvár hjá Eik
Banka hevur hilnast væl,
og Eik roknar við einum
avlopi á áleið 60-90 milliónir
krónur fyri skatt fyri árið
2013.
Tað sigur Súni Schwartz
Jacobsen, forstjóri í Eik Ban
ka, sum vísir á, at
Úrslitið farna tíðarskeið
vísir eitt avlop á 44,6 milliónir
krónur.
Úrslitið áðrenn skatt er
54,4milliónir krónur.
Útlán bankans eru 4,7
milliardir krónur.
Innlán bankans eru 5,5
milliardir krónur.
Niðurskrivingar av útlán
um og yvirtiknum ognum
eru á 6,7 milliónir krónur,
íroknað 14,3 milliónir krónur
í virðisjavnan
Yvirdekningur í mun til
lógarkravda gjaldførið á 222,8
prosent
Solvensurin við hálvárið
er 23,3 prosent, móti einum
tørvi á 11,2 prosent
Útlánini eru 4,7 milliardir
krónur, sum er eitt vet lægri
enn við ársenda 2012. Innlán
bankans økjast framhaldandi
og eru tann 30. juni 2013 á leið
10 milliónir krónur hægri
enn við árslok 2012, um hædd
verður tikin fyri láninum við
statsveðhaldi á umleið eina
milliard krónur, sum bankin
rindaði aftur í februar 2013.
Av javnanum tann 30. juni
2013 á 7,0 milliardir krónur
er eginognin áljóðandi 1,2
milliardir krónur og innlán
áljóðandi 5,5 milliardir krón
ur. Bankin fíggjar soleiðis
útlán við eginpeningi og
innlánum í samsvari við
yvirskipaða málsetningin hjá
bankanum.
Solvensurin er 23,3 prosent
og likviditeturin áleið fýra
ferðir lógarkravda minsta
markið. Sostatt eru bæði
solvensur og likviditetur hjá
bankanum góðir.
Eik hevur lækkað bú
staðarrentuna í tveimum
umførum
fyrra
hálvár
2013. Fyrru ferð 15. mai 2013
lækkaði Eik lægstu sethúsa
rentuna niður í 4%, og við
virknaði frá 1. august 2013
hevur Eik aftur lækkað
lægstu
sethúsarentuna,
hesa ferð niður í 3,75 prosent.
Umframt hetta er bidragið á
realkredittlánum
lækkað
niður í 1,7%, og fleiri av tæna
stum bankans eru ókeypis.
– Bygnaður og útreiðslu
støði bankans eru eisini til
lagað virksemið, og verður
stórur dentur lagdur á at
veita øllum kundum eina
góða og skjóta tænastu til
kappingarførar prísir, sigur
Eik í tíðindaskrivi, samstunds
sum bankin boðar frá, at Eik
Banki miðvíst arbeiðir við
at vinna ein størri part av
føroyska marknaðinum.
Eik 44 milliónir í avlopi
Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik Banka
Hann tók stig til at prenta
12 tekningar av profetinum
Muhammed í Jyllandsposti
num í 2005, sum elvdu til
stórar
mótmælisgongur,
brennandi sendistovur, hand
ilsboykott og yvirgangsæt
lanir ímóti Danmark. Fríggja
kvøldið 6. september heldur
Flemming Rose fyrilestur í
Norðurlandahúsinum.
Tá mentanarredaktørurin
á Jyllandspostinum, Flemm
ing
Rose,
setti
seg
við
knappaborðið ein seinnapart
í september 2005, gáaði hann
ikki um, hvat var honum og
Danmark í væntu. Nakrar
mánaðir seinni varð Dan
mark tveitt út í eina globala
kreppu, sum ikki hevði sæð
sín líka síðan seinna verald
arbardaga.
Tólv tekningar av profeti
num Muhammed elvdu til, at
danskar sendistovur vórðu
brendar í grund. Handils
bannið ímóti donskum vørum
kostaði danska vinnulívinum
tíggjutals milliardir. Danir
vórðu bidnir um at rýma
úr muslimska heiminum.
Danmark gjørdist mál hjá
yvirgangsfelagsskapum. Og
fregnartænastur hava síðani
avdúkað álop, sum skuldu
fremjast á Jyllandspostin og
Flemming Rose persónliga.
Sjálvur gjørdist Rose mið
depilin í einum globalum
kjaki um framsøgufrælsi,
tolsemi,
fólkaræði,
blas
femi,
multikulturalismu,
integratión og minniluta
verju. Kritikarar hildu, at
tekningarnar hjá Jyllands
postinum vóru eitt óneyðugt,
ábyrgdarleyst og intolerant
álop á ein trýstan minniluta,
men Rose vardi sína søk á
BBC, CNN, Al-Jazeera og
øðrum altjóða miðlum við
teirri grundgeving, at rættur
in til at hugsa, tekna og tala
frítt er undir trýsti í dagsins
Evropa. Síðani hevur hann
áhaldandi verið hóttur eftir
lívinum og hevur havt tørv
á verju.
Við útgangsstøði í bókini
”Tavshedens Tyranni” frá 2011
fer Flemming Rose at viðgera
nakrar av teimum mest
aktuellu
spurningunum,
sum heimurin og Evropa
standa yvir fyri í 21. øld.
Heini í Skorini skipar fyri
tiltakinum, sum ber heitið
“Tøgnin, talufrælsið og tær
forbannaðu tekningarnar”.
M.a. verða hesir spurningar
viðgjørdir:
• Nær eru orð vandamikil?
• Skal átrúnaður verjast
ímóti atfinningum?
• Er framsøgufrælsið hótt í
Evropa?
• Er heimurin broyttur, síðani
Flemming Rose valdi at
prenta tær tólv tekningarnar
av profetinum Muhammed í
Jyllandspostinum í 2005?
• Hvussu er tað at liva við
deyðshóttanum?
• Hvussu skulu vit liva saman
í einum multikulturellum
heimi?
• Og hvussu sær Evropa út
um 20 ár?
Høvið verður eisini at seta
spurningar undir tiltakinum,
sum verður fríggjakvøldið 6.
september kl. 20 í Norður
landahúsinum.
Upphavsmaðurin at
Muhammed-kreppuni til Føroya